Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. oktober 2010 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen
Bárður Kass Nielsen

1.
J. nr. 130 – 10/00548
Frábýti til grundstykki til Magn støð í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at frábýta uml. 550 m2 burtur av matr. 219a, og mælir eisini til at frábýta uml. 7 m2 burtur av matr. 216 til samanlegging við matr. 219a
Stykkini uml. 550m2 burtur av matr. 219a , matr. 211b og matr. 216 skulu leggjast saman til eitt grundstykkið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/10-2010 tikið undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 132 – 10/00530
Kári E. Jacobsen heitir á býráðið um at fremja samstarv millum skúlarnar í kommununi.
-Mentanarnevndin á fundi 19/10-2010: Meirilutin Fríðbjørg Weihe og Beinta Olsen mælir til at útseta málið til januar 2011.
Minnilutin Kári E. Jacobsen mælir frá at útseta málið.
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt uppskot frá Kára E. Jacobsen um at beina málið aftur í Mentanarnevndina til viðgerðar.

3.
J. nr. 254 – 09/00392
Foreldrabólkurin fyri Ungdómshús í Runavíkar kommunu biður um fund við mentanarnevndina at viðgera spurningin um kommunan vil verða við til at fáa eitt ungdómshús at virka beinanvegin.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 18/05-2010 samtykt at taka upp fund við foreldrabólkin fyri ungdómshús.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/09-2010 samtykt, at formaðurin setir seg í samband við Nes kommunu um møguligt samstarv áðrenn næsta fund í mentanarnevndini.
-Ein minnilutin Beinta Olsen mælir á fundi 19/10-2010 til at avseta kr. 300.000,- til ungdómshús á fíggjarætlanini fyri 2011.
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Beintu Olsen um at avseta kr. 300.000,- til ungdómshús á fíggjarætlanini fyri 2011.

4.
J. nr. 102 – 10/00509
Møguligar eykajáttanir fyri 2010.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.10.2010 mælt til at veita eykajáttan upp á 1,2 mió sambært meting frá fíggjarleiðaranum:
· Øki 1: 300 tkr (RS 120)
· Øki 2: 400 tkr (RS 204, 222 og 290)
· Øki 3: 500 tkr
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt við fyrstu viðgerð at veita eykajáttan uppá 1,2 mió. til hesi rakstrarstøð:
· Øki 1: 300 tkr (RS 120)
· Øki 2: 400 tkr (RS 204, 222 og 290)
· Øki 3: 850 tkr (RS 302, 310, 312, 314, 316, 318, 330, 332, 340, 342, 380)

5.
J. nr. 111 – 10/00537
TAKS biður í skrivi df. 11/10-2010 um álit til umsókn frá Fornminnisfelagnum í Funningi, sum søkir um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.10.2010 viðmælt til at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 102 – 10/00507
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2011 fyri Runavíkar kommunu.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.10.2010 gjøgnumgingið fíggjarætlan fyri øki 1 (skjal A) og uppskotini frá øllum nevndunum til fíggjarætlan fyri 2011 – sí yvirlit, skjal B.
Samsvar er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Staðfestast kann, at hallið er 17 mió. Heitt verður á nevndirnar um at koma við sparingum, bæði í rakstri og íløgum til 2. viðgerð.
Mælt verður til, at skattaprosentið verður óbroytt (22%) og at barnafrádrátturin fyri 2011 hækkar við 250 kr til 4.250 kr.
-Býráðið hevur á fundi 28/10-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.