Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. mars 2012 - kl. 17:00

Dagfesting: 29.03.2012 kl. 17:00
Staður: Býráðssalurin

Nevndarlimir:
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen,
Ikki møtt: Karl Rasmussen

12/00351 - 2. viðgerð av eykajáttan til Ítróttarstuðul í 2012
Tilráðing:
-Mentanarnevndin á fundi 14/02-2012: Meirilutin í nevndini Kári E. Jacobsen og Bjarni Kjeld, tóku undir við tilmælinum frá Mentanardeildini. Hans J. Johannesen tók ikki støðu til málið, tí at skoðbráðið var ov stutt.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 16.02.2012 tikið undir við tilmælinum frá meirilutanum í Mentanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 samtykt at samtykt at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 29/03-2012, við aðru viðgerð, samtykt at hækka játtanina til ítróttarstuðul fyri 2012 við kr. 220.000,00.
-Einmælt samtykt-

12/00270 - Útlutan av ítróttarstuðli fyri 2012
Tilráðing:
Mentanardeildin mælir til at býta ein ávísan prosentpart eftir sama leisti sum í fjør, meðan restin av játtanini býtt við støði í virkseminum hjá feløgunum mátað eftir umsetningi, limatali og leiguútreiðslum. Hædd verður tikin fyri, at einki felag fær minni stuðul enn í fjør.
Viðtøka
20.03.2012: Ein samd mentanarnevnd tekur undir við tilmælinum frá Mentanardeildini og samtykkir hetta býti av ítróttarstuðlinum í 2012:
Felag kr.
Bogaskjótifelagið Ørvur 6998
Kappróðrarfelagið NSÍ 46597
NSÍ 151573
Skála Ítróttarfelag 108459
Skála Róðrarfelag 28733
Støkk 92696
Tjaldur 89418
Íalt 524475
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 29703-2012 samtykt at taka undir við mentanarnevndini at útluta stuðulin smb. uppskoti frá mentanardeildini.
-Einmælt samtykt-

12/00311 - Møgulig søla av gamla skúla í Søldarfirði til Søldarfjarðar Bygdarsavn
Tilráðing:
Gamli skúlin í Søldarfirði er ein søguligur bygningur fá 1890, sum tíanverri er fallin í órøkt. Eitt bygdarfelag er stovnað í Søldarfirði, sum hevur søkt um at fáa ella keypa bygningin og lendið frá Runavíkar Kommunu. Fundir hava verið við umboð fyri felagið.
Mentanardeildin metir, at Runavíkar Kommuna eigur at hava felags mannagongdir í bygdunum í kommununi.
Í Elduvík er fordøi um ein gamal bygdaskúla, sum kommunan eigur, men sum fólkið í bygdini við einum bygdafelagið hevur ræðisrætt á.
Mentanardeildin mælir tí til, at Søldarfjarðar Bygdafelag fær loyvi til at seta Gamla Skúla í Søldarfirði í stand og nýta hann til sítt virksemi, sambært avtalu við Runavíkar Kommunu, men at kommunan framhaldandi eigur bygningin og lendið. Samstundis mælir Mentanardeildin til, at felagið fær ein árligan stuðul til virksemi sítt í skúlanum.
Viðtøka
20.03.2012: Ein samd mentanarnevnd tekur undir við tilmælinum frá mentanardeildini.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 29/03-2012 samtykt, at Søldarfjarðar Bygdafelag fær loyvi til at seta Gamla Skúla í Søldarfirði í stand og nýta hann til sítt virksemi, sambært avtalu við Runavíkar kommunu, men at kommunan framhaldandi eigur bygningin og lendið.
-Einmælt samtykt-

12/00257 - Stuðulsfelagið 22.10.2010 søkir um optión uppá grundøki til bygging av sambýli til fólk við menningartarni
Tilráðing:
Stuðulsfelagið 22.10.2010 hevur fingið fyrstu tilsøgnina uppá bygging á trøðni matr. nr. 1a hjá Petur Olsen, Saltangará 03/02-11 í 6 mánaðar, til endan á aug. 2011.
Tilsøgnin verður longd 08/07-11 við 3 mánaðum, til endan á november 2011.
Í telduposti df. 29.02-12 spyrja tey um tilsøgnin stendur við.
Tekn. deild mælir til at geva teimum eina tilsøgn uppá bygging á matr. nr. 1a í 3 mánaðar.
Viðtøka
Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti á fundi tann 21. mars 2012 at fylgja tilmælinum frá Tekn. deild.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 29/03-2012 samtykt at leingja optiónina uppá grundstykki við 3 mánaðum.
-Einmælt samtykt-

11/00079 - Framløga av broyting av Býarplanum og Almennu byggisamtyktini
Tilráðing:
Broytingarnar í býarplaninum, sum vóru samtyktar í býránum ávikavist 28/04-11, 25/05-11 og 26/05-11 hava ligið frammi í tíðarskeiðinum frá 08/12-11 til 06/01-12 og tíðarfreistin til at lata broytingaruppskot og mótmæli inn var sett til 26.01-12.
Ongi broytingaruppskot og mótmæli er komin inn áðrenn 26.01-12 tá freistin var úti, og heldur ikki seinni.
TD mælir til at góðkenna broytingarnar og avgreiða tær til Innlendismálaráðið, Tórshavn til góðkenningar.
Viðtøka
Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti á fundi tann 21. mars 2012 at fylgja tilmælinum frá Tekn. deild.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 29/03-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Einmælt samtykt-