Býráðsfundur
Býráðsfundurin 30/09-2008 (útsettur frá 25/9-2008)
1.
J. nr. 132 – 08/00252
2. viðgerð av eykajáttan til innkeyp av tribunu til auluna í Runavíkar skúla.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at veita eina eykajáttan uppá kr. 600.000,- til keyp av tribunu.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at veita eina eykajáttan uppá kr. 600.000,- til keyp av tribunu til auluna í Runavíkar skúla.
2.
J. nr. 521 – 08/00183
Dispositiónsætlan fyri Runavíkar Havn.
Kunning um arbeiðið.
-Havnarnevndin hevur á fundi 15/09-2008 viðgjørt uppskot frá Rambøll & Nyvik dagf.
Ein meiriluti av nevndini, Klæmint Østerø og Kristian Gaardbo mæla til at góðkenna dispositionsætlanina.
Ein minniluti, Kári P. Højgaard tekur ikki undir við dispositionsætlanini. Nevndin samtykti at arbeiða víðari við ætlanini.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at taka undir við uppskotinum frá Rambøll df. 30/05-2008 og spurningurin at játta pengar til verður útsettur til seinni viðgerð.
Samtykt við 8 atkvøðum fyri og einari í móti, Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti og Ólavur A. Olsen atkvøddi ikki
3.
J. nr. G 274q – 08/00423
Bátafelagið á Bakka, Glyvrar søkir við skrivi df. 28/08-08 um loyvi at byggja uppí felagshúsið á matr. nr. 274q .
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tað verður neyðugt at frábýta uml. 57 m2 burtur av matr. nr. 274a til samanlegging við matr. nr. 274q til grundstykki undir tilbygninginum.
TD mælir til at frábýta uml. 57 m2 burtur av matr. nr. 274a til samanlegging við 274q.
Eisini mælir TD til at játta byggiloyvi til tilbygningin sambært innsendu tekningum.
-Havnarnevndin hevur á fundi 15/09-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við havnarnevndini.
4.
J. nr. 132 – 08/00437
Føroya Handilsskúli sum hevur eina 5 ára leiguavtalu um skúlan í Søldarfyri ynskir at fáa svimjihylin tømdan og gólv lagt á, soleiðis at tey kunnu brúka hann til t.d. aulu/matarhøll.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 01/09-2008 mælt til at ganga ynskinum á møti og at leigarin rindar útreiðslurnar.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við mentanarnevndini, við teirri treyt at hylurin verður latin aftur í sama standi tá leigumálið er av.
5.
J. nr. 132 – 08/00450
KFUM-skótarnir søkja um at leiga húsini sum kommunan hevur keypt frá Hannu Mariu Hammer.
Ætlanin er at brúka húsið til skótavirksemi.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 01/09-2008 mælt frá at ganga umsóknini á møti og vísir til býráðsviðtøku um at taka bygningin niður.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við mentanarnevndini.
6.
J. nr. 502 – 08/00403
Býarplansbroyting á Glyvrum.
Jákup E. Lamhauge, Saltangará heitir á býráðið um at fáa útlagt eitt B-øki eystanfyri Høgnarheyggj á Glyvrum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at taka broytingaruppskotið upp í samband við stóru endurskoðanina av býrplaninum á Glyvrum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/09-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
7.
J. nr. S 87 – 08/00295
Ólavur Groth, Søldarfjørð søkir í skrivi komið 02/06-2008 um loyvi at innrætta ”Klubban” matr. nr. 87 til bústað við 6 verilsum.
Eisini søkir hann um loyvi leiga eitt stykki norðanfyri matr. nr. 87 at seta eitt hús, sum er uml. 50 m2 á, til landbasu hjá m/s ANNIKA.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ásetingarnar í Almennu byggisamtyktini og Býarplaninum fyri øki sum Ólavur ætlar at hava sítt virksemi er:
D3-øki: Økið verður nýtt til havnarlag og virki, ið beinleiðis hava samband við fiskatilvirking.
Teknisk deild mælir tí frá at geva loyvi til virksemið sum Ólavur Groth søkir um, og mælir samstundis til at finna annað egnað øki til hansara virksemi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/06-2008 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Byggi-og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/09-2008 tikið málið uppaftur til viðgerðar og mælir til at gera frávig, vísandi til § 10 í Almennu Byggisamtyktini, tó soleiðis at givna loyvi verður tíðaravmarkað til 5 ár .
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at gera frávik, vísandi til § 10 í Almennu Byggisamtyktini og játta umsóknina.
8.
J. nr. OY 178 – 08/00435
Parkeringspláss til kirkjugarðin í Oyndarfirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Til kirjugarðin í Oyndarfirði er ein uml. 4 m breið ál løgd út norðanfyri vegin til kirkjugarðin, sum eigur at verða gjørd til parkeringspláss. Fyri eystara enda á hesi ál liggur ein partur av matr. nr. 178 sum TD metir natúrliga eigur at verða lagdur saman við álini.
Tekn. deild mælir til at frábýta og keypa hetta stykki sum er uml. 129 m2.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/09-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
9.
J. nr. 050 – 08/00362
Frank Antoniussen, Oyndarfjørð hevur í skrivi df. 02/07-08 sett fram hugskot um at endurreiðsa eina lítla viðarlund í bygdini sum er frá 50 árunum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild mælir til at keypa matr. nr. 110a og 110b sum er víst við reyðari skravering, og at broyta ásetingarnar frá G1-øki og B-øki til F1-øki, soleiðis at Stórá kann verjast og øki næst við.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/09-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild um at øki verður útlagt sum F1 og at taka upp fund við Frank Antoniussen.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
10.
J. nr. 105 – 08/00291
Áhugafelagið “Heimið á Mýrunum” søkir um fíggjarligan stuðul til keyp av einum bili til búfólkið á heiminum.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at veita kr. 5.000,00 í stuðli.
11.
J. nr. 032 – 08/00110
Samanlegging av Komunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag - Uppskot frá KSF
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at at taka undir uppskotinum sum KSF vísir til í skrivi 29/09-2008.
12.
J. nr. 016 – 08/00475
Val av felags kommunalari valnevnd fyri Runavíkar- og Funnings kommunu.
Býráðið hevur á fundi 30/09-2008 samtykt at velja hesi í valnevndina:
Limir:
Símun Mittún, Saltangará
Wilhelm Magnus Olsen, Skáli
Margretha Hansen, Oyndarfjørðu
Sámal Petersen, Funningur
Varalimir:
Jónsvein Knudsen, Saltangará
Liljan Chung, Skálafirði
Jónstein Johannesen, Funningsfjørður
Magnus Samuelsen, Funningur