Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,
Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Avboð: Jonhard Danielsen, Kaja Joensen, Petur Hansen
Varalimir: Reidar F. Joensen, Jastrid Weihe og Elnar Rasmussen
1/22 Svimjihøll í Runavík – Partalagsavtala við Kanjon
Síðan býráðið 24. juni 2019 einmælt samtykti, at ráðgevaraavtala skuldi gerast við BBP arkitektar um neyvætlan av svimjihøll sambært vinnandi uppskotinum í arkitektakappingini, hevur verið arbeitt við at neyvætlað og fáa eitt tilboð klárt til býráðið at taka støðu til, so endalig støða kann takast til, hvørt svimjihøll skal gerast í Runavík.
Síðani eingi boð komu inn til licitatiónina í november 2021, hevur verið arbeitt víðari við at finna høvuðsarbeiðstakara, sum er áhugaður í at fremja verkætlanina.
Partarnir eru nú samdir um at gera partalagsavtalu, sum í fyrstu atløgu snýr seg um eina felags tillaging og albøting av einum projektgrundarlagi, sum kann liggja til grund fyri einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.
-Ítróttarnevndin mælir til, at farið verður undir skeið 1 í tilgongdini, sum fevnir um partalagsavtalu við Kanjon, og at 200 tkr. verða játtaðar til endamálið.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.
-Býráðið á fundi 27/1-2022:
Broytingaruppskot um at beina málið aftur í nevnd fall við 2 atkvøðum fyri og 9 ímóti.
Samtykt varð, við 9 atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari, at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.
2/22 Byggiloyvi til tvíhús á Skála.
Byggiráð søkir um byggiloyvi til bygging av einum tvíhúsum á matr. nr. 544y á Hórheiðum á Skála. Húsini hava sama snið, sum fyritøkan hevur bygt á Norðurhædd í Saltangará.
Grundstykkið er 517 m2 til støddar og longdin fram við vegnum er 21m, tí er ongin forðing fyri at byggja húsini, sum søkt verður um.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til tvíhús á matr. nr. 544y á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
3/22 Sundurbýti av matr. nr. 65c á Glyvrum
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um sundurbýti av matr. nr. 65c í Beitinum á Glyvrum, til ummælis.
Matr. nr. 65c, við ástandandi sethúsum, er 1.931 m2 til støddar. Søkt verður um at frábýta uml. 914 m2 burtur av matr. nr. 65c Glyvra bygd.
Alt stykkið er sambært býarplaninum B6-bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
4/22 Fendarar til Runavíkar havn
Havnarmeistarin hevur fingið 2 tilboð uppá fendarar til Runavíkar havn, stødd 4,5m og 3,3m í diametur.
Endamálið við fendarunum er, at fáa gagnnýtt kejsíðuna vestan fyri ASB betir og fáa lagt størri skip at bryggju.
Havnarmeistarin mælir til at keyptir verða 2 fendarar á 4,5m í diametur frá Faroe Agency fyri tilsamans uml. 600.000 kr
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá havnarmeistaranum um at taka av tilboðnum frá Faroe Agency og at kostnaðurin á 600.000 kr verður fíggjaður við eini útreiðsluneutralari eykajáttan av RS 751/Rampa og bryggja.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
5/22 Ársroknskapurin hjá Bygdasavninum Forna
Bygdasavnið Forni hevur sent kommununi ársroknskapin fyri 2020.
Ársroknskapurin hevur samlaðar inntøkur uppá 581t kr. og útreiðslur 635t kr.
Felagið hevur aktiv fyri 1,2 mió. kr. og passiv 536t kr.
-Mentanarnevndin samtykti at heita á Forna um at senda kommununi eina ætlan fyri virksemið komandi árini og skipanina av hesum virkseminum.
-Býráðið er á fundi 27/1-2022 kunnað um málið.
6/22: Rakstrarætlan fyri Kongshavnar havnarstýri
Kongshavnar havnarstýri hevur sent uppskot til rakstrarætlan fyri fíggjarárið 2022
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til rakstrarætlan fyri 2022.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
7/22 Býarplansbroyting við Rókahavnina
25. november 2021 samtykti býráðið at broyta býarplanin norðan fyri BORG og MEST, við at leggja eitt nýtt A1a-miðstaðarøki sum fyrireiking til ætlaðu miðbýarbygging í økinum.
Økið á Rókahavnini, sum er havnarøki við vinnufyritøkum, er víðkað nógv við útfylling norðureftir.
Tilgongdin til eina skipan av miðbýnum byrjaði tíðliga í 2018 við verkstovum, kunningatúrum og borgarafundi í Løkshøll, har ætlanin um innkomuveg og miðbýarbygging varð løgd fram.
Í hesi skipan er Rókahavnin ein framtíðar partur av miðbýnum.
Hetta merkir ikki, at vinnufyritøkurnar í økinum skulu niðurleggjast, men at hetta økið í framtíðini verður lagt út til miðbýarbygging.
Tekniska deild mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum og mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum og mælir til, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnarøki til A1a-miðstaðarøki.
-Býráðið hevur á fundi 27/1-2022 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.