Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 23. februar 2012 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður, Sæunn Ó. Hansen, næstformaður, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen
Ikki møtt : Hans Jákup Johannesen

1.
J. nr. 11/00093 2. viðgerð av eykajáttan til umvæling av gøtuljósum, sum fingu skaða í ódnini 24/11-2011 og seinni illveðri.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Nógvir skaðar hava verið á gøtuljósini av illveðri seinastu tíðina.
Tekn. deild hevur, saman við veitarunum á økjunum, kanna skaðarnar og verður mett, at kostnaðurin fyri at gera gøtuljósini aftur liggur uml. 500.000 kr.
Tekn. deild mælir til at játta pening til endamálið, soleiðis at gøtuljósini kunnu fáast aftur á nøktandi støði.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17.01.12 samtykt at mæla til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild, og í hesum sambandi biða býráðið um eykajáttan.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19.01.2012 tikið undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og at eykajáttan til hetta verður fíggjað úr gjaldføri kommununar.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjar-nevndini.
-Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 við aðru viðgerð einmælt samtykt eina eykajáttan á kr. 500.000,- til umvæling av gøtuljósum.

2.
J. nr. 560 - 06/00980 2. viðgerð av eykajáttan til nýggja moldgoymsla í Nes haga saman við Nes kommunu og vegur til moldgoymslu.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 16.01.12, samtykt at mæla til, at tikið verður undir við ætlanini, at tikið verður undir við sáttmálunum við hagastýrið og Búnaðarstovuna og at biðið verður um eykajáttan á kr. 450.000,-.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19.01.2012 tikið undir við tilmælinum frá VHN og at eykajáttan til hetta verður fíggjað úr gjaldføri kommununar.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 einmælt samtykt við aðru viðgerð samtykt eina eykajáttan á kr. 450.000,- til nýggja moldgoymslu.

3.
J. nr. 12/00175 Hagastýrið fyri Innan Gjógv á Skála heitir á kommununa um at fáa arbeiðið gjørd, við at slætta moldina/avgrevsturin, sum bleiv koyrt frá barnagarðinum niðan á Mýruhjalla.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild hevur gjørt uppskot til avtalu (df. 14. febr. 2012) millum Runavíkar kommunu og hagastýrið Innan Gjógv á Skála.
-Teknisk nevnd hevur á fundi 13/02-2012 mælt til at góðkenna avtaluna.
-Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 12/00227 Endurskoðan av játtanini til stuðul til ítróttarfeløg v.m.
Mentanardeildin mælir til, at hækka ítróttastuðulin fyri 2012 við kr. 220.000,-.
-Meirilutin í mentanar nevndini tóku undir við tilmælinum frá Mentanardeildini. Minnilutin tók ikki støðu til málið, tí at skoðbráðið var ov stutt.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 16.02.2012 tikið undir við tilmælinum frá meirilutanum í Mentanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini.