Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Varalimir: Reidar Joensen
Avboð: Pauli Poulsen og Jonhard Danielsen
62/22: Fjøruvegur norður – Útboð av arbeiðinum
Verkætlanin Fjøruvegur norðasti partur snýr seg um, at nýggjur vegur skal gerast frá Oljukajini til Bakkaveg á Glyvrum.
Íbindingin niðan í Glyvraveg verður gjørd soleiðis, at Fjøruvegurin verður høvuðsvegur í mun til Glyvraveg.
Arbeiðið umfatar 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreyt, jørð- og lendisarbeiði, El-arbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv.
Arbeiðstíðin er sett til 18 mdr. og kann byrja so skjótt sáttmálin er undirskrivaður.
Verkætlanin varð boðin út í innbodnari lisitatión millum 5 verktakarar og inn komu 3 tiboð.
-Articon hevði lægsta tilboðið áljóðandi 29.732.771,93 kr.
NET og SEV eru við og rinda sín part fyri veitingar, íalt 1.207.951,35 kr
Við projektuppfylging, fakeftirliti og byggileiðslu er samlaði fíggjartørvurin 30.076.606 kr, sum Runavíkar kommuna og landið bera í lutfallinum 45/55
Nettogjaldið hjá Runavíkar kommunu verður 13.534.427,99 kr., býtt yvir 3 fíggjarár (2022, 2023 og 2024)
-Vinnu- og havnarnevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin høvdu málið til kunningar.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna Arbeiðstøkusáttmálan við Articon.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
63/22: Svimjihøll – Arbeiðstakarasáttmáli við Kanjon
Eftir drúgva tilgongd varð partalagsavtala gjørd við Kanjun 17/1-22 um svimjihøll í Runavík. Smb. avtaluni varð arbeiðið býtt í tveir partar.
Í skeið 1 skuldu partarnir í felag tillaga og albøta prosjektgrundarlagið, sum kundi liggja til grund undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.
Skeið 2 fevndi um sjálva byggingina av svimjihøllini.
Býráðið samtykti 27/1-22 at fara undir skeið 1 í tilgongdini.
Kanjon lat fyribils boð inn miðjan apríl. Síðan er boðið gjøgnumgingið av BBP og ráðgevum teirra og uttanhýsis ráðgevum í Føroyum fyri:
At meta um prísirnar í tilboðnum
At meta um, um sparingarátøk kundu gerast, sum fáa prísin niður, uttan at funktinaliteturin versnar.
Granskingin er nú liðug og samráðingarnar við Kanjon komnar á mál, soleiðis, at eitt uppskot til høvuðsarbeiðstakarasáttmála nú fyriliggur. Sáttmálaupphæddin er 122.673.201 kr.
Yvirskipaða kostnarmetingin fyri verkætlanina fevnir um:
Svimjihøll 128,5 mió.
Millumbygningur og príshækkingar 21,3 mió.
Jarðhitahol og hitavekslara 5,5 mió.
Kommunu mvg 6,25% 9,7 mió.
Í alt 165,0 mió.
Av hesum ber til at spara 5 mió. kr. við at nýta oljufýring heldur enn jarðhita. Tó verður íløgan í jarðhita spard inn aftur í rakstrinum eftir 5-8 ár.
Funktionelt fevnir verkætlanin um eina svimjihøll við m.a.:
-25 metra hyli við 8 geilum
-Spælihyli til børnini
-Vatnøku
-Hangandi palli til lop
-Heitum vælveruhyli
-Sauna og dampbað
-Køldum pottum úti
-Umklæðingarhøli til familjur og rørslutarnaði
Har umframt umklæðingrúm til kvinnur og til menn, lyft millum hæddirnar, móttøku við uppihaldsøki og fundarhøli við te-køki.
Í verkætlanini er eisini niðurtøka og uppbygging av millumbygningi millum svimjihøllina og Bylgjuna. Millumbygningurin er í sera ringum standi og var ikki við í høvuðsumvælingini av Bylgjuni, tá hon varð bygd í 2013.
Mentanardeildin mælir til at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku.
Fíggjarleiðarin vísir á, at verkætlanin á 165 mió. kann fíggjast við:
Upptøku av láni í 2022, 2023 og 2024 við ávikavist 30, 35 og 20 mió.
Og ársfíggjaðum íløgum á 40 mió. í 2 ár í 2023 og 2024
-Ítróttarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin hava viðgjørt verkætlanina og mæla til at leggja málið fyri býráðið til støðutakan.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, við einar atkvøðu at taka undir við tilmælinum frá Mentanardeildini, tveimum blonkum atkvøðum og einari fyri at leggja málið fyri býráðið til støðutakan.
