Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. oktober 2012 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen

1.
12/00801 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2013 fyri Runavíkar kommunu.
Í samtykta fíggjarkarminum fyri 2013 eru avsettar 100 mió. kr til rakstur og íløgur. Eftir 1. viðgerð av fíggjarætlanini er uppskotið frá nevndunum tilsamans 141,9 mió. Tá er fimleikarhøllin, sum ætlast lánsfíggjað, ikki við.
Fíggjarnevndin mælir nevndunum til at koma við sparingum bæði í rakstri og íløgum til 2. viðgerð. Mælt verður til, at skattaprosentið verður óbroytt (22%) og barnafrádrátturin verður hækkaður úr 4.500 til 5.000 kr.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

2.
11/00743 1.viðgerð av eykajáttan til Eysturoyar Barnaverndartænastu.
Eftir tilmæli Sosiala nevnd mælir fíggjarnevndin til at veita veita eina eykajáttan til Eysturoyar Barnaverndartænastu áljóðandi 354.000 kr í inniverandi fíggjarári. Samstarvskommunurnar Nes- og Sjóvar kommuna hava samtykt at játta sín part av hækkingini.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

3.
12/00276 1. viðgerð av eykajáttan til víðkan av havnarøkinum á Glyvrum.
Eftir tilmæli frá Vinnu- og havnarnevndini mælir fíggjarnevndini til at veita eina eykajáttan uppá 3.000.000 kr. til víðkan av havnarøkinum á Glyvrum.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

4.
12/00104 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av gomlu Støkkhøllini á Glyvrum.
Eftir tilmæli frá einum meiriluta í mentanarnevndini mælir fíggjarnevndin til at játta 700.000 kr. í hesum fíggjarárinum til keyp av gomlu Støkkhøllini og at 700.000 kr. verða avsettar á fíggjarætlanini fyri 2013.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012 samtykt, við 2. viðgerð, at játta kr. 700.000 til keyp av Støkkhøllini á Glyvrum.

5.
12/00850 Umsókn um byggiloyvi til tilbygning afturat verandi skrivstovu-bygningi hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini mæla til at játta byggiloyvi smb. innsendu tekningum við klausuli um burturtøku tá vegurin eystan fyri Bakkafrost verður gjørdur og at Bakkafrost ber útreiðslurnar av møguligari umlegging av vatnleiðingini, um hon verður órógvað av útbyggingini.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndni.