Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 21. juni 2012 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður, Sæunn Ó. Hansen, næstformaður, Beinta Olsen, Klæmint Øster, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen

1.
12/00441-5 Framtíðarætlan fyri ítróttarøkið við Løkin.
Tilráðing frá Teknisku deild:
Mentanarnevndin og Býráðið hava á fundum ávikavist 22. mai og 31. mai samtykt, at Tekniska Deild skal gera uppskot til leist fyri tilgongdina at gera eina heildarætlan fyri ítróttarøkið við Løkin.
Tekniska Deild mælir til, at byrjað verður við einum innanhýsis hugaroki, har hugskot verða løgd fram um virksemi, sum kundi verið ynskiligt at havt á økinum í framtíðini.
Síðani er neyðugt at gera eina fyribils útveljan av møguligum virksemi við støði í tøka økinum, leysliga mettum kostnaði og tíðarrammu.
Við støði í hesum kann farast undir eina tilgongd við bygnaði, ið líkist tí við nýggju fimleikarhøllini við Løkin, har eitt byggiprogramm verður gjørt.
Viðtøka:
Mentanarnevndin hevur á fundi 12/06-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá teknisku deild, og mælir til, at ein bólkur verður settur at arbeiða víðari, sum skal vera liðugur við álit 1. oktober. Í bólkinum verða umboð frá teknisku deild, mentanardeildini, borgarstjórin, formaðurin í mentanarnevndini og uppskotstillarin, Arnfinn Langgaard
Viðtøka:
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

2.
12/00571-2 Skúlasamstarv millum skúlarnar í kommununi.
Tilráðing frá Mentanardeildini:
Kári E. Jacobsen, formaður í mentanarnevndini heitti í skrivi 27. september 2010 á býráðið at fremja samstarv millum skúlarnar í kommununi. Mælt varð til, at øll børn í kommununi skulu ganga í skúlum í kommununi. Mælt varð tó til eina millumskipan, soleiðis at næmingarnir fáa høvi at gera seg lidnar í tí skúlanum, tey ganga í.
Mentanarnevndin valdi á fundi 19. oktober 2010 at útseta málið fyribils. Kári E. Jacobsen hevur nú mælt til, at málið verður tikið uppaftur.
Í løtuni rindar Runavíkar Kommuna umleið kr. 270.000 árliga fyri næmingarnar, sum ganga í Stranda Skúla (27 næmingar á uml. 10.000,-). Aftrat tí kemur skúlabarnaflutningar av Skála út á Strendur á umleið kr. 100.000 árliga.
Mentarnardeildin hevur ta fatan, at størra úrvalið av vallærugreinum og breytum í Runavíkar Kommunuskúla hevði gagnað framhaldsdeildarnæmingunum av Skála eisini. Samstundis høvdu læraratímar ivaleyst fylgt við, um næmingarnir av Skála framyvir koma at ganga í Runavíkar Komunuskúla, og soleiðis hevði útboðið kunna blivið uppaftur betur. Peningurin, sum í løtuni verður nýttur til skúlabarnaflutningin millum Skála og Strendur, kundi verðið grundarlag undir einum føstum bussambandi millum Skála og Runavík. Mentanardeildin metir tí, at tað eru fleiri fyrimunir við at savna framhaldsdeildarnæmingarnar í Runavíkar Kommunuskúla.
Viðvíkjandi einari møguligari tilgongd at broyta verandi skipan eru fleiri partar, ið kunnu hava áhuga í málinum. Her verður t.d. hugsað um foreldur og næmingar á Skála, Skúlastýrið á Skála og skúlamyndugleikarnar á Skála og í Runavíkar Kommunuskúla.
Tað er ein politisk avgerð, um man vil broyta verandi skipan. Um tað verður gjørt, mælir mentanardeildin til, at ein skiftisskipan verður gjørd, soleiðis at næmingarnir, sum ganga á Strondum í løtuni, fáa møguleikan at gera seg lidnan har, um tey ynskja tað.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 12/06-2012 mælt til, at næmingar í Skála Skúla, frá og við skúlaárinum 2013-14 fara at ganga í framhaldsdeildini í Runavíkar Kommunuskúla. Tó fáa næmingar, sum eru byrjaðir í framhaldsdeildini í Stranda Skúla, møguleikan at gera seg lidnar har.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

3.
12/00584-2 Fíggjarætlan fyri 2013 fyri Bókasavnið við Løkin.
Tilráðing frá Mentanardeildini:
Mentanardeildin hevur gjørt uppskot til fíggjarætlan fyri 2013, sum er meinlík uppskotinum fyri 2012, t.v.s. at kommununar partur er kr. 499.040.
Hendan fíggjarætlanin er tí fyribils, eftirsum tann endaliga fíggjarætlanin verður samtykt í samband við fíggjarætlanararbeiðið hjá Býráðnum í heyst.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 12/06-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanardeildini.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

4.
12/00561-5 Vatnleiðing yvir um fjørðin av Skála til Runavíkar.
Tilráðing frá Teknisku deild:
Skotið verður upp at umraðfesta játtaninar til Vatnveiting av Skála og til Spillvatnsætlanina, soleiðis, at tað í ár verður lagdur størri dentur á vatnveitingina.
Stig 1 av vatnveitingini er boðið út og er klárt at fara í gongd. Stig 1 fevnir um atkomuveg, støði undir brunnum, vatnleiðing og leiðingsgrøv, dren og undirføringar og el- og telearbeiði. Samlaði kostnaðurin av hesum er mettur til góðar 4,2 mió kr. Við licitatiónina í vikuni var lægsta boð uppá knapt 4,2 mió kr.
Játtanin til vatnveitingina er í fíggjarætlanini 2,8 mió kr, so her restar í sum er.
Men samstundis er fyrireikingin av spillvatnsætlanini komin stutt, millum annað manglar endalig raðfesting og projektering, og tað er ivasamt, um arbeiðast kann við skili fyri alla avsettu upphæddina uppá 2,5 mió kr. Skotið verður tí upp at arbeiðið við spillvatnsætlanini í ár verður avmarkað til fyrireiking og projektering fyri 0,5 mió kr og at flyta 2 mió kr frá RS661 til RS 651
Viðtøka
Tekniska Nevnd hevur á fundi tann 12. juni 2012 mælt til at fylgja tilmælinum frá teknisku deild.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

5.
12/00573-1 Mannagongd í samband við setan av starvsfólki.
Tilráðing:
Smb. kommunustýrisskipanini er tað fíggjarnevndin ið fyrisitur starvsfólkamál.
Tað er ongin orðaður politikkur um hvussu setanarmannagongdir skulu vera, og eru tí onkuntíð ivamál um, hvør ið skal manna ymisku setanarbólkarnar.
Ynski er um, at setanarmannagongdin verður útgreinað og niðurskrivað, soleiðis at ivamál og óhepnar tilgongdir ikki koma fyri.
Uppskot til setanarmannagongd:
Setanarbólkur: Í samband við setan av størvum í fyrisitingini, verður ein setanarbólkur settur.
Í bólkinum sita avvarandi leiðari, starvsfólkaleiðarin og eitt umboð fyri deildina, ið starvsfólkið skal setast á.
Um eingin frá deildini er, ella hevur møguleika at manna bólkin, kann borgarstjórin, skrivarin ella eitt annað umboð frá kommunufyrisitingini verða vælt í bólkin.
Í serligum føri kann setanarbólkurin víðkast við einum limi, evt. uttanfyristandandi, ið hevur serliga vitan og kennskap til starvsøkið.
Setan: Leiðarar verða settir í starv av býráðnum, eftir innstilling frá setanarbólkinum og við tilmæli frá fíggjarnevndini.
Starvsfólk í fyrisitingini verða sett í starv av fíggjarnevndin, eftir tilmæli frá setanarbólkinum.
Mælt verður somuleiðis til, at ein orðaður setanarpolitikkur verður gjørdur fyri alla starvssetan hjá Runavíkar kommunu.
Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 14.06.2012 samtykt at taka undir við uppskotinum til setanarmannagongd.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

6.
12/00391-19 Hølisviðurskiftini hjá barnaansingini á dagstovninum Varðanum á Skála
Tilráðing frá Sosialu deild:
Tekniska deild hevur biðið um tilboð uppá arbeiðið frá tveimum byggifyritøkum.
Tekniska deild mælir til at taka av lægra tilboðnum.
Sosiala deild tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild. Somuleiðis mælir Sosiala deild til, at 150.000 kr., ið frammanundan eru avsettar til endamálið, skulu flytast frá ábøtur á verandi stovnar til íløgu í Varðan og at søkt verður um eykajáttan til írestandi.
Viðtøka
Sosiala nevnd hevur á fundi 11.06.2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deil og sosialu deild og at málið verður beint í fíggjarnevndina í samband við eykajáttan.
Tilráðing frá fíggjarleiðaranum:
Mælt verður til, at játtan til arbeiðið verður fingin til vega, sum Sosiala nevnd hevur skotið upp.
Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 14.06.2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarleiðaranum.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

7.
12/00594-1 Meirjáttan av fíggjarkarmi kr. 1,7 mió. til nýggju Fimleikarhøllina við Løkin.
Lokale og Anlægsfonden hevur játtað 4. mió. kr. til víðkan og tillagingar av verkætlanini til bygging av nýggjari fimleikarhøll við Løkin.
Ein fortreyt fyri, at LOA-grunnurin stuðlar hesi upphædd, er, at Runavíkar kommuna játtar aðrar 1,7 mió kr. til verkætlanina, sum eru neyðugar, um ætlaðu tillagingarnar skulu kunna gerst.
Broytingar í mun til vinnandi uppskotið:
Síðani vinnandi uppskoti um at byggja fimleikarhøllina við Løkin varð funnið í februar í ár, hevur tætt samskifti verið millum Runavíkar Kommunu og LOA-grunnin við tí fyri eyga at betra uppskotið. Í samráð við LOA-grunnin eru ymiskar broytingar gjørdar í vinnandi uppskotinum. Hesar eru m.a.:
• Fimleikahøllin er breiðkað, soleiðis at betri pláss er til ymiskar venjingar og frítt virksemi og spæl á sunnaru síðu.
• Sambindingin millum fimleikahøllina og ítróttarhøllina er vorðin meiri opin til gagns fyri størri tiltøk, og til íblástur, eggjan og synergi millum ymiska virksemi í høllini og møguligar áskoðarar. Tað ber tó til at steingja av við dragihurðum.
• Balkongin omanfyri áskoðaraplássini í fimleikahøllini fevnir nú um alla norðursíðuna av fimleikahøllini.
• Vestari partur av balkongini er settur av til styrki og konditiónsvenjing fyri allar ítróttargreinar
• Eystari partur av balkongini er settur av til uppihald.
• Tøka plássið til vanligan fimleik er víðkað.
• Endaveggurin í verandi ítróttarhøll eystureftir verður tikin niður, so hondbóltsvøllurin gerst størri og kann lúka neyðugar treytir.
• Eitt útiøki við útgerð til virksemi, sum avspeglar virksemið innadura, verður gjørt.
• Um nýggja høllin verður bygd við studningi frá LOA, økist víddin á veghæddini við 217 m² og á fyrstu hædd við 112 m², í mun til vinnaraverkætlanina.
Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 14.06.2012 mælt til at hækka fíggjarkarmin til fimleikarhøllina við 1,7 mió. kr.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.