Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Avboð: Terje B. Vestergaard, Sonni L. Petersen og Jonhard Danielsen
Varalimir: Jastrid Weihe, John Andersen og Reidar F. Joensen
83/22: Umbygging á matr. nr. 242 Glyvra bygd
Áki Troest søkir vegna EM-Asfalt um byggiloyvi til umbygging av bygninginum á Heiðavegi 44 í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild:
Ætlanin er at lyfta tekjuna upp, soleiðis at tað fáast 2 fullar hæddir umframt veghædd.
Veghæddin verður brúkt til útvent virksemi og tvær íbúðir omanfyri.
Ætlaða húsið verður 8,9m høgt. Eisini er ætlanin at hava altan uml. 1,6m út yvir gongubreytina.
Søkt verður um frávik frá mest loyvdu hæddum og mest loyvdu bygningshædd.
Tað eru fleiri bygningar við Heiðaveg, sum eru hægri enn 8,5m og hava 3 hæddir.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini um frávik í hæddartali og bygningshædd á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
84/22: Umbygging av kjallarahæddini á matr. nr. 199 Glyvra bygd
Sp/f Henning Larsen søkja vegna Thetis um byggiloyvi í samband við umbygging av kjallarahæddini á Heiðavegi 53 í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild:
Søkt verður um at innrætta kjallarahæddina til kanningarstou og skrivstovur.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
85/22: Broyting av býarplaninum fyri økið við Lítlatún í Æðuvík
Tá útstykkingin við Lítlatún varð matrikulerað vísir tað seg, at ein partur av eystasta grundstykkinum liggur í E-landbúnaðarøki.
Tekniska deild mælir til at broyta býarplanin soleiðis, at uml. 300 m2 av E-landbúnaðarøki verður broytt til B24-bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at broyta økið til B24-bústaðarøki.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
86/22: Byggiloyvi til bilhús í Søldarfirði.
Søkt verður um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 108e í Søldarfirði.
Ummæli frá Teknisku deild:
Bilhúsið er 49,8 m2 til støddar. Søkt verður um frávik frá ásetingunum í byggisamtyktini um hædd móti grannamarki uppá 4m, har ásetingin er 2,5m og longd 8m har ásetingin er 6m. Grannaváttan frá eigarunum á matr. nr. 109 og festaranum á matr. nr. 108a eru viðsend umsóknini.
Har bilhúsið er hægst, er niðan ímóti haganum og kemur ikki at taka útsýnið frá nøkrum, tí har er høgt beni frá túninum niðan ímóti haganum.
Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi við undantaksloyvi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
87/22: Útbygging av Rásini í Saltangará
P/F Formo søkir vegna Landsverk um útbygging av eftirskúlanum Rásini soleiðis, at næmingatalið kann økjast frá 7 til 14 næmingar.
Ummæli frá Teknisku deild:
Samlaða gólvvíddin á verandi bygging er uml. 360 m2, deilt yvir 3 hæddir. Harav 104 m2 er kjallari.
Tilbyggingin er brutto 559 m2 harav uml. 280 m2 er kjallari, sum lutvíst er undir lendinum.
Samlaða víddin er á grundstykkinum matr. nr. 168d er 1.320 m2 og nýtingarstigið verður 0,41.
Mælt verður til at ganga umsóknini á møti og geva undantaksloyvi til hægri nýtingarstig.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
88/22: Funningur – ferðslutrygd
Í Funningi er smalt nógva staðni at koyra millum húsini í Funningi og fleiri húsahorn eru at fara um og harveið einki sýni.
Ráðiligt er at seta hámarksferðina niður, fyri at betra um ferðslutrygdina.
Tekniska deild mælir til at seta hámarksferðina í allari bygdini til 30 km Sonu við innkomu til bygdina.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við, at øll bygdin verður skeltað til 30 km Sonu.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
89/22: Setan av ítróttar- og mentanarsamskipara
Mentanar- og ítróttarsamskiparin er farin í annað starv og tí skal lýsast eftir nýggjum samskipara.
-Mentanarnevndin mælir til, at starvið verður býtt sundur og at tað sum skjótast verður lýst eftir mentanarsamskipara, sum skal hava høvusðábyrgd av Løkshøll.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
90-91/22: Barnaansingartørvur í 2022
Fyri at nøkta ansingartørvin eftir summarferiuna er ein leiguavtala gjørd við skótahúsið fram til summarið 2023, har 14 børn nú hava tilboð sum útbarnagarðsstova.
Men tørvurin økist alsamt og tí er neyðugt at arbeiða við at útvega fleiri ansingarpláss.
-Trivnaðarnevndin mælir til at arbeiða víðari við at útvega tvær vøggustovur og eina barnagarðsstovu í Søldarfjarðar skúla.
Eisini varð samtykt at íløgujáttanin 345 til Útibarnagarð, verður brúkt til umbygging av ovaru hæddini (3 skúlastovur) til dagstovn.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.
92/22: 2. viðgerð: Roðin – Íløgujáttan flutt frá 2021
Íløgujáttanin til Roðan í 2021 uppá 1.067 mió. varð ikki brúkt, tá árið var úti, og fall tí burtur og má játtast av nýggjum.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita Roðanum eykajáttan áljóðandi 1.067 mió. kr. til liðuggerð av útbyggingini.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndini.
93/22: Fíggjarkarmur – Fíggjarætlan fyri 2023
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2023 til 249 mió. kr.
Inntøkur:
Persóns-, partafelags- og DIS/FAS skattir 207 mió. kr.
Eftirlønarskattur 42 mió. kr.
Útreiðslur:
Rakstur 180,0 mió. kr.
Íløgur 53,2 mió. kr.
Rentur (rentuútr. 5,0 og rentustuðul 2,5) 7,5 mió. kr.
Avlop 8,3 mió. kr.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndini.
94/22: 2. viðgerð: Planering av havnarøki við Trøllaklett í Søldarfirði
Ein partur av økinum við Trøllaklett, sum Navigare leigar, er nú planerað, soleiðis, at økið kann brúkast til goymslu av tilfari og harvið geva leiguinntøku til kommununa. Kostnaðurin av arbeiðinum er áljóðandi 270.000 kr.
Arbeiðið verður fíggjað sum útreiðsluneutral eykajáttan og skal hava 2. viðgerðir í býráðnum. Játtanin verður flutt frá játtanini til Høgabólsbryggjuna.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita útreiðsluneutrala eykajáttan áljóðandi 270.000 kr. til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndini.
95/22: 2. viðgerð: Leingjan av bryggjukanti í Funningsfirði
Orsaka av øktum virksemi, er tørvur á at fáa longt bryggjukantin í Funningsfirði fyri at skipini kunnu liggja væl, tá skipast skal upp við bryggjuna. Talan er um 24m av lidnari kaj.
Havnarmeistarin hevur innheintað tilboð og mælir til at arbeiðið verður sett í verk sum skjótast.
Tekniska deild mælir til at gera útbyggingina og fíggja hana av RS 751
-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 1/9-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.