Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. september 2011 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

Ikki møtt :
Sæunn Ó. Hansen
Kristian Gaardbo møtti kl. 17.55, aftaná at mál 1–5 vóru viðgjørd.

1.
J. nr. 541 – 09/00562 2. viðgerð av eykajáttan til liðuggerð av vegnum Hórheiðar á Skála.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/8-2011 mælt til, at gera arbeiðið í ár, og beina málið í fíggjarnevndina fyri at fáa játtan til endamálið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25/08-2011 tikið undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og mælir til at veita eina eykajáttan upp á 300 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt, við aðru viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá kr. 300.000,00 til Hórheiðar.

2.
J. nr. 352 – 11/00366 2. viðgerð av eykajáttan 2011 til øki 3: (Barnaansing).
Tilmæli frá Sosialu deild:
Í mun til framskriving og meting av rakstrarútreiðslunum pr. 31. juli 2011, koma at resta 881.000 í til øki 3.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 22/08-2011 samtykt at beina málið í fíggjarnevndina við áheitan um meirjáttan á 881.000 kr. til øki 3. Børn og ung.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25.08.2011 mælt til at samtykkja eina eykajáttan á 881.000 til økið.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjar-nevndini.
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt, við aðru viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá kr. 881.000,00 til øki 3 - Barnaansing.

3.
J. nr. 102 – 11/00458 2. viðgerð av eykajáttan til øki 2: Almanna- og Heilsumál.
Tilmæli frá Sosialu deild:
Út frá mettu ársnýtsluni smb. rakstrartølunum pr. juli 2011, koma at resta kr. 150.000 í fyri 2011.
-Sosiala nevnd mælir til at samtykkja eina eykajáttan uppá kr. 150.000 til økið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25.08.2011 tikið undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt, við aðru viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá kr. 150.000,00 til øki 2 – Almanna- og Heilsumál.


4.
J. nr. 510 – 11/00286 Broyting av byggisamtyktini fyri útrokning av nýtingarstigi í samband við sethúsabygging.
Ummæli frá Teknisku deild:
Í byggisamtyktum eru ásetingar um nýtingastig, fyri at stýra, hvussu tætt bygt øki verða. Um kjallarin ikki verður roknaður við, ber til at byggja størri hús, og harvið verður økið tættari bygt.
Tekn. deild mælir til, at víddin á kjallara, sum svarar til víddina á 1. hædd, ikki telur við í útrokning av nýtingarstig. Men at kjallararúm, sum fer út um hesa vídd, telur við 100 %.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

5.
J. nr. SK 301b – 11/00447 Kafeteria í Ítóttarhøllini á Skála og Kampingplássið.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 23/08-2011 samtykt at lýsa kafeteria og kampingplássið til leigu og avtaka ásetingarnar, sum vóru fyri kafeteria .
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

6.
J. nr. 254 – 11/00291 Ungdómshús á vestara armi á Skálafjørðinum - Umsókn frá áhugabólki á Skála um at stovnseta felags ungdómshús, saman við Sjóvar kommunu.
Tilmæli frá Sosialu deild:
Sosiala deild mælir til samstarv millum Sjóvar- og Runavíkar kommunu um ungdómshús og at arbeitt verður víðari við málinum, so avgerð kann takast í samband við fíggjarætlanina fyri 2012.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 19/09-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Býráðið á fundi 29/09-2011:
Kári E. Jacobsen setti fram broytingaruppskot um, at beina málið aftur í Sosialu nevnd til viðgerðar, sum fall við einari atkvøðu fyri og 8 ímóti.
Kári E. Jacobsen atkvøddi fyri
Magnus Rasmussen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe og Hans Jákup Johannesen atkvøddu ímóti.
Magnus Rasmussen setti fram broytingaruppskot um at arbeiða víðari við málinum um eitt møgulit samstarv millum Sjóvar- og Runavíkar kommunu um felags ungdómshús á vestara armi, sum varð samtykt við 8 tkvøðum fyri og ongari í móti.
Magnus Rasmussen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe og Hans Jákup Johannesen atkvøddu fyri og eingin atkvøddi ímóti.

7.
J. nr. 102 – 11/00516 Ásetan av fíggjarkarmi fyri 2012.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22.09.2011 mælt til ein samlaðan fíggjarkarm á 111 mió. kr.
-Býráðið hevur á fundi 29/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.