Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Bárður Kass Nielsen (fyri Karl Rasmussen)
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen
Ikki møtt:
Beinta Olsen
1.
J. nr. 521 – 10/00118
Bátafelagið á Skála søkir um at fáa gjørt træbrúgv í sunnaru síðu í bátahylinum á Skála.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at góðkenna viðlagda projektuppskot df. 17/2-2010 og mælir har umframt til at taka upp samráðingar við umsøkjaran um ognarviðurskifti og rakstur av brúnni.
-Vinnu- og havnanevndi hevur á fundi 15/03-2010 samtykt at játta 20.000 kr sum stuðul til tilfar við hesum treytum:
01. Brúgvin verður ogn kommununar tá ið arbeiðið er liðugt.
02. Arbeiðið skal gerast við eftirliti og góðkennast av Tekiska deil
Viðv. umsókn um stuðul til grundøki varð samtykt, at kommunan tekur málið upp aftur tá málið er aktuelt.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini.
-Einmælt samtykt-
2.
J. nr. G 265d – 04/00007
Teknisstovan v/Eyðun Petersen, søkir 09/09-09, vegna Frithleif Olsen, um byggiloyvi til íbúðar-bygning við 8 íbúðum á matr. nr. 265d Glyvra bygd. Ætlanin er tillagað byggiætlanina eftir loyvinum frá kommununi 03/03-04 og 05/10-07.
Fyri at arbeitt kann verða víðari við ætlanini má vegaføringin til økið verður avgreidd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/01-2010 mælt til at gera gjøgnumgrevstur av vegi til grundøki, (smb. kort í málinum).
-Nevndarformaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/02-2010 kunnað nevndina um fund við ráðgevaran hjá umsøkjaranum, um galdandi veghædd og bygningshædd.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka upp samráðingar við eigaran um at kommunan keypir stykkið. Er eigarin ikki sinnaður at selja kommununi stykkið, verður mælt til at halda fæst við tilráðingina frá 20. januar 2010
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 útsett málið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/03-2010, aftaná samráðingar við eigaran, mælt til at kommunan keypir grundøkið og at økið verður útlagt sum F-øki.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini og at undanfarnu samtyktir um byggiloyvi fella burtur.
-Einmælt samtykt-
Klæmint Østerø tók ikki lut í viðgerðini av málinum.
3.
J. nr. G 233i – 10/00081
Nes Sóknar Handverkarafelag søkir 10/02-10 um loyvi at broyta takkonstruktiónina á húsum tierra á matr. nr. 233i Glyvra bygd soleiðis, at teir kunnu fáa fulla etaguvídd á loftinum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Grundstykkjavíddin er 295 m2, grundflatuvíddin á húsunum er 117m2, 2 fullar hæddir eru í húsinum og partvís loft.
Nýtingarstigið er nú 234:295=0,79>0,60, gólvvíddin er 56 m2 ov stór.
Um loftið verður hækkað verður nýtingarstigið 351:295=1,19>0,60, gólvvíddin verður 174 m2 ov stór. Býráðið hevur fyrr loyvt stórt frávik í nýtingarstiginum á sama øki, nevnliga matr. nr. 239.
Vísandi til omanfyri standandi, og serliga til frávikið á matr. nr. 239, mælir TD til at loyva Nes Sóknar Handverkarafelag at broyta reisingina soleiðis, at teir fáa eina fulla hædd á loftinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/03-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild, tó við teirri treyt at kvisturin ikki verður í fullari breidd.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
4.
J. nr. T 88 – 09/00464
Agnar Olsen søkir 26/04-09 um loyvi at leggja tak á ein part av túninum millum sethúsini matr. nr. 88 í Runavík og bilhúsið hjá Johan Hammer.
Ummæli frá Teknisku deild:
Fyrra skitsurnar luku ikki til treytinar viðgerð, og varð umsøkjarin biðin um nærri upplýsningar.
Støðumyndin vísir ikki bert tak, men eisini at bilhús skal verða undir takinum, samlaða víddin av bilhúsinum verður sostatt 122 m2 størri enn sethúsini.
IV Kapittul 3. Gr. stk. 4 sigur at ”bilhús og onnur úthús sum eru føst í húsini verða tald við í nýtingarstigið” .
Nýtingarstigi fyri B-økini er 0,30 og er nýtingarstigi fyri matr. nr. 88 við bilhúsunum er 314m2 /1.316 m2 = 0,24<0,30 í lagi. Tekn. deild hevur frænir av, at HGV er farið inn í verandi bilhús við sínum virksemi, og kundi tað bent á at bilhúsið, sum verður uml. 218 m2, verður ein verkstaður. Tað er loyvt at hava vinnuvirksemi inni á B-økinum, um so er at virksemið ikki órógvar grannalagið. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/03-2010 mælt til at geva byggiloyvi. -Eftir áheitan frá formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini varð málið tikið av skrá tí nærri kanningar skulu gerast.
5.
J. nr. T 1b – 10/00113
Fuglø Arkitektar søkja í skrivi 10/03-2010 um byggiloyvi til 2 íbúðarlonir (18 íbúðir) á matr. nr. 1b í Runavík.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Við skrivi df. 10/03-10 søkir Sp/f VIST, Glyvrar, um byggiloyvi til 2 lonir við í alt 18 íbúðum.
Nýtingarstigið er 1.390/4430 = 0,31>0,40, í lagi. Kjallari verður ikki taldur við í nýtingarstigi á B-økjunum.
Tekn. deild mælir til at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
6.
J. nr. 243 – 10/00141
TN Bygging søkir við skrivi df. 17/03-2010, vegna fimleikafelagið Støkk, um endaligt byggiloyvi til Støkkhøll á matr. nr. 734c Tofta bygd smb. tekningum df. 17/03-2010.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/03-2010 útsett málið.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at játta byggiloyvi, sambært innsendu tekningum, treytað av at brunaviðurskiftini verða í lagi.
-Byggi-og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/03-2009 mælt til at játta byggiloyvi á matr nr. 734c Tofta bygd, treytað av at brunaviðurskiftini verða ílagi.
Mælt verður frá at ganga umsóknini um at leggja matr nr 734c og 734a (Tofta bygd) saman til eitt matr. nr.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
7.
J. nr. 105 – 10/00112
Fíggjarligur stuðul til ítróttarfeløgini í kommununi 2010.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/03-2010 mælt til, at tey feløg ið hava søk,t fáa stuðul eftir sama leisti sum seinasta ár.
-Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Mentanarnevndini.
8.
J. nr. 001 – 10/00142
Búmerkið hjá Runavíkar kommunu.
Uppskot frá Krea til nýtt búmerki, sum er gjørt meira einkult í mun til gamla búmerkið sum Jacob Petersen (Jacob og Verkstaðnum) hevur teknað í 1989.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18.03.2010 samtykt at taka undir við uppskotinum til nýtt búmerki.
Býráðið hevur á fundi 25/03-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-