Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Avboð: Tóri Højgaard og Jonhard Danielsen
Varalimir: John Andersen og Reidar F. Joensen
38/22: Ársroknskapur fyri Runavíkar kommunu 2021
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 5/5-2022 góðkent ársroknskapin 2021, sum verður lagdur fyri býráðið til endaliga góðkenning.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2021.
39/22: Umsókn um grundstykki í Lamba
Søkt verður um at keypa uml. 900m2 burtur av matr. nr. 35a í Lamba sum grundstykki til sethús.
Ummæli frá Teknisku deild:
Stykkið sum søkt verður um, liggur partvís í B10-bústaðarøki (400m2), meðan restin er landbúnaðarøki.
Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn grein 1 stendur “Um ikki annað er ásett í lóggávuni, skal fastogn hjá kommununi verða boðin út alment, áðrenn ognin verður seld.
Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini vísandi til kunngerðina um Alment útboð.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
40/22: Umsókn um uppískoytisstykki í Rituvík.
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 258 og 259 í Rituvík til ummælis.
Søkt verður um at frábýta 200 m2 burtur av matr. nr. 258 til samanlegging við matr. nr. 259, sum framman undan er 200 m2 til støddar. Bæði matr. nr. 258 og 259 liggja í E1 landbúnaðarøki Innangarðs.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
41/22: Sundurbýti av grundstykkjum á Ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi
Ídnaðarútstykking við 4 smærri grundstykkjum á Ennigøtu á Rituvíkshálsi eru nú um at vera liðug at avhendað frá arbeiðstakaranum. Stykkini skulu frábýtast áðrenn tey kunnu skeytast keyparum.
Tekniska deild mælir til, at ídnaðarútstykkingin á Ennigøtu verður send Umhvørvisstovuni til sundurbýtingar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.
42/22: Uppískoytisstykki á Glyvrum
Søkt verður um loyvi at keypa eitt uml. 90 m2 stórt uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 70a til samanlegging við matr. nr. 54 á Glyvrum.
Tann parturin, sum søkt verður um at keypa, liggur í bústaðarøki.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
43/22: Umsókn um byggiloyvi til tilbygning
Søkt verður um byggiloyvi at inniloka altan á matr. nr. 262p í Saltangará. Støddin á útbygninginum verður 12,6 m2. Frástøðan til mark verður uml. 1,7m.
Ummæli frá Teknisku deild:
Søkt verður um undantaksloyvi til at byggja nærri marki enn 2,5 og hægri enn 2,5, sum er ásett í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Útbyggingin hevur ikki nakra serliga ávirkan á grannar og kemur at síggja natúrligt út. Almenn gøta liggur uppat grundstykkinum.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
45/22: Broyting av býarplaninum fyri Oyndarfjørð
Uppskot til broyting av býarplaninum við handilin á Ovara vegi í Oyndarfirði frá A6 miðstaðarøki til B35 bústaðarøki. Broytingin fevnir um matr. nr. 173 og 174, sum tilsamans eru uml. 950 m2.
Av tí at bygningurin hevur staðið tómur í langa tíð og eingin áhugi hevur verið fyri at fara undir útvent virksemi í bygninginum, mælir Tekniska deild til at broyta býarplanurin soleiðis, at økið matr. nr. 173 og 174 verður broytt frá A6 miðstaðarøki til B35 bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
44/22: Hydrofor (pumpuskipan) í Leitinum
Nú útstykkingin í Leitinum er liðug, er tørvur á at fáa meira vatni og meira trýst fyri at nøkta vatntørvin til nógvu byggingina, sum verður í økinum.
Kostnaðurin fyri hesa útbygging er mettur til 550.000 kr.
Tekniska deild mælir til at seta arbeiðið í verk og fíggja arbeiðið av RS 651.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini, Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
45/22: Leingjan av bryggjukanti í Funningsfirði
Orsaka av øktum virksemi, er tørvur á at fáa longt bryggjukantin í Funningsfirði fyri at skipini kunnu liggja væl, tá skipast skal upp við bryggjuna. Talan er um 24m av lidnari kaj.
Havnarmeistarin hevur innheintað tilboð og mælir til at arbeiðið verður sett í verk sum skjótast.
Tekniska deild mælir til at gera útbyggingina og fíggja hana av RS 751
-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
46/22: Hotel Runavík søkir um alment loyvi
Politiið hevur sent kommununi umsókn frá Hotel Runavík um Alment loyvi til ummælis.
Ummæli frá Teknisku deild:
Í samband við umsókn um alment loyvi, skal kommunan taka støðu til mest loyvda tal av fólki í hølunum og til brunatrygdina.
Í samband við brunatrygd eru hølini góðkend í 2018 og størri um- ella útbyggingar eru ikki gjørdar síðan tá.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini um Alment loyvi til Hotel Runavík
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
47/22: Café Cibo í Saltangará søkir um alment loyvi og skeinkiloyvi
Politiið hevur sent kommununi umsókn frá Café Cibo um Alment loyvi og skeinkiloyvi til ummælis.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tað er loyvisnevndin sum letur matstovu- og skeinkiloyvi. Í hesum sambandi skulu kommunurnar verða við til at tryggja, at bruna- og umhvørvisviðurskiftini eru í lagi og um mest loyvda tal av gestum í hølunum.
Í 2021 fekk Café Cibo bruna- og umhvørvisváttan og brunaváttan frá Runavíkar kommunu og verður mett, at hesi viðurskifti framvegis eru í lagi.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini um Alment loyvi og skeinkiloyvi til Café Cibo.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 5/5-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.