Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 24. november 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

124/22: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu 2023

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2023, sum javnvigar við 270 mill. kr. og við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 8.000 kr.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

125/22: Eykajáttan til svimjihøll í 2022

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru 200t kr. avsettar til fyrireiking av svimjihøll. Nú arbeiðið er farið í gongd, er tørvur á fíggja uml. 4,5 mió. kr. í 2022.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 4,5 mió. kr. til svimjihøllina í hesum fíggjarárinum.

-Býráðið hevur á fundi 10/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

126/22: Eykajáttan til keypið av gróti at fíggja í 2022 í staðin fyri 2023

-Fíggjarnevndin mælir til, at síðsta gjaldið fyri grótið, sum kommunan hevur fingið úr Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, kr. 15,1 mill. kr., verður goldið í inniverandi fíggjarári.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

127/22:  2. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum í 2022

Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá 11,5 mió. kr. á íløgusíðuni og 1,169 mió. á rakstrarsíðuni.

-Býráðið hevur á fundi 10/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

128/22: Umsókn um at hækka neyst í Skálafirði

Søkt verður um loyvi at hækka neystið á matr. nr. 14 í Skálafirði. Neystið liggur í F1-øki niðri við sandin í Skálafirði. Talan er um eitt gamalt neyst, sum verður brúkt sum hoyggjhús.

Av tí at tað ofta fløðir inn í húsið, verður søkt um loyvi at hækka neystið við 70 cm, í samband við at tekjan skal skiftast og ætlanin er at hækka gólvið samsvarandi.

Av tí at talan er um F1-øki, hevur umsóknin verið til hoyringar hjá Tjóðsavninum, sum viðmælir umsóknini treytað av, at ikki verður grivið í lendinum uttanum ella inni í neystinum og at leiðingar ikki verða grivnir til og frá neystinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at loyvi verður givið við omanfyri nevndu treytum frá Tjóðsavninum.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

129/22: Umsókn um marknaumskipan á Skála.

Søkt verður um marknaumskipan av matr. nr. 197 of 94a á Skála, soleiðis at partur av matr. nr. 197 verður lagdur afturat matr. nr. 94a.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

130/22: Marknaumskipan millum matr. 95b og litra “y” á Skála

Eigarin av matr. nr. 95b heitir á kommununa um at marknaumskipa ein part av litra “y” at leggja afturat matr. nr. 95b og sigur, at hetta skuldi verði gjørt í samband við frábýtið til vegin, ið varð gjørt fyri uml. 20 árum síðan.

-Byggi- og býarskipanbarnevndin mælir til at selja umsøkjaranum umsókta innvikið, sum er uml. 28m2 til støddar.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini

 

131/22: Ásetan av fundardøgum fyri 2023

Býráðið hevur á fundi 24/11-2022 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri býráðið í 2023:

26/1, 23/2, 30/3, 3/5, 1/6, 22/6, 31/8, 28/9, 2/11 og 30/11