Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. september 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.   

Varalimur: Reidar F. Joensen

Avboð: Jonhard Danielsen 

 

100/22: Ummæli um keyp av 20.000 m2 av lendi í Skálafirði

Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn frá Kelduni í Skálafirði til ummælis, har søkt verður um at keypa 20.000 m2 burtur av matr. nr. 541a í Skálafirði.

Økið er í býarplaninum útlagt sum C27 øki, sum er til Alment endamál.

Talan er um lendi, har ognarviðurskiftini eru bæði Hagastýrið og Búnaðarstovan og hevur Hagastýrið givið Kelduni tilsøgn um at keypa sín part av lendinum.

Tekniska deild mælir til, at kommunan viðmælir sølu av 20.000 m2 burtur av hagapartinum Skálafjall.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir til tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

101/22: Orkuverkætlan á Glyvrum

Jarðfeingi og Runavíkar kommuna hava søkt Umhvørvis- og vinnumálaráðið um stuðul til eina orkuverkætlan við jarðhita á Glyvrum.

Verkætlanin er mett at kosta 1,6 mió. kr. og hevur UVMR játtað at gjalda 636.400 kr, sum svarar til uml. 40% av verkætlanini. Runavíkar kommuna letur arbeiðsmegi, útgerð v.m. kostnaðarfrítt.

Írestandi fígging er uml. 167.000 kr. og heitir stýrisbólkurin fyri verkætlanina á Runavíkar kommunu um at fíggja hesar 167.000 kr.

Peningur er ikki avsettur á fíggjarætlanini fyri 2022 til endamálið, men møguleiki er fyri at flyta av aðrari játtan ella at avseta peningin á fíggjarætlanini fyri 2023.

-Fíggjarnevndin tekur undir við, at Runavíkar kommuna gerst partur av verkætlanini og at fíggingin verður fingin til vega, tá verkætlanin fer í gongd.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

102/22: Analysa av Rakstrardeildini

Leiðsluhúsið hevur givið tilboð uppá analysu av Rakstrardeildini, á sama hátt sum varð gjørt av Miðfyrisitingini fyrr í ár.

Kostnaðurin fyri analysuna er 120.000 kr.

60.000 kr. eru eftir av játtani til miðfyrisitingina, meðan restin kann fáast til vega við eykajáttan, útreiðsluneutralari eykajáttan ella avsetast á fíggjarætlanini fyri 2023.

-Fíggjarnevndin tekur undir við, at taka av tilboðnum um analysu av Rakstrardeildini. Írestandi fíggingin verður fingin til vega við útreiðsluneutralari flyting frá øðrum øki í sambandi við uppgerð av íløgum.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

103/22: Barnaansingartørvur í 2022 – 2. viðgerð av eykajáttan

Tørvurin fyri barnaansing økist alsamt og tí er neyðugt at arbeiða við at útvega fleiri ansingarpláss.

-Trivnaðarnevndin mælir til at arbeiða víðari við at útvega tvær vøggustovur og eina barnagarðsstovu í Søldarfjarðar skúla.

Eisini varð samtykt at íløgujáttanin 345 til Útibarnagarð, verður brúkt til umbygging av ovaru hæddini (3 skúlastovur) til dagstovn.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.

 

 

104/22: Ásetingar fyri miðstaðarøki í Runavík.

Málið um nýtt miðstaðarøkið fyri miðbýin ið varð sent Umhvørvis- og

vinnumálaráðnum (VUMR) 2. februar 2021 eftir at tað var kunngjørt og hevði ligið til almenna hoyring í 6. vikur.

Einki mótmæli var móttikið av kommunni.

Hetta málið, saman við 3 øðrum málum hjá Runavík kommunu, hava tikið óvanliga langa tíð at viðgera hjá VUMR orsaka av, at málini vóru dottin burturímillum hjá VUMR.

Nú hevur Býarskipanernevnd landsins viðgjørt hetta málið og mælt VUMR til ikki at

góðkenna broytingina, av tí at ásetingarnar í A1a vóru ov ógreiðar og at tað ikki eru nakrar konkretar avmarkingar í ásetingunum fyri økið.

Tekniska deild hevur valt at gera eina nýggja broyting í staðin fyri at mótmæla avgerðini hjá býarskipanarnevnd landsins

Í nýggju broytingini hava vit valt at kallað økið fyri M1-miðbýur fyri at tað ikki skal koma í bland við verandi miðstaðarøkir í byggisamtyktini.

Í ásetingar hava vit sett nakrar avmarkingar í mest loyvdu hædd, hæddartal, nýtslustig og krøv til parkering.

Av tí at A1a økið ikki varð gókent, varð broytingin av býarplaninum fyri økið norðanfyri Mest og Borg var heldur ikki góðkend (mál nr. 22/00886)

Tekniska deild mælir nevndini til at góðkenna broytingina av byggisamtyktini við nýggjum umráðisparti M1-miðbýur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

105/22: Broyting av býarplaninum – Nýggja miðstaðarøki

Málið j. nr. 21/00903 um ásetingar fyri miðbýarøkið, sum eisini er á skrá til hendan

fundin, varð ikki góðkent av umhvørvis- og vinnumálaráðnum VUMR orsaka, at

býarskipanernevnd landsins mælti VUMR til ikki at góðkenna broytingina, av tí at

ásetingarnar í A1a vóru ov ógreiðar.

Av hesi orsøk var málið um broyting av býarplaninum soleiðis, at komandi uppfyllingin við Fjøruveg og Gulasteinsveg heldur ikki góðkend av VUMR.

Tekniska deild hevur nú gjørt eina nýggja broyting av býarplaninum við Fjøruveg og Gulasteinsveg soleiðis at tað samsvarar við nýggja heiti á umráðispartinum fyri hetta økið – M1-miðbýur.

Í mun til broytingina samtykt av BBN 18. november og býráðnum 25. november 2021 er økið, sum verður broytt, víðkað soleiðis, at matr. nr. 96 Tofta bygd, verður lagt afturat.

Tekniska deild mælir nevndini til at góðkenna uppkotið til broyting av býarplaninum fyri Runavíkar kommunu, soleiðis ,at uppfylta øki við Fjøruveg og Gulasteinsveg, tilsamans uml. 8.900 m2 til víddar, verður M1-miðbýur

Somuleiðis verður matr. nr. 96, Mylnuvegur 1, uml. 1.370 m2 til støddar, broytt frá D42 vinnuøki til M1 miðbýur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/9-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.