Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 03. november 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Avboð: Terje B. Vestergaard

106/22: Víðkan av kirkjugarðinum í Rituvík

Í samband við at kirkjugarðurin í Rituvík skal víðkast, hevur kommunan fyri nøkrum árum síðan keypt lendi vestur frá verandi kirkjugarði, men nú er ynski um, heldur at víðka kirkjugarðin vestur eftir, og sostatt nærri kirkjuni.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kommunan ger makaskifti við Búnaðarstovuna um at keypa lendi eystur úr verandi kirkjugarði til víðkanina.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

107/22: Sundurbýti av matr. nr. 138g í Saltangará

Eigarin av matr. nr. 138g Glyvra bygd søkir um at fáa býtt kjallarahæddina á matr. nr. 138g Glyvra bygd sundur í 2 eigaraíbúðir.

Brunatekniskt er bygningurin sundurbýttur við betongveggi millum íbúðirnar og betongdekki millum kjallara- og stovuhædd. Parkeringsumstøður eru til 6 bilar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla sundurbýtinum.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

108/22: Sundurbýti av matr. nr. 544y á Skála

Byggiráð søkir um at fáa húsini, sum eru bygd á matr. nr. 544y á Skála, býtt sundur í 2 eigaraíbúðir (tvíhús).

Tekniska deild staðfestir, at treytirnar um brunatrygging millum húsini eru loknar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla sundurbýtinum.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

109/22: Sundurbýti av matr. nr. 544ab á Skála

Byggiráð søkir um at fáa húsini, sum eru bygd á matr. nr. 544ab á Skála, býtt sundur í 2 eigaraíbúðir (tvíhús).

Tekniska deild staðfestir, at treytirnar um brunatrygging millum húsini eru loknar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla sundurbýtinum.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

110/22: Eigaraskifti og samanlegging av 95a, 427a og 490 á Skála

Eigararnir av matr. nr. 95a, 427a og 490 Skála bygd søkja um, at stykkini, sum eru ávikavist 220 m2, 173 m2 og 188 m2, verða løgd saman.

Talan eru um lendi, sum í býarplaninum er útlagt sum F1-øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

111/22: Broyting av býarplaninum í Funningi

Í samband við verkætlan um frítíðarbústaðir oman fyri norðara part av bygdini, er neyðugt at broyta býarplanin, um verkætlanin kann verða veruleiki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til broyting av býarplaninum fyri Funning við nýggjum H3-øki á uml. 9.000 m2 .

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

112/22: Taraaliøki á Skálafjørðinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent kommununi umsókn frá Ocean Rainforest um aliøki til taraaling til ummælis. Upprunaliga ætlanin undir Skriðunum er nú tillagað til at verða longur norður móti Søldarfirði, har norðasta øki er vestan fyri Byrgisveg.

Havnarmeistarin og Tekniska deild mæla til, at taraaliøkið verður flutt longur suður, orsaka av innsiglingini til kajina og at tað verður lagt longur burtur frá bústaðarøkinum í Byrgi.

-Vinnu og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin mæla staðiliga frá at loyvi verður givið, tí økið kemur um mark við ítøkiliga havnarútbygging undir Byrgi í Søldarfirði og vil forða fyri framtíðar útbyggingum av havnarøkinum, í hesum førinum undir Skriðunum.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Tøkni- og umhvørvisnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

113/22: Orkustøð í Søldarfirði

Í framhald av avtalu við P/F Effo um nýggja goymslu í Søldarfirði, hevur P/F Magn somuleiðis áhuga í økinum.

Umsitingin hevur havt fund við báðar partar og hava teir áhuga at víðka projektið við at gera eina nýggja orkustøð í Søldarfirði. Ætlanin er, at nýggir tangar ikki bert skulu brúkast til olju, men at byggjast skal ein orkustøð, sum eisini skal kunna rúma framtíðar brennievnum, harundir ammoniak og ethanol.

Tilmæli frá Teknisku deild:

Nú P/F Magn er komið við í ætlanina at gera eina orkustøð í Søldarfirði, eg neyðugt at víðka økið til at verða uml. 30.000 m2.

Kostnaðarmeting fyri uppfylling, spuns v.m. liggur uml. 26,5 mill. kr.

Mælt verður til, at býráðið góðkennir treytaðu avtaluna, sum er undirskrivað við P/F Magn 24/10-2022.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at býráðið góðkennir treytaðu avtaluna við P/F Magn.

 -Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

114/22: Fíggjar- og íløguætlan fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri 2023

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjar- og Íløguætlan fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri fíggjarárið 2023.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

115/22: Eykajáttan til keypið av gróti at fíggja í 2022 í staðin fyri 2023

-Fíggjarnevndin mælir til, at síðsta gjaldið, kr. 15,1 mill. kr., fyri grótið sum kommunan hevur fingið úr Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, verður goldið í inniverandi fíggjarári.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

116-117/22: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu 2023

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2023, sum javnvigar við 270 mill. kr. og við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 8.000 kr.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

118/22: Víðkan av sitandi býráðsnevndum

Uppskot til víðkan av Mentanar-, Ítróttar-, Vinnu- og havnar- og Tøkni- og Umhvørvisnevndini til 5-manna nevndir, eins og Fíggjarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin longu hava 5-manna nevndir.

-Fíggjarnevndin mælir til, at Trivnaðarnevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin, Mentanarnevndin, Ítróttarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin verða víðkaðar við tveimum limum og at ein varalimur verður valdur í hvørja av føstu nevndunum.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

119/22: Val av limum í føstu nevndirnar

Val av tveimum nevndarlimum afturat í Mentanar-, Ítróttar-, Vinnu- og havnar- og --Tøkni- og Umhvørvisnevndina, umframt einum varalimi í allar nevndirnar, sum í dag hava tveir varalimir.

Fíggjarnevndin mælir til at velja 2 limir afturat í víðkaðu nevndirnar og at velja ein varalim í allar føstu býráðsnevndirnar.

-Býráðið hevur á fundi 3/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

Nevndirnar verða víðkaðar við hesum fólkum:

Trivnaðarnevndin:  Nevndarlimir Kaja Joensen og Jonnhild Reynholdsdóttir og varalimur Sonni L. Petersen

Tøkni- & umhvørvisnevndin: Nevndarlimir Pauli Poulsen og Elin Klein Joensen og varalimur Tóri Højgaard

Mentanarnevndin: Nevndarlimir Sonni L. Petersen og Terje B. Vestergaard og varalimur Jonhard Danielsen

Ítróttarnevndin: Nevndarlimir Kaja Joensen og Sæunn Ólavsdóttir Hansen og varalimur Elin Klein Joensen

Vinnu- & havnarnevndin: Nevndarlimir Tóri Højgaard og Sonni L. Petersen og varalimur Petur Hansen

Fíggjarnevndin: Varalimur Petur Hansen

Byggi- & býarskipanarnevndin: Varalimur Petur Hansen