Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur (í Lamba) - 02. juni 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

50/22: Umsókn um uppískoytisstykki í Saltangará 

Søkt verður um loyvi at keypa uml. 385 m2 burtur av matr. nr. 150a til samanlegging við matr. nr. 151 Glyvra bygd.

Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini vísandi til Kunngerð 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, sum ásetur, at kommunan ikki kann selja økir størri enn 300 m2 uttan alment útboð.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

51/22: Umsókn um sundurbýti í Søldarfirði

Kommunan hevur fingið mál til hoyringar frá Búnaðarstovuni, har søkt verður um frábýti av 720 m2 stórum stykki burturav matr. nr. 2 Lamba bygd, sum grundstykki fjósið, sum liggur úti á Bø í Søldarfirði. Økið liggur í E1-landbúnaðarøki innangarðs.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

52/22: Umsókn um sundurbýti í Søldarfirði

Kommunan hevur fingið mál til hoyringar frá Búnaðarstovuni, har søkt verður um frábýti av einum 785 m2 stórum stykki burturav matr. nr. 1a Lamba bygd, sum grundstykki gamla fjósið, sum liggur úti á Bø í Søldarfirði. Økið liggur í F-øki og kunnu broytingar av grundstykki bert gerast í samráð við Fornminnissavnið (Tjóðsavnið).

Tekniska deild mælir frá at viðmæla frábýti av 785 m2 burturav matr. nr. 1a Lamba, til Fornminnissavnið hevur viðgjørt málið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

53/22:  Umsókn um víðkan av aliloyvi á Glyvradali S-16

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sendir hoyringsskriv viðv. umsókn frá P/f Bakkafrost í samband við umsókn um víðkan av aliloyvi til smoltstøðina á Glyvradali.

Tekniska deild hevur kannað málið og hevur ongar viðmerkingar til málið um víðkan av aliloyvinum.

-Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin hava ongar viðmerkingar til umsóknina um víðkan av aliloyvinum hjá Bakkafrost á Glyvradali.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

 

54/22: Serloyvi til bygging av tvíhúsum á Skála

Umsitingin hevur fingið fyrispurning um bygging av tvíhúsum á matr. nr. 153i og 253k Úti á Fløtum.

Ummæli frá Teknisku deild:

Økið talan er um, er B18 – bústaðarøki har loyvi er at byggja sethús og við serloyvi frá byggivaldinum tvíhús, raðhús og tøtt/lág hús.

Stykkini lúka treytirnar fyri sundurbýti til tvíhus, har kravið er minst loyvda stødd 250 m2.

Tekniska deild mælir til at geva serloyvi til bygging av tvíhúsum á matr. nr. 253i og 253k á Skála

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

55/22: Roknskapurin hjá Kongshavnar Havn fyri 2021

Roknskapurin hjá Kongshavnar Havn verður løgd fyri býráðið til góðkenningar.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við roknskapinum hjá Kongshavnar Havn fyri 2022, sum Grannskoðarastovan hevur sett upp.

 

 

56/22: Ítróttarstuðulin 2022

Ítróttarnevndin mælir til, at ítróttarstuðulin verður útlutaður feløgunum eftir býtislyklinum soleiðis:

Bogaskjótifelagið Ørvur   15.000

Kappróðrarfelagið NSÍ     55.841

NSÍ                                     248.532

Skála Ítróttarfelag              92.973

Skála Róðrarfelag              15.000

Støkk                                  136.792

Tjaldur                                39.597

Roysnið                               15.000

Nápur                                  15.000

Hwarang Føroyar              16.265

Svanur                                 15.000

Sleipnir                                15.000

Kongshavnar Talvfelag    15.000

Dartfelagið D9                    15.000

Skálafjarðar Billardfelag   15.000

Eysturoyar Golffelag        15.000

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.

 

 

57/22: Tilboð uppá nýtt graslíki á leikvøllin við Løkin og á Glyvrum

5 veitarar hava givið tilboð uppá grasvøll og undirlag til vallirnir Við løkin og á hondboltsvøllin omanfyri Glyvra skúla.

Mentanardeildin mælir til at taka upp samráðingar við Laiderz, sum átti lægsta tilboðið um keyp av vølli av slagnum ACT Global.

Mælt verður somuleiðis til, at biðið verður um optión frá sama veitara at veita sama slag vøll til Skála um eitt ár.

-Ítróttarnevndin tekur undir við tilmælinum og at taka upp samráðingar við Laiderz um veitan av vølli av slagnum ACT Global/Dywilan.

-Fíggjarnevndin tekur undir við Ítróttarnevndini og at munurin millum kostnaðin og avsetta peningin verður fíggjaður við eykajáttan.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini og veita eina eykajáttan uppá 4.237.000 til endamálið.

 

 

58/22: Útibarnagarður í Lamba

Býráðið hevur samtykt at seta útibarnagarð á stovn í Lamba skúla, til tess at nøkta ansingartørvin eftir summarferiuna.

-Trivnaðarnevndin vísir á, at tað eru fleiri avbjóðingar við at fáa Lamba skúla kláran til útibarnagarð í summar til ein nóg stóran bólk av børnum. Nevndin mælir til, at saðla verður um og ístaðin flyta serstovuna í Barnagarðinum á Mýrunum í Lamba skúla, samstundis sum ein barnagarðsstovu til 16 børn verður latin upp í Barnagarðinum á Mýrunum.

Mælt verður somuleiðis til, at arbeitt verður víðari við einum útibarnagarðstilboði at byrja eftir summarferiuna í 2023.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at kanna alternativa staðseting av hølum til barnaansing, møguliga við leigu av hølum í eitt avmarkað tíðarskeið og at arbeitt verður við at finna eina varandi loysn til tess at nøkta ansingartørvin í kommununi.

 

 

59/22: Broyting av býarplaninum fyri matr. nr. 168d og 168a Glyvra bygd.

Eftirskúlin Rásin varð settur á stovn í 2005 sum eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan.

Ummæli frá Teknisku deild:

Mentamálaráðið keypti í 2003 eini stór sethús, sum vóru umbygd til eftirskúla til 7 næmingar.

Býarplanurin fyri grundstykkið er ongantíð broyttur frá B-bústaðarøki til C-øki til almenn endamál.

Í samband við ætlanir um at útbyggja skúlan til 7 næmingar afturat, verður mælt til at broyta býarplanin fyri matr. rn. 168d og part av matr. nr. 168a í Saltangará frá B-bústaðarøki til C-øki til almenn endamál.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

60/22:  Mótmæli í samband við broyting av býarplaninum fyri Fjøruvegin á Glyvrum.

Broytingin av býarplaninum fyri Fjøruvegin á Glyvrum hevur ligið frammi til alment eftirlit. Tá freistin var úti, var eitt mótmæli móti linjuføringini av Fjøruvegnum.

Kærarin mótmælir, at Fjøruvegurin verður lagdur so ovarliga í lendinum, heldur enn at liggja niðri í fjøruni.

Orsøkin til at Fjøruvegurin er lagdur ovari í lendinum, heldur enn niðri í fjøruni er, at Glyvravegur verður avbrotin og nýggi vegurin verður leiddur oman ímóti fjøruni og verður soleiðis nýggjur høvuðsvegur út ímóti tunnislmunnanum. Fyri at fáa eina lagaliga yvirgongd, heldur enn at fáa ein síðuveg inn á Glyvraveg, sum í dag, er neyðugt at laga veglinjuna til hesa loysn.

Ætlanin er eisini at gera gøtuna oman í fjøruna betri og tryggari og at víðka um tryvnaðarøkið við Glyvra strond suður ímóti gamla handlinum. Viðmerkjast skal, at veglinjan er løgd uml. 3m undir verandi lendi, soleiðis at ein byrging (støj vold) verður eystan fyri vegin, sum dempar óljóð frá vegnum.

Tekniska deild mælir til at halda fast við ætlaðu broytingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisk deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

61/22: Gist og Vist søkir um matstovu- og skeinkiloyvi.

Í samband við at Gist og Vist letur matstovuna Etika upp á Høgaból,i verður søkt um matstovu- og skeinkiloyvi.

Í hesum sambandi skal kommunan tryggja, at bruna- og umhvørvisviðurskiftini eru í lagi og áseta mest loyvda tal av gestum.

Tekniska deild og umboð fyri Skálafjarðar Sløkkilið samstarva um hetta og hava kannað viðurskiftini.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 2/6-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.