Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen
Bárður Kass Nielsen
1.
J. nr. 102 – 10/00509
2. viðgerð av eykajáttanum fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 25/11-2010 einmælt samtykt, við aðru viðgerð, at veita eykajáttan uppá 1,55 mió. til hesi rakstrarstøð:
Øki 1: 300 tkr (RS 120)
Øki 2: 400 tkr (RS 204, 222 og 290)
Øki 3: 850 tkr (RS 302, 310, 312, 314, 316, 318, 330, 332, 340, 342, 380)
2.
J. nr. 243 – 10/00610
Raðfesting av sparkivøllum í kommununi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin á fundi 17/11-2010:
Minnilutin Arnfinn Langgaard skjýtir upp at nýggi sparkivøllurin í Æðuvík verður keyptur og gjørdur fyrst, og at sparkivøllurin sum er keyptur til Æðuvíkar verður lagdur á Høgaleiti í 2011, og at sparkivøllurin í Skálafirði verður gjørdur í 2012.
Meirilutin Beinta Olsen og Kári E. Jacobsen mæla til, at sparkivøllurin í Æðuvík og í Skálafirði verða gjørdir í 2011 og at sparkivøllurin á Høgaleiti verður gjørdur í 2012.
-Býráðið hevur á fundi 25/11-2010, samtykt at taka undir við meiriluta uppskotinum frá Beintu Olsen og Kára E. Jacobsen við 9 atkvøðum fyri og 2 ímóti.
3.
J. nr. G 106 – 10/00599
4.
J. nr. 132 – 10/00567
Fíggjarætlan fyri 2011 fyri Nes Sóknar Musikkskúla.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18/11-2010 mælt til at góðkenna fíggjarætlanina.
-Býráðið hevur á fundi 25/11-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
5.
J. nr. 102 – 10/00507
2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2011 fyri Runavíkar kommunu.
-Fíggjarnevndin á fundi 18/11-2010 mælt til at góðkenna uppskot til fíggjarætlan sum javnvigar við kr. 107.000.000:
Rakstur kr. 77.451.000
íløgur kr. 16.649.000
Fíggjarkostnaður kr. 12.900.000
kr. 107.000.000
Um inntøkur verða størri enn mett í FÆ 2011 verður mælt til, sum umrøtt á arbeiðsfundi 11/11-2010, at fyrstu 2 mió. verða brúktar til jarðarkeyp, RS 635 (Útstykking).
Mælt verður til at áseta skattaprosentið til 22% og at barnafrádrátturin verður hækkaður við 250 kr/barn til kr. 4.250,00.
-Býráðið hevur á fundi 25/11-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
6.
J. nr. 111 – 10/00602
TAKS biður í skrivi df. 03/11-2010 um álit til umsókn frá Áhugafelagnum Stuðul í Søldarfirði, sum søkir um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18/11-2010 mælt til at veita skattafrælsi sambært umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 25/11-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
7.
Býráðið hevur á fundi 25/11-2010 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri býráðið fyri 2011:
27/01, 24/02, 31/03, 28/04, 26/05, 30/06, 01/09, 29/09, 27/10 og 24/11.