-Fíggjarnevndin mælir til, við 4 atkvøðum fyri og ongari í móti, at taka undir við tilmælinum frá mentanardeildini um at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt, við 8 atkvøðum fyri og 2 ímóti, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
64/22: Byggiloyvi til Svimjihøll við Løkin í Runavík
BBP Arkitektar søkja vegna Runavíkar kommunu um byggiloyvi til svimjihøll á økinum millum Apotekið og Bylgjuna.
BBP Arkitektar søktu í septerber í 2020 um byggiloyvi til svimjihøllina við Løkin.
Tekniska deild granskaði tekningarnar og fingu serfrøðingar í brunatrygd at gjøgnumganga og viðmerkja prosjektið. Síðan eru nýggjar tekningar frá BBP, sum eru endaliga góðkendar.
Tekniska deild heldur einki verða í vegin fyri at játta umsóknini og mælir til at byggiloyvi til svimjihøllina verður útskrivað.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til svimjihøll samb. góðkendu tekningunum.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt, við 9 atkvøðum fyri og 1 ímóti, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
65/22: Umsókn um loyvi til niðurtøku av gomlum húsi á Skála
Søkt verður um loyvi at taka niður gamla húsið á matr. rn. 414 á Skála, sum er í sera ringum standi og vandi fyri, at húsini farast í ódnaðveðri og gera skaða á hús og bátar í økinum.
Húsini liggja í einum F1 øki, sum í byggisamtyktini er ásett til fornminni.
Ætlanin um niðurtøku er send Tjóðsavninum til ummælis. Tjóðsavnið avgjørdi ikki at friða húsini.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini um at taka húsini niður, vísandi til avgerðina hjá Tjóðsavninum, um ikki at friða húsini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
66/22: Avhendan av Gamla telefonhúsinum í Funningsfirði
Búnaðarstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn frá Skótaliði KFUM´s í Havn um leigu av lendi í Funningsfirði. Talan er um, at P/F Net vil lata skótunum telefonhúsið, sum stendur á lendinum.
-Mentanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
67/22: Umsókn um byggiloyvi til carport og útiskúr.
Fuglark søkir vegna eigararnar á matr. nr. 1u í Runavík um byggiloyvi til carport og útiskúr.
Sambært byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu er mest loyvda bygging ímóti grannamarki 8m. Søkt verður um undantaksloyvi til at byggja 9m móti grannamarki. Grannaváttan fylgir við umsóknini.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
68/22: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 47 í Oyndarfirði.
Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn um sundurbýti av matr. nr. 47 í Oyndarfirði til ummælis.
Talan er um sundurbýti av 3 jarðarstykkjum burtur av matr. nr. 47.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
69/22: Reglugerð fyri moldgoymsluna í Skálafirði
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til reglugerð fyri moldgoymsluna í Skálafirði.
Kommunan samstarvar við Nes kommunu um moldgoymsluna á Skoragili, sum umfatar bygdirnar frá Æðuvík/Rituvík norður til Skipanes. Hendan er júst umskipa av nýggjum, við fastari upplating og áseting av gjaldi fyri tilfar, sum verður koyrt á moldgoymsluna.
Tekniska deild mælir til at seta somu skipan í verk í Skálafirði við brúkaragjaldi og reglugerð.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
70-73/22: Tíðaraavmarkað parkering
Fyri at betra um parkeringsviðurskiftini, mælir Tekniska deild til at broyta og seta tíðaravmarkaða parkering á hesi øki í kommununi:
Fram við Fjarðarvegi í Saltangará verður broytt til 9 tíma tíðaravmarking
Í Brotinum (omanfyri Bónus) verður partur av økinum tíðaravmarkað til 8 tímar, fyri at tálma langtíðar parkering
Norðan fyri Á handilin á Glyvrum verður broytt til 8 tímar, fyri at tálma langtíðar parkering
Parkeringsplássið við kirkjuna í Elduvík verður broytt til 8 tímar parkering.
-Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
74/22: Broyting av býarplaninum vestan fyri Bakkaveg/Fjøruveg á Glyvrum.
Í samband við nýggja Fjøruvegin, verður eitt øki vestan fyri nýggja vegin, sum kann verða áhugavert at staðseta eitt A-øki til miðstaðarendamál til t.d. privat og almenna veiting, handil, bústaðarendamál ella tílíkt.
