Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 01. september 2008

1.
J. nr. 521 – 08/00350

2.
J. nr. 431 – 08/00198
Fundur við Agenda skrivstovuna, at viðgera:
1. Norðurlendska verkætlanin
2. Verkætlanin Toftavatn/Løkurin 2008-2009
-Mentanarnevndin greiðir frá málinum.
-Býráðið er á fundi 19/08-2008 kunnað um málið.

3.
J. nr. 132 – 08/00068
Trappulyft til Glyvra skúla.
Ummæli frá Teknisku deild:
Kostn. av trappulyft við eystaru høvuðsdyrnar er uml. kr. 250.000,-, umframt uppsetan.
Kostn. av at gera eina skakt á norðursíðuni á skúlanum, við lyftu til allar 3 hæddirnar er uml. 500.000,- umframt uppsetan av lyft.
Tekn. deild mælir til at velja loysnina til allar 3 hæddirnar.
-Mentanarnevndin mælir til at gera lyft til allar 3. hæddirnr, kostnaður 500.000 kr, og at arbeiðið verður fíggjað av fíggjarætlanini fyri 2009.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.

4.
J. nr. 132 – 08/00252
Tribuna til auluna í Runavíkar skúla.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at veita eina eykajáttan uppá kr. 600.000,- til keyp av tribunu.

5.
J. nr. 642 – 08/00342
Áheitan um at fáa hegn sett upp millum hagapartarnar Múlan og Dalkinn.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Hegnsýnið í Elduvík og Funningsfirði er ikki virkið útvaldu limirnir eru ikki eru áhugaðir í at virka sum hegnsýnisnevnd. TD heitir á býráðið um at taka trupuleikan upp beinanvegin.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/08-2008 samtykt at heita á Tekn. deild um at koma við uppskoti til nýtt hegnsýn.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 útsett málið.

6.
J. nr. EL - 07/00181
Vetrafriðing í Funningsfirði.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at bíða við málinum um vetrarfriðing til vetrarfriðingin á Skála er komin uppá pláss.

7.
J. nr. 431 – 08/00333
Víðkan av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði.
Búnaðarstovan hevur við skrivi df. 27/06-2008 sent kommununi til ummælis umsókn frá IRF, har søkt verður loyvi at víðka um tyringarplássið í Oyndarfirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild mælir til at játtta umsóknina við teirri treyt, at Búnaðarstovan leggur áherðslu á, at IRF ger alt teir kunnu gera fyri at týna rottur á tyrvingarplássinum.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/08-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 viðgjørt málið – fyribils útsett at avgreiða orsaka av kæru.

8.
J. nr. 561 – 05/00638
Vegur til húsini hjá Ragnar í Holusteini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Vísandi til avtalu við Ragnar í Holusteini, hevur Tekn. deild gjørt uppskot til nýggjan veg, sí tekning og er lendisspurningurin avgreiddur.
Tekn. deild mælir til at góðkenna viðlagda uppskot og at arbeiðið verður útboðið.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/08-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

9.
J. nr. SK – 08/00337
Henning Hansen søkir, vegna Sp/f Byggivirkið H.H. í skrivi df. 10/07-08 um loyvi at keypa grundstykkið matr. nr. 58h í Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tað er ongin vegur gjørdur til stykkið.
TD mælir til at gera vegin frá litra ”u” til matr. nr. 58h og selja Sp/f Byggivirkið H.H. matr. nr. 58h.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/08-2008 samtykt at gera høvuðavegin yvir til endan og mælir til at selja umsøkjaranum matr. nr. 58 g.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og at Henning fær matr. nr. 58 h til keyps.

10.
J. nr. G 176e – 08/00371
Í skrivi df. 23/07-08 søkir Mainhard Danielsen um loyvi at keypa eitt uppískoytisstykki burtur av vegøkinum litra ”k” til samanlegging við matr. nr. 176e.
Ummæli frá Tekniksu Deild:
Á Líknagøtu er eitt 2 m breið gongubreyt ætlað, og kann eitt stykki uml. 52 m2 frábýtast og seljast til Mainhard. TD mælir til at frábýta og selja Mainhardi Danielsen uml. 52 m2, sum víst á tekning
df. 23/07-08.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/08-2008 samtykt at mæla til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar nevnd.

11.
J. nr. 512 – 08/00376
Umsókn um leigu av øki uppi á Hústoft til goymslu av fýrverki
Rúni Klein Joensen søkir vegna sp/f Skot um leigu av øki uppi á Hústoft til goymslu av fýrverki sum verður goymt í kontainarum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild hevur viðgjørt umsóknina.
Umsóknin er bert ein e-mailur og lýkur ikki tey minimums krøv ið eru sett til eina umsókn og er tí neyðugt at fáa tekning/bygningsfrágreiðing og eina støðumynd (stødd, frástøðu, girðing v.m.) áðrenn umsóknin kann viðgerast endaliga.
Um umsøkjarin lýkur omanfyri nevndu treytir, mælir Tekniska deild til at játta loyvið til at seta upp goymslu til fýrverk á Hústoft á økinum har Landsverk og P/f Borg hava goymslu.
Viðmæli er treytað av at:
Fullfíggja umsókn verður innsend til endaliga viðgerð
Loyvið frá ánaranum av lendinum (bónda/Búnaðarstovuni)
Góðkenning frá Arbeiðseftirlitinum
Góðkenning frá Friðingarmyndugleikunum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/08-2008 samtykt at mæla til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at játta umsóknina, treytað av at:
Fullfíggjað umsókn verður innsend til endaliga viðgerð
Loyvið frá ánaranum av lendinum (bónda/Búnaðarstovuni) fyriliggur
Góðkenning frá Arbeiðseftirlitinum
Góðkenning frá Friðingarmyndugleikunum.
Góðkenning frá Politinum

12.
J. nr. 352 – 08/00388
Møgulig víðkan av Frítíðarskúlanum á Skála
-Sosiala nevnd hevur á fundi 19/08-2008 mett mælt frá at økja um frítíðaransingina á Skála í inniverandi fíggjarárið. Men mælir til at viðgera og stinga út í kortið hvussu tilboð innan banaansing, forskúlatilboð og frítíðaransing skal tilrættaleggjast á Skála frameftir, í mun til á hvørjum stovnum hvørjir aldursbólkar skulu hava tilboð og hvørji krøv tað setir til hølisviðurskifti.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
Eisini varð samtykt at biðja Sosialu deild kanna møguleikan fyri at ansing av 2. flokki verður í læknastøðini á Skála.

13.
J. nr. SK 642 – 02/00877
Vetrarfriðing av Skála
-uppskot til sáttmála við hagapartarnir.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2008 samtykt at taka undir við uppskotinum til sáttmála við hagapartarnir (uppskot df. 13/08-2008)