Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Avboð: Jonhard Danielsen
Varalimur: Reidar F. Joensen
8/22: Leigulendi í Æðuvík
Í 1991 hevur býráðið samtykt, í samráð við Skógrøtk Landsins, at planta trø á eitt uml. 3.500 m2 stórt øki í Æðuvík og gjørt leigusáttmála við Búnaðarstovuna uppá lendið. Tó er einki plantað enn og spyr Búnaðarstovan nú, um kommunan hevur nakra ætlan ella um leigusáttmálin skal uppsigast.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at uppsiga leigusáttmálan.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
9/22: Ruddingardagurin 2022
Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til, at árligi ruddingardagurin í Runavíkar kommunu í ár verður 21. mai 2022
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at beina málið aftur í Tøkni- og umhvørvisnevndina.
10/22 Earth Hour 2022
-Tøkni- og Umhvørvisnevndin mælir til, at Runavíkar kommunu luttekur í tiltakinum Earth Hour aftur í ár og sløkkir í gøtuljósini og kommunalar bygningar leygarkvøldi 26. mars kl. 20.30-21.30.
Kostnaðurin av at sløkkja gøtuljósini liggur um 10.000 kr.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
11/22: Leigulendi í Lamba
Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn frá P/F Borg til ummælis, har søkt verður um at leingja leigumálið á ómatrikuleraðum økið burtur av matr. nr. 90a, sum verður brúkt til goymslu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
12/22: Broyting av býarplani við Rókahavnina í Runavík
Hin 25. november 2021 samtykti býráðið at broyta býarplanin norðan fyri BORG og MEST, við at leggja eitt nýtt A1a-miðstaðarøki sum fyrireiking til ætlaðu miðbýarbygging í økinum.
Økið á Rókahavnini, sum er havnarøki við vinnufyritøkum, er víðkað nógv við útfylling norðureftir.
Tilgongdin til eina skipan av miðbýnum byrjaði tíðliga í 2018 við verkstovum, kunningatúrum og borgarafundi í Løkshøll, har ætlanin um innkomuveg og miðbýarbygging varð løgd fram.
Í hesi skipan er Rókahavnin ein framtíðar partur av miðbýnum.
Hetta merkir ikki, at vinnufyritøkurnar í økinum skulu niðurleggjast, men at hetta økið í framtíðini verður lagt út til miðbýarbygging.
Tekniska deild mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum og mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum og mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
Eftir býráðsfundin í januar hevur fundur verið við vinnuvirkini við Rókahavnina, har kunnað varð um ætlanirnar í økinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.
13/22: Marknaumskipan á Skála
Søkt verður um at leggja 188 m2 burturav matr. nr. 95a saman við grundstykkinum matr. nr. 253u Úti á Fløtum á Skála.
Matr. nr. 353u liggur í bústaðarøki meðan 95a liggur í landbúnaðarøki ímóti landsvegnum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
14/22: Ídnaðargrundstykkir á Rituvíkshálsi
4 nýggj grundstykkir, sum eru umleið 600 m2 til støddar, eru gjørd byggiklár Yviri á Hálsi í Rituvík og klár at selja.
-Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at seta vinnustykkini á almennan sølulista við einum minsta kostnaði.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
15/22: Leistur til útlutan av mentanarstuðli
Mentanardeildin mælir til, at broyta reglugerðina fyri útlutan av mentanarstuðlinum. Serliga er broytingin, at stuðul ikki bert verður útlutaður 2 ferðir árliga, men at Mentanarnevndin viðgerð umsóknirnar so hvørt tær koma inn.
-Mentanarnevndin tekur undir við uppskotinum til broyting í reglugerðini fyri útlutan av mentanarstuðli.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.
16/22: Útbygging av Runavíkar kommunuskúla
Á vári 2021 varð ein bólkur settur at kanna møguleikar fyri útbygging av Runavíkar kommunuskúla. Bólkurin varð mannaður við umboðum fyri skúlaleiðsluna, kommunalu umsitingini og Brim arkitektum, sum fyri kortum skipaðu útbyggingina av Skúlanum við Streymin.
Yvirskipaða meginreglan hevur verið, at ein komandi skúlaútbygging skuldi taka hædd fyri, at skúlin hevði 3 flokkar í hvørjum árgangi, heldur enn 2, og at hóskandi umstøður vóru til serøkið.
Tveir ymiskir útbyggingarmøguleikar eru umrøddir í bólkinum.
A) Útbyggja bæði í Runavík og á Glyvrum
B) Bert at útbyggja á Glyvrum
Býráðið hevur avsett 300.000 til skúlabygging í 2022. Næsta stigið í verkætlanini er at gera eina byggiskrá. Hetta arbeiðið inniheldur brúkarafundir og at gjørt verður eitt skjal sum neyvt ásetur, hvørji krøv eru til eina framtíðar skúlaútbygging.
Byggiskráin leggur støðið undir eini møguligari kapping um at tekna sjálvan bygningin.
Áðrenn farið verður í gongd við byggiskránna, má avgerð takast um, hvørt bæði Skúlin við Løkin og Glyvra skúli verða útbygdir til 3 spor, ella bert Glyvra skúli (flyta 4-6 flokk inn á Glyvrar).
Eisini má støða takast til, hvørt ein framtíðar frítíðarskúli skal vera partur av verkætlanini.
Mælt verður til at seta arbeiðið at gera byggiskrá í gongd við støði í hesum avgerðum.
-Mentanarnevndim mælir til, at heita á skúlabólkin um at gera eina byggiskrá fyri útbygging av Runavíkar kommunuskúla.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at gera eina byggiskrá og at arbeitt verður smb. uppskoti B, har útbyggingin verður framd á Glyvrum.
17/22: Umsókn frá Bláa Krossur um fíggjarligan stuðul
Blái Krossur søkir um, at kommunan stuðlar arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya millum børn, ung og familjur við 7 kr. pr. íbúgva í samband við landsinnsamlingina 27. mars 2022.
-Fíggjarnevndin mælir til, at stuðul heldur eigur at vera latin í sambandi við almenna stuðulstiltakið, har upphæddin ikki er bundin.
-Býráðið hevur á fundi 24/2-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.