Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen
Ikki møtt :
Hans J. Johannesen
Karl Rasmussen
1.
J. nr. 10/00599– 11/00059
2.
J. nr. 352 – 11/00258
Setan av dagrøktarleiðara fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at seta Herdis Justesen í starvið.
3.
J. nr. 634 – 11/00251
Viðmerkingar til umsókn, sum er send Fiskimálaráðnum um, at fáa Skálafjørðin góðkendan sum hvalvág. Fiskimálaráðið vísir á, at umbønin eigur at ummælast frá kommununi og síðan verða løgd fyri Fiskimálaráðið til góðkenning.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at taka eina politiska støðu til málið, áðrenn tekniskar kanningar verða gjørdar um økið er egnað sum hvalvág.
Tilmæli frá Skálanevndini:
Skálanevndin hevur á fundi 12/5-11 viðmælt, at ganga umsóknin á møti, um tekniskar kanningar vísa, at økið er egnað til hvalvág.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at taka undir við tilmælinum frá Skálanevndini.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
4.
J. nr. 105 – 11/00183
Fíggjarligur stuðul til ítróttarfeløgini í kommununi 2011.
Tilmæli frá Mentanardeildini:
Mælt verður til at útluta stuðulin eftir sama leisti í 2011 sum í 2010. Treytin fyri útgjaldi av stuðlinum er, at umsókn og roknskapur verða latin inn.
-Mentanarnevndinmælir til, at taka undir við tilmælinum frá Mentanardeildini, og at luta stuðulin soleiðis til feløgini ið søkt hava:
NSÍ kr. 122.000
Skála Ítróttarfelag 107.000
Kappróðrarfelagið NSÍ 40.000
Skála Róðrarfelag 20.000
Støkk 55.000
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
5.
J. nr. 510 – 11/00313
Broyting av býarplaninum og byggisamtyktini fyri havnaøkið í Oyndarfirði.
Tilmæli frá Tekn. deild:
Tekn. deild mælir til at víðka havnarøkið í Oyndarfirði smb. kort 23/05-2011 soleiðis,
at útfyllingin (skraveraða øki) kann frámatrikulerast.
-Vinnu- og havnarnevndin er á fundi 23/05-2011 kunnað um málið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/05-2011 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
6.
J. nr. 561 – 09/00654
Landsverk sigur í skrivi df. 21/12-2010, at nýggi vegurin oman fyri Rituvík og inn til vegamótið/íbindingina vestan fyri matr. nr. 191, verður landsvegur.
Samstundis fellur verandi landsvegur, frá Æðuvíkarvegnum til skúlan í Rituvík, (Brúnna um Stórá), aftur til kommununa.
-Tekniska nevnd mælir til, at vegurin verður yvirtikin, tá ið LV hevur asfalterað hann.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
7.
J. nr. 561-10/00614
Vegurin yvir á Glyvradal
Tilmæli frá staðarnavnaumboðunum:
Brekkan eystur frá fjósinum hjá Niels Weihe eitur Lónsbrekka. Orðið ‘lón’ merkir millum annað ‘steðgur’. Í hesum týdningi er orðið sera lítið kent, er ikki komið við í orðabókina; men máliskuna: ‘Seyðurin liggur lón’ í týdninginum av, at seyðurin liggur á bóli, verður brúkt. Bløndal (íslendsk orðabók) nevnir orðið í hesum týdningi. Vit halda, at Lónsvegur er tann betri formurin, tí hann er styttri – og fellur tí lættar. Úttalan er við stuttum ø: [løns-].
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at taka undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
8.
J. nr. 510 – 11/00286
Broyting av byggisamtyktini fyri útrokning av nýtingarstigi í samband við sethúsabygging.
Ummæli frá Teknisku deild:
Í byggisamtyktum eru ásetingar um nýtingastig, fyri at stýra, hvussu tætt bygt økir verða. Í Runavíkar kommunu varð hálvur kjallari roknaður við fram til 2000, og frá 2001 var kjallari ikki roknaður við. Í 2011 var hetta aftur broytt til, at hálvur kjallari skuldu roknast við. Um kjallarin ikki verður roknaður við, ber til at byggja størri hús, og harvið verður økið tættari bygt.
Grundin til, at mælt var til at rokna hálvan kjallara við í 2011 var, at økini fyri stakhús annars vórðu ov tætt bygt. Tá ið kjallarin ikki verður roknaður uppí nýtingarstigið, ber til at byggja so stór hús, at hvør hæddin kann nýtast til íbúð.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at kjallarin ikki verður taldur við, tá ið nýtingarstigið verður útroknað.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
9.
J. nr. 243 – 11/00314
Bygging av nýggjari fimleikarhøll í heildarveiting – ger av útbjóðingartilfari og byggiskrá.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Á fundi 28/04-2011 samtykti býráðið at arbeiða eftir einum leisti, har bjóðað verður út í heildar-veiting, har arbeiðið tó ikki kann byrja fyrr enn projekteringin er komin væl áleiðis.
Áðrenn bjóðast kann út, má byggiskrá og útbjóðingartilfar gerast. Tekn. deild mælir til játta kr. 700.000,- til endamálið.
-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.
10.
J. nr. 102 – 11/00310
Møgulig eykajáttan til keyp av Journalskipan og Sak-modul til Navision roknskaparskipanina.
-Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttanina uppá kr. 245.000 til Journalskipan og sakmodul til roknskaparskipanina..
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at at veita eina eykajáttan á kr. 245.000 til keyp av journalskipan og sakmoduli.
11.
J. nr. 331 – 11/00239
Ársroknskapurin hjá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri 2010.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin.
-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 einmælt samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.v