Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. november 2008

1.
J. nr. 132 – 08/00304
2. viðgerð av meirjáttanir til skúlabygging.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og fíggjarnevndini um at veita eina eykajáttan uppá 12. mill. kr, sum verður fíggjað úr gjaldførinum hjá kommununi og við lántøkuni sum er upptikin til endamálið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25/11-2008 mælt til, at upphæddin verður broytt frá 12 mió. til 7 mió. kr., sum verður fíggjað úr gjaldførinum og við lántøkuni sum er upptikin til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at veita eina eykajáttan uppá 7 mió. kr.
Kári P. Højgaard vísir til fyrr vístu viðmerking hansara um alternativa orku til skúlan.

2.
J. nr. 531 – 06/00866
2. viðgerð av eykajáttan til framhald av arbeiðnum við Løkin.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini at veita eykajáttan til arbeiðið uppá kr. 100.000,00.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at veita eina eykajáttan uppá kr. 100.000,00 til framhald av arbeiðinum við Løkin.

3.
J. nr. 521 – 08/00350

4.
J. nr. 243 – 08/00544
Ravnur FC, sum er nýstovnað fótbóltsfelag, søkir um loyvi at brúka fótbóltsvøll og skiftirúm á Skála ella í Runavík til venjing og dystir hjá felagnum.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 17/11-2008 mett at fíggjarligi stuðulin fyrst og fremst er til ungdómsarbeiði, og metir ikki at grundarlag er fyri at stuðla hesum felagnum.
Viðvíkjandi nýtslu av vøllinum kann umsóknin verða gingin á møti í tann mun tøkir tímar eru, og skal hetta vera í samráð við avvarandi mynduleika/feløg á staðnum.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Mentanarnevndini.

5.
J. nr. 431 – 08/00333
Víðkan av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði.
Búnaðarstovan hevur við skrivi df. 27/06-2008 sent kommununi til ummælis umsókn frá IRF, har søkt verður loyvi at víðka um tyringarplássið í Oyndarfirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild mælir til at játtta umsóknina við teirri treyt, at Búnaðarstovan leggur áherðslu á, at IRF ger alt teir kunnu gera fyri at týna rottur á tyrvingarplássinum.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/08-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
Málið varð síðan kært til Innlendismálaráðið sum bæð kommununa steðga við at fráboða avgerðina til IMR hevði viðgjørt klaguna.
IMR hevur nú svara kæruni og biður kommununa beina málið í staðbundnu nevndina fyri Oyndar-fjørð áðrenn endaligu viðgerðina av málinum.
Tilráðing frá Staðbundnu nevndini í Oyndarfirði frá fundi 14/10-2008:
Nevndin mælir staðiliga frá at játta umsóknini um at víðka tyrvingarplássi, grundað á, at upprunaliga ætlanin, sum var at fylla grótbrotið, sum stóð sum eitt sár í náttúrini, er nádd.
Somuleiðis vil nevndin vísa á, at nærhendis økinum er alivirksemi og matvøruframleiðsla, og hevur, síðani tyrvingarplássi var tikið í nýtslu, til tíðir verið trupulleikar av fugli og rottu.
Um býráðið ímóti nevndarinnar tilmæli gevur loyvi, eigur ein neyv árinskanning at verða gjørd áðrenn.
-Teknisk nevnd hevur á fundi 23/10-2008 mælt til at taka viðtøkuna frá Staðbundnu nevndini fyri Oynarfjørð til eftirtektar.
Eisini mælir nevndin til at avtaka fyrru viðtøkuna frá fundi 19/08-2008.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd til nærri kanningar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Fríggjadagin 14/11-08 var E. Kastalag, saman við Poul Martin, á tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði fyri at hyggja eftir hvat fyri slag av tilfari var koyrt á tyrvingarplássi.
Tað sum sást var øska, smáir jarnlutir í hópatali so sum bilfelgur, konservesblikk, jarntráðir úr bildekkum o. a. m..
Fleiri rottur vóru at síggja sum komu útúr hesum rúgvum, tað undrar meg hvat rotturnar fara eftir í hesi rúgvu, sum eftir øllum at døma ikki er etandi tilfar at síggja til.
Sambært sáttmálan sum Advokatfelagið, Tórshavn hevur gjørt Millum Oyndarfjarða kommunu
grein 2. stendur:
Økið verður av leigaranum at nýta sum tyrvingarpláss fyri slaggu og flogøsku frá Brennistøðini í Leirvík, og annars tí tilfari, sum loyvt er at tyrva, sambært umhvørvisgóðkenning fyri Tyrvingarplássið í Oyndarfirði, og verður øll nýtsla av økinum annars at fara fram í samsvari við ásetingarnar sum eru í umhvørvisgóðkenningini fyri plássið.
Víst verður annars til Umhvørvisgóðkenning fyri Tyrvingarplássið í Oyndarfirði fylgiskjøl 1 –2 og fylgiskjald 3.
Víst verður til teldupost df. 27/10-08 frá Regin Jacobsen sum vísir at frárenslið frá tyrvingar-plássinum í Oyndarfirði líkur krøvini sum ásett eru.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/11-2008 samtykt at heita á Heilsufrøðiligu Starvstovuna um at
kanna um tyrvingarplássið yvirheldur treytirnar.
-Býráðsfundur 26/11-2008:
Broytingaruppskot frá Kára P. Højgaard um at taka undir við Oyndarfjarðarnevndini um ikki at játta umsóknini um at víðka tyrvingarplássið, grundað á, at upprunaliga ætlanin, sum var at fylla grótbrotið, sum stóð itt sár í náttúrini, er nádd.

Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá Kára P. Højgaard, sum fall við einari atkvøðu fyri, 8 ímóti og einari blankari atkvøðu.
Kári P. Højgaard atkvøddi fyri og Asbjørn Mikkelsen atkvøddi ikki.

Síðan varð atkvøtt um tilmæli frá Teknisku nevnd sum varð samtykt við 7 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Regin Jacobsen, Kári P. Højgaard og Asbjørn Mikkelsen atkvøddu ikki.

Sostatt varð tilmælið frá Teknisku nevnd samtykt.

6.
J. nr. 431 – 08/00538
Agenda 21 skrivstovan sendir Felags yvirlýsing fyri kommunala arbeiðið við burðardyggari menning til kommununa til støðutakan.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/11-2008 mælt til at taka undir við uppskotinum.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Teknsiku nevnd.

7.
J. nr. 561 – 08/00530
Atkomuvegur til matr. nr. 266ae av matr. nr. 266ag í Runavík.
Marius Skaale og Aksel Petersen heita á kommununa um at leggja ein atkomuveg burtur av matr. nr. 266ag til matr. nr. 266ae hjá Aksel Petersen.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tá stykkið hjá Aksel varð frábýtt, er roknað við, at atkomuvegurin skuldi verða millum matr. nr. 60 og 61, og tað er so stykkið frábýtt eftir.
TD mælir frá at taka undir við uppskotinum frá Marius og Aksel.
TD mælir til at keypa uml. 134 m2 burtur av matr. nr. 266a og 49 m2 burtur av matr. nr. 58 til atkomuvegin til matr. nr. 266ae.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/11-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Teknsiku nevnd.

8.
J. nr. G 150f – 08/00522
Johan P. Langgaard, Saltangará søkir við skrivi df. 02/07-08 um loyvi at byggja carport sambært tekningarnar nr. 00 – 01 og nr. 02 df. 02/07-08 og viðløgdu undirskrivaðu grannaváttan df. 27/10-08.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Johan Petur søkir um at seta eysturveggin 0,5 m frá markinum móti vegnum, og at seta norðara veggin á marki móti grannanum treytað av at grannaváttan fyriliggur.
-Byggi- og býaskipanarnevndin hevur á fundi 19/11-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

9.
J. nr. 541 – 08/00499
Løkurin í Skálafirði
Í skrivi, komið 10/10-08, heitur Harald Østerø á kommununa um at tryggja árbakkarnar á Løkinum í Skálafirði, av tí at áin, millum annað, máðar tilfari undan vegnum vestanfyri.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/10-2008 samtykt at heita á Teknisku Deild um at gera kostnaðarmeting av at gera ábøtur sum eru neyðugar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Løkurin er uppgrivin og beindur burtur frá landsvegnum. Fyri at forða fyri, at áin aftur broytir kós, mælir TD til at laða garðar hvørjumegin við ánna uml. 50m íalt og skulu garðarnir verða í mesta lagi 1 m høgir. Hesir garðar verða mettir at kosta kr. 75.000,00.
-Byggi- og býaskipanarnevndin hevur á fundi 19/11-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild og at málið verður til komandi fíggjarár.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. 512 – 07/00102
Í skrivi df. 13/11-08 søkir Sp/f VIST, Glyvrar um byggiloyvi til 2. byggistig norðan fyri Blikagøtu, Runavík, sambært skitsuuppskot df. 10/11-08.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at geva Sp/f VIST fyribilsbyggiloyvi sambært skitsuuppskot df. 10/11-08 sum er galdandi fyri árið 2009.
-Byggi- og býaskipanarnevndin hevur á fundi 19/11-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild, tó við teirri broyting, at freistin verður broytt til 1. juli 2009.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

11.
J. nr. 202 – 08/00560
Keyp av lítlari gravimaskinu til kirkjugarðin.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Teir flestu gravarnir runt landið brúka maskinu at grava gravirnar við í dag og mælir TD til at keypa eina lítla maskinu við transportvogni.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/11-2008 samtykt at heita á umsitingina um at innheinta fleiri tilboð.
-Byggi- og býaskipanarnevndin hevur á fundi 19/11-2008 mælt til at keypa gravimaskinu, tó treytað av at fígging verður útvega og at innheintað verða minst 3 tilboð.
Nevndin mælir harumframt til at maskinan bert verður nýtt til arbeiði í kirkjugørðunum.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndini.

12.
J. nr. 210 – 08/00572
Navn til nýggja skúlan í Runavík.
Vísandi til fundin sum býráðið hevði 24 nov. 2008, har tosað varð um hvussu skúlin í Runavík skal kallast, verður mælt til at skúlin í Runavík fær heitið: Skúlin við Løkin
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við tilmælinum frá borgarstjóranum.

13.
J. nr. 102 – 08/00445
2. viðgerð av Fíggjarætlanin fyri Runavíkar kommunu fyri 2009.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25/11-2008 mælt til at samtykkja fíggjarætlanina fyri 2009 sum javnvigar við 115,8 mió. kr. Skattaprosentið verður 22% og barnafrádráttin til 4.000 kr.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2008 samtykt at at taka undir við Fíggjarnevndini.