Tekniska deild mælir til, at býarplanurin verður broyttur soleiðis, at partur av gamla Bakkavegnum og partar av E1 økjunum á matr. nr. 80a og 68a vestan fyri nýggja Bakkavegin/Fjøruvegin á Glyvrum, verður broytt til nýtt A1-miðstaðarøki. Víddin av økinum er tilsamans uml. 5.300 m2
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndini.
75/22: Planering av havnarøki við Trøllaklett í Søldarfirði
Ein partur av økinum við Trøllaklett, sum Navigare leigar, er nú planerað, soleiðis, at økið kann brúkast til goymslu av tilfari og harvið geva leiguinntøku til kommununa. Kostnaðurin av arbeiðinum er áljóðandi 270.000 kr.
Arbeiðið verður fíggjað sum útreiðsluneutral eykajáttan og skal hava 2. viðgerðir í býráðnum. Játtanin verður flutt frá játtanini til Høgabólsbryggjuna.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita útreiðsluneutrala eykajáttan áljóðandi 270.000 kr. til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
76/22: 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av nýggjum graslíki.
5 veitarar hava givið tilboð uppá grasvøll og undirlag til vallirnir Við Løkin og á hondboltsvøllin omanfyri Glyvra skúla.
Mentanardeildin mælir til at taka upp samráðingar við Laiderz, sum átti lægsta tilboðið um keyp av vølli av slagnum ACT Global.
Mælt verður somuleiðis til, at biðið verður um optión frá sama veitara at veita sama slag vøll til Skála um eitt ár.
-Ítróttarnevndin tekur undir við tilmælinum og at taka upp samráðingar við Laiderz um veitan av vølli av slagnum ACT Global/Dywilan.
-Fíggjarnevndin tekur undir við Ítróttarnevndini og at munurin millum kostnaðin og avsetta peningin verður fíggjaður við eykajáttan.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini og veita eina eykajáttan uppá 4.237.000 til endamálið.
Tilmæli frá fíggjarleiðaranum í samband við 2. viðgerð av eykajáttan til graslíki:
Í fyrru viðgerðini er hædd ikki tikið fyri kommunu mvg, sum er 490.000 kr og stuðli frá Fótbóltssambandinum á 600.000 sum nú er játtaður. Tørvurin fyri eykajáttan minkar tí við 110.000 kr. og mælir fíggjarleiðarin til, at játtaðar verða 4.127.000 í eykajáttan til keyp av graslíki.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum í samband við 2. viðgerð av eykajáttan áljóðandi 4.127.000 til keyp av graslíki.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
77/22: Roðin – Íløgujáttan flutt frá 2021
Íløgujáttanin til Roðan í 2021 uppá 1.067 mió. varð ikki brúkt, tá árið var úti, og fall tí burtur og má játtast av nýggjum.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita Roðanum eykajáttan áljóðandi 1.067 mió. kr. til liðuggerð av útbyggingini.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
78/22: Søla av lendi til íbúðarbygging á Skála
Kommunan hevur ogna sær eitt uml. 10.900 m2 stórt jarðarstykki omanfyri sambýlið á Skála (matr.nr. 335b, 300m og 519a), sum ætlandi skal brúkast til bústaðarbygging/íbúðarbygging.
Í býarplaninum fyri Skála er hetta økið lagt út til B-bústaðarbygging, men í býggisamtyktini eru ásetingarnar fyri B-økini á Skála, at fyri at byggja íbúðir skal ein serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.
Ein serstøk byggisamtykt krevur eina býráðssamtykt, kunngerast, 6 vikur almenn hoyring og góðkenning av Umhvørvis- og vinnumálaráðnum
Tekniska deild mælir til at leggja matr. nr. 335b og 519a afturat matr. nr. 300m og lýsa ognina alment til sølu við treytum um at íbúðir skulu byggjast á økinum
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanar.
79/22: Søla av lendi til íbúðarbygging á Glyvrum
Kommunan er eigari av matr. nr. 44a á Glyvrum, har vestari parturin (niðan fyri Sýnarveg) er útlagdur til B-bústaðarøki.
Tekniska deild mælir til, at niðari parturin (2.760 m2) av matr. nr. 44a Glyvrar, sum liggur vestan fyri Sýnarveg, verður frábýttur og lýstur alment til sølu við treytum um, at íbúðir skulu byggjast á økið.
-Býráðið hevur á fundi 30/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanar.