Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. mars 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Avboð: Terje B. Vestergaard
Varalimir: Jastrid Weihe

22/22: Sølutorg 

Jonhard Danielsen, býráðslimur mælir til, at málið um sølutorg verður tikið uppaftur og at torgið verður staðsett í miðbýnum. 

Tekniska deild vísir á krøv sum verða sett til sølu av matvørum og at støða verður tikin til hvat skal av matvørum hugsað verður um, fyri at kunna nágreina krøvini til sølutorgið. Mælt verður til at útgreina ætlanina og møguliga góðkenning frá Umhvørvisstovuni. 

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til, at spurningurin um Sølutorg verður tikin uppaftur í samband við miðbýarætlanina.  

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

23/22:  Umsókn til bygging av vinnubygningi í Runavík  

Univice søkir um byggiloyvi til nýggjan vinnubygning á nýggju útfyllingini í Rókini, norðan fyri verandi bygningarnar.  

Ummæli frá Teknisku deild:  

Býráðið hevur í februar 2022 samtykt at broyta býarplanin fyri Rókahavnina frá D1-havnarøki til A1a øki, har Rókahavnin er ein partur av framtíðar miðbýnum.  

Mælt verður frá at játta umsóknina vísandi til samtyktu ætlanir í samband við Miðbýarætlanina.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

  

24/22: Umsókn um frábýti av grundstykki í Søldarfirði  

Umhvørvisstovan hevur sent til ummælis umsókn um frábýti av einum grundstykki burtur av matr. nr. 76a í Søldarfirði.  

Ummæli frá Teknisku deild:  

Vísandi til at ein tinglýst gøta gongur ígjøgnum niðara partin av umsøkta grundstykki, mælir Tekniska deild til at viðmæla umsóknini við teirri broyting, at stykkið ikki kemur av avbróta gøtuna, sum gongur niðan á Garðar.

 -Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

  

25/22: Umsókn um umbygging av sethúsum í Elduvík  

SNA arkitektar søkja um byggiloyvi til umbygging av sethúsinum á matr. nr. 241 í Elduvík, við fráviki um frástøðu til grannamark.  

Ummæli frá Teknisku deild:  

Talan er um eini sethús frá 1980´unum, sum ætlanin er at umbyggja og dagføra.  

Nýtingarstigið verður 29,4% har mest loyvda nýtingarstig er 30%.  

Í uppskotinum er útbygningur gjørdur sum kemur 0,7m nærri grannamarki enn ásetingarnar í byggisamtyktini áseta.  

Vísandi til at grannastykkið eystanfyri er landbúnaðarøki og Tekniska deild ikki metir at hetta kemur at ávirka grannan á nakran hátt, mælir Tekniska deild til at játta byggiloyvi.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

 -Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

26/22: Umsókn um byggiloyvi til sethús á Skála  

Søkt verður um byggiloyvi til sethús og bilhús á matr. nr. 544q á Skála, við fráviki frá ásetingum í byggisamtyktini.  

Ummæli frá Teknisku deild:  

Søkt verður um at byggja sethús við bilhúsi, sum er javnfjart við vegin og uml. 1m frá marki til veg og ímóti marki til veg. Bilhúsið er uml. 7,8m langt og 5,7m breitt og vindeyga móti grannamarki og vegi.  

Vísandi til Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, kap. IV, 4. gr, stk. 9, skulu hesar ásetingar verða loknar í mun til undantøk til bygging av bilhúsi, hjalli v.m..  

a) Longdin á bygningi móti grannamarki má ikki vera longri enn 8m. Vendir bygningurin móti 2 markum, má hin longra síðan í mesta lagi vera 8m og tann stytra síðan í mesta lagi 4m.  

e) Vindeygu mugu ikki venda ímóti grannamarki, um tey eru nærri enn 2,5m  

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til at ætlaða byggingin ikki lúkar treytirnar um bygging nær marki, samb. ásetingunum í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

  

27/22: Umsókn um marknaumskipan á Glyvrum  

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 168a og 168d til ummælis. Søkt verður um at leggja matr. nr. 168e, sum er 108m2 saman við matr. nr. 168d.  

Matr. nr. 168d er bygningurin sum Eftirskúlin Rásin húsast í.  

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

 -Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

28/22: Umbygging av virkisbygningi Yviri á Hálsi  

Apoteksverkið søkir um loyvi at umbyggja vinnubygningin á matr. nr. 47q Yviri á Hálsi í Rituvík.  

Ummæli frá Teknisku deild:  

Apoteksverkið hevur leigað bygningin á Skoragøta 2, har tey ætla at framleiða heilivágsfóður til laksaaling.  

Apoteksverkið hevur fingð umhvørvisgóðkenning til ætlanina á Hjalla og nú tey velja at flyta framleiðsluna til Rituvíkar, skal umhvørvisgóðkenning leggjast fram til hoyringar av nýggjum, við teimum broyttu fortreytunum í Rituvík í mun til Tórshavn.  

Umhvørvisgóðkenningin skal verða avgreidd áðrenn framleiðslan av heilivágsfóðuri verður sett í gongd.  

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og geva byggiloyvi til umbygging av bygninginum á matr. nr. 47q Nes bygd (Yviri á Hálsi)  

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

 -Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

29/22: Makaskifti av lendi í samb. við Miðbýarætlanina  

Í samband við miðbýarætlanina er ætlanin at flyta gongubreytina niðan ímóti Maskinhandlinum soleiðis, at bilar ikki skulu bakka tvørtur um gongubreytina, tá teir skulu út á vegin.  

Í tí sambandi er neyðugt við marknaumskipan soleiðis, at 61 m2 av litra ”l”, verða lagdir saman við matr. rn. 235. Umframt tinglýst avtala um gongubreyt niðan ímóti Maskinhandlinum.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og Umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við avtaluni millum Skálafj. Málingahandil og Runavíkar kommunu og marknaumskipanini millum litra ”l” og matr. nr. 235 Glyvra bygd.  

 -Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

30/22: Broyting av býarplani í samb. við Fjøruvegin  

Í samband Fjøruvegin, er fyrsta byggistig íbinding í Glyvraveg og sunnasta part av Fjøruvegnum.  

Ætlaða broytingin í býarplaninum er burturtøka av verandi íbinging í Bakkavegin og ger av nýggjari íbinding/vegi.  

Tekniska deild mælir til at taka undir við ætlaðu broytingini av býarplaninum í samband við nýggja Fjøruvegin.  

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og Umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.  

  

31/22: Keyp av lendi til vatnbrunnar  

Í samband við nógvu byggingina í miðøkinum, er neyðugt at víðka um drekkivatnsgoymsluna.  

Tekniska deidl hevur gjrøt uppskot um eina goymslu millum Glyvragjógv og Norðurhædd ovarliga í lendinum, uml. 130m hædd.  

Lendi sum er neyðugt at ogna sær er uml. 2.900 m2 til brunnarnar og uml. 1.500 m2 til vegatkomu.  

Tekniska deild mælir til at søkja Búnaðarstovuna um keyp av uml. 4.400 m2 burtur av matr. nr. 275a Glyvra bygd.  

-Byggi- og býarskipanarnevndi og Tøkni- og umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild. 

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at beina málið aftur í Tøkni- og umhvørvisnevndina.

 

 32/22: Umsókn um loyvi at gera bátabryggju á Skála  

 Søkt verður um loyvi at gera bátabryggju frá neystinum matr. nr. 56b á Skála. Ætlanin er at gera eina bryggju, sum er 18-20m long og 2,5m breið. Orsøkin er, at tá stormur er av landnyrðingi ella norðan, eru aldirnar stórar og bróta upp á neystahurðina. 

Hóast fleiri bátabrúgvar eru framvið neystaøkinum á Skála, mælir Tekniska deild frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til, at umsøkjarin ikki eigur økið, sum søkt verður um at byggja á og at kommunan ynskir at hava ræðisrættin á fjøruni. 

-Ein meiriluti í Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild. Ein minniluti í nevndini mælir frá at taka undir við tilmælinum. 

 -Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Vinnu- og havnarevndini.

 

33/22: Ársroknskapurin hjá Forna fyri 2020  

Bygdasavnið Forni hevur sent kommununi ársroknskap og frágreiðing um virksemi og framtíðarætlanir hjá savninum. 

-Mentanarnevndin kunnað um roknskap og virksemi.

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka roknskapin til eftirtektar.

 

 34/22: Útvegan av nýggjum barnagarðsplássum  

Barnaansingartørvurin økist og arbeitt hevur verið í eina tíð at útvega fleiri ansingarpláss. Samráðingar hava m.a. verið um Missiónshúsið í Æðuvík til útibarnagarð og í hesum sambandi umvæling av húsinum til endamálið. 

-Trivnaðarnevndin samtykti at mæla til, at útbarnagarður verður staðsettur í Gamla skúlanum í Lamba, sum kommunan eigur. 

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

35/22: Ársroknskapurin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2021

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at góðkenna roknskapin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2021.

 

36/22:  Ársroknskapurin hjá Roðanum fyri 2021

-Býráðið hevur á fundi 31/3-2022 samtykt at góðkenna roknskapin hjá Roðanum fyri 2021.