Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður, Sæunn Ó. Hansen, næstformaður, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen
1.
J. nr. 560 - 06/00980 Nýggj moldgoymsla í økinum sunnan fyri Skoragil, eystur móti Skorðunum, sum skal verða felags moldgoymsla fyri Nes- og Runavíkar kommunu. Økið er burtur av matr. nr. 155 í Nes haga.
Eisini skal vegur gerast til moldgoymsluna.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 16.01.12, mælt til at taka undir við ætlanini og at taka undir við sáttmálunum við hagastýrið og Búnaðarstovuna. Biðið verður um eykajáttan á kr. 450.000,- til endamálið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19.01.2012 tikið undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini. Eykajáttanin verður at fíggjað úr gjaldføri kommununar.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
2.
J. nr. 12/00036 Kongshavnar Havnastýri – rakstrarætlan fyri 2012.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 16/01-12 mælt til samtykkja at fíggjarætlanina.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.
3.
J. nr. 331 – 11/00514 Spurningurin um útbygging av eldrasambýlinum á Skála.
Tilmæli frá Sosialu deild:
Tekniska deild mælir til at gera byggiskrá fyri út- og umbyggingina av Eldrasambýlinum á Skála.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 16/01-2012 mælt til, at byggiskrá verður gjørd, sum kann fyriliggja til summarfrítíðina. Sosiala nevnd mælir til at kanna møguleikan við samstarvi við Sjóvar kommunu, um útbygging av Eldrasambýlinum á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
4.
J. nr. 11/00161 Spillivatnsætlanin fyri Runavíkar kommunu.
Umhvørvisstovan hevur sett freistina at koma við dagførdari tíðarætlan til 27/02-2012.
Sí uppskot til raðfesting av arbeiðinum við spillivatnsætlanini frá Pf. Sofus M. Jakobsen dagf. 16/1-2012.
-Tekniska nevnd er á fundi 17/01-12 kunnað um málið, og tekur undir við raðfestingini.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
5.
J. nr. 11/00093 Vindskaðar á gøtuljós í ódnini 24/11-2011 og seinni illveðri.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Nógvir skaðar hava verið á gøtuljósini av illveðri seinastu tíðina.
Tekn. deild hevur, saman við veitarunum á økjunum, kanna skaðarnar og verður mett, at kostnaðurin fyri at gera gøtuljósini aftur í nøkulunda sama stand, liggur uml. 500.000 kr
Tekn. deild mælir til at játta pening til endamálið, soleiðis at gøtuljósini kunnu fáast aftur á nøktandi støði.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17.01.12 mælt til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild, og í hesum sambandi biðja býráðið um eykajáttan.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19.01.2012 tikið undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og at eykajáttan til hetta verður fíggjað úr gjaldføri kommununar.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
6.
J. nr. 12/00031 TAKS hevur við skrivi df. 05/12-2011 sent kommununi umsókn til ummælis frá felagnum „Shanti“, sum søkir um skattafrælsi.
Endamálið hjá felagnum er at stuðla barnaheiminum Shanti í India.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19.01.2012 viðmælt at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
7.
J. nr. 12/00026 Cafe 44, Heiðavegur 44, Saltangará søkir um skeinkiloyvi á matr. nr. 242 Glyvra bygd.
Café 44 yvirtekur virksemið hjá Café Peche, sum áður hevur fingið játtað skeinkiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 26/01-2012 samtykt við 8 atkvøðum fyri, 2 ímóti og einari blankari at játta skeinkiloyvi.