Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 02. september 2010 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen
Bárður Kass Nielsen fyri Karl Rasmussen


1.
J. nr. – 10/00311
2. viðgerð av eykajáttan til liðuggerð av barnagørðunum á Skála og í Søldarfirði.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Á fíggjarætlanini fyri 2010 bleiv samlað avsett 2.5 mill. til byggistig 1. Alt uttanum økið var tó ikki við í hesi meting, sum t.d. asfaltering av bilstøðuplássum v.m.
Nýggja meting ið er gjørd staðfestir, at tað mangla 0,9 mió. kr. í Søldarfirði og 0,6 mió. kr. á Skála. Harumframt kemur indeksregulering av 4 kvartali fyri 2009 og fyri 1. og 2. kvartal fyri 2010, mett til uml. 0,3 mill. Samlað 1,8 mill. fyri liðugtgerð av byggistig 1.
Í nýggju metingini er alt tikið við fyri liðugtgerð av byggistig 1. Somuleiðis eisini neyðugar broytingar, alt uttanumøkið og asfalt.
Ummæli frá Sosialu deild:
Sosiala deild mælir til, at byggistig 1. verður gjørt so fulfíggjað sum gjørligt og at leggja eina umbøn um eykajáttan á 1.8 mió kr. fyri fíggjarnevndina. Til fundin verður tó mælt til, at gera nærri meting av væntandi indeks-reguleringini og av ymiskum inventari.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 14/06-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17/06-2010 samtykt at veita 1,5 mió í eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldførinum. Neyvari útrokningar gera, at fíggjarnevndin metir, at m.a. indeksreguleringin og asfalteringin verða bíligari, enn mett av Tekn deild.
-Býráðið hevur á fundi 24/06-2010 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/06-2010 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 02/09-2010 samtykt 2 viðgerð av eykajáttan til liðuggerð av barnagørðunum á Skála og í Søldarfirði.
-Einmælt samtykt-

2.
J. nr. 561 – 541 – 09/00562
Liðugerð av sunnara enda á Hórheiðum
Ummæli frá Teknisku deild:
Í innbodnari licitiatión er hesir bidnir um at geva tilboð:
BR Grevstur, Runavík,Sp/f Klettar, Skálafjørð, Sp/f JHR, Saltangará.
Tekn. deild mælir til at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá BR Grevstur, Runavík áljóðandi kr. 135.870,00 u/mvg
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/08-2010 mælt til at taka av tilboðnum frá
BR Grevstur, Runavík áljóðandi kr. 135.870,00 u/mvg.
Nevndin mælir eisini til, at asfaltera koyribana og gongubreytir á Hórheiðum og biðja fíggjarnevndina um eykajáttan uppá kr. 170.000,00.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2010 mælt at útseta málið um eykajáttan til næsta fund.
-Býráðið hevur á fundi 02/09-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

3.
J. nr. 050 – 10/00125
Býlingafelagið á Høgaleiti heitur í skrivi df. 08/03-10 á býráðið um at luttaka í at gera spælipláss og sparkivøll við útstykkingarnar á Hjallavegi og Norðurhædd.
Býlingafelagið skjýtir upp at leggja spæliplássið eystanf. Norðurhædd og sunnanf. raðhúsini.
Eisini skjýtir Býlingafelagið upp at leggja sparkivøll á G2-økinum eystan fyri Vatnreinsiverkið.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Hóast økið eystan fyri Norðurhædd er sera bratt, mælir Tekn. deild til at gera Spælipláss her, av tí, at eitt slíkt spælipláss ikki neyðvendigvís skal verða ”vatnrætt”.
Økið eystan fyri Vatnreinsiverkið er eisini bratt, men munurin millum spæliplássið og sparkivøllin er, at sparkivøllurin skal verða vatnrættur, og skal rímuliga stórt planeringsarbeiði gerast.
Annars er økið lagt av til vatnbrunnar og reinsiverk, og eru vit ikki í løtuni greiðir yvir nær og hvar vatnverkið skal víðkast.
TD mælir frá at leggja sparkivøllin her, av tí at planeringsarbeiði er stórt og kostnaðarmikið, og óvist um tað kemur einum vatnverkið til nyttu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-10 samtykt at leggja sparkivøllin og spælipláss millum matr. nr. 276ag og 276ah, Glyvra bygd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/06-2010 samtykt at útseta málið til næsta fund og at Tekn. deild ger eina nærri kanning av hvar á økinum spæliplássið og sparkivøllurin kann liggja, við atliti til vatnverksútbyggingina.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tað hevur verið trupult at finna eitt passandi stykkið til sparkivøll í grannalagnum, og tað seinasta sum hevur verið uppi og vent, er niðan fyri parkeringsplássið á Norðurhædd.
Hetta stykkið er ov smælt og kann tí ikki brúkast. TD mælir til at gera sparkivøllin á matr. nr. 276az sum er óbygd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/08-2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild og mælir eisini til at beina málið í Fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 02/09-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-

4.
J. nr. S 103 – 10/00391
Uppískoytisstykki til Elim í Søldarfirði.
17/08-2010 vóru Páll Solmunde og Per Jacobsen fyri samkomuhúsið ELIM í Søldarfirði og bóðu um loyvi at keypa uml. 176 m2 burtur av 90ak til samanlegging við matr. nr. 103.
Ummæli frá Teknisku deild:
Umsøkta stykki liggur inni á D5 til ídna, men metir TD ikki at hesir 170 m2 skerja ídnaðarøki, og atkomuvegurin til ídnaðarøki verður frá vegnum vestan fyri.
Tekn. deild mælir til at frábýta og selja samkomuhúsinum ELIM uml. 176 m2 burtur av matr. nr. 90ak til samanlegging við matr. nr. 103.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/08-2010 mælt til at frábýta og selja uml. 176 m2 burtur av 90ak til samanlegging við 103, av tí at nevndin metir ikki, at hesir 176 m2 skerja D5-øki.
24/08-10 var Per Jacobsen inni og bað um loyvi at keypa uml. 148 m2 afturat.
-Býráðið hevur á fundi 02/09-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at játta uml. 176 m2 burturav matr. nr. 90ak. Eisini varð samtykt at játta uml. 64 m2 burturav matr. nr. 102c, til samanlegging við matr. nr. 103 Søldarfjarðar bygd.
-Einmælt samtykt-

5.
J. nr. 243 – 10/00423
Fimleikafelagið Støkk heitir í skrivi df. 23/08-2010 um at útvega felagnum fyribils høli til amboðsfimleik til akutta tørvin hjá felagnum inntil nýggja høllin er bygd.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 24/08-2010 umrøtt málið og miðjar ímóti at taka upp fund við Støkk áðrenn býráðsfundin.
-Kári E. Jacobsen greiddi frá fundi við Jastrid Weihe og Hannu Joensen frá Støkk. Felagið hevur funnið eina møguliga loysn á fyribils hølistrupulleikunum og varð málið tí tikið av skrá.
-Einmælt samtykt-

6.
J. nr. 111 – 10/00407
TAKS biður í skrivi df. 03/08-2010 um álit til umsókn frá Frískúlanum Keldan í Skálafirði, sum søkir um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2010 viðmælt til at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 02/09-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-