Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. februar 2010 - kl. 17:00

1.
J. nr. 352 – 10/00087
Bygdarfólkið, foreldur og starvsfólk mótmæla, at Náttúrubarnagarðurin Víkin í Æðuvík verður niðurlagdur
-Sosiala nevnd hevur á fundi 15/02-2010 viðgjørt mótmalið og vísir til samtyktina hjá undanfarna býráð um at byggja barnagarð í Søldafirði og niðurleggja Útibarnagarðin Víkin.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 einmælt samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

2.
J. nr. 102 – 09/00694
Umsókn frá Løkshøll 17/11-2009 har søkt verður um fíggjarligan stuðul til rakstur av Løkshøll. Ætlanin er at seta eitt ½ tíðar starvsfólk at taka sær av at samskipa tiltøkini í høllini.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/02-2010 mælt til at játta 120.000,00 í stuðli í 2010, sum verður fíggjaður av rakstrarstaði 520.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 einmælt samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 212 – 09/00435
Næmingar úr skúlanum í Oyndarfirði sum skulu í framhaldsdeild komandi skúlaár.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 19/01-2010 samtykt at koyra málið til ummælis í Skúlastýrinum og Staðbundnu nevndini fyri Oyndarfjørð.
-Málið hevur verið til viðgerðar í staðbundnu nevndini og Skúlastýrinum í Oyndarfirði, sum mæla til, at næmingar úr Oyndarfirði, ganga í framhaldsdeild í Skúlanum við Løkin.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/02-2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Staðbundnu nevndini og Skúlastýrinum í Oyndarfirði um at næmingarnir sum skulu í 8 fl. aftaná summarferiuna koma í Skúlan við Løkin.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 einmælt samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

4.
J. nr. 403 – 10/00084
Tannlæknaviðgerð av børnum á Skála.
Uppskot til avtalu við Oddmar Færø, tannlækna, nú ongin tannlækni er at fáa til Tannlæknastovuna á Skála. Fyribyrgjandi tannrøktin verður framhaldandi gjørd av tannrøktara á Tannlæknastovuni á Skála.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 15/02-2010 mælt til at taka undir við uppskotinum til avtalu við Tannstovuna í Hvalvík fyri eitt 2 ára tíðarskeið.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 einmælt samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

5.
J. nr. 512 – 10/00068
Nýggj reglugerð fyri uppsetan av Vindmyllum.
Ummæli frá Hans Jákup Johannesen, sum varð útnevndur at kanna hvussu aðrar kommunur viðgera byggimál fyri uppsetan av vindmyllum.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina nýggja reglugerð yvir vindmyllur og verður heitt á býráðið um at seta hesa reglugerð í gildi fyri Runavíkar kommunu og at verandi reglugerð verður sett úr gildi.
Reglugerðin tekur hædd fyri granna, umhvørvi og trygd.
Mælt verður har afturat til, at seta hesi pkt. afturat í reglugerðina:
1. Tað er ikki loyvt at festa vindmyllu á húsavegg.
Broyting av býarplani, sum førir við sær, at vindmylla ikki lýkur krøvini sum standa í reglugerðini, er fyri eigarans rokning og kann endurgjaldskrav ímóti kommununi ikki reisast.
3. Alt skrivligt tilfar viðvíkjandi CE-góðkenning skal vera á føroyskum/donskum/enskum máli
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/02-2010 mælt til at taka undir tilráðingini.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini við hesum broytingum:
Pkt. 1 í tilmælinum frá BBN broytt til: Tað er ikki loyvt at festa vindmyllu á hús.
Pkt. 3d og 3e í uppskotinum til reglugerð verður broytt til: Býarverkfrøðingurin hevur avgerðarrætt í ivamálum.

6.
J. nr. G 265d – 04/00007
Teknisstovan v/Eyðun Petersen, søkir 09/09-09, vegna Frithleif Olsen, um byggiloyvi til íbúðar-bygning við 8 íbúðum á matr. nr. 265d Glyvra bygd. Ætlanin er tillagað byggiætlanina eftir loyvinum frá kommununi 03/03-04 og 05/10-07.
Fyri at arbeitt kann verða víðari við ætlanini má vegaføringin til økið verður avgreidd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/01-2010 mælt til at gera gjøgnumgrevstur av vegi til grundøki, (smb. kort í málinum).
Áðrenn arbeiðið verður sett í verk, skal trygd fáast fyri, at farið verður undir byggingina.
-Nevndarformaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/02-2010 kunnað nevndina um fund við ráðgevaran hjá umsøkjaranum, um galdandi veghædd og bygningshædd.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka upp samráðingar við eigaran um at kommunan keypir stykkið. Er eigarin ikki sinnaður at selja kommununi stykkið, verður mælt til at halda fæst við tilráðingina frá 20. januar 2010
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2010 samtykt at útseta málið.