Býráðsfundur
1.
J. nr. 02 – 08/00202
2 viðgerð av eykajáttan til bygging av barnagørðunum á Skála og í Søldarfirði.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at veita eina eykajáttan uppá 10.225,000,- kr.
2.
J. nr. 212 – 08/00235
Tummas Jákup Høj, Strendur uppsigur sáttmálan uppá skúlabarnakoyringina millum Skála/Skálafjørð og Strendur upp til summarferiuna.
-Mentunarnevndin hevur samtykt at bjóða koyringin út av nýggjum.
3.
J. nr. 102 – 08/00253
Eykajáttan í smb. við at Forskúli verður settur á stovn.
Sosiala deild mælir til at áseta foreldragjald á 200 kr. um mánaðin svarandi til 35.000 kr fyri tíðarskeiðið. Og at veitt verður ein eykajáttan uppá 283.000,- kr.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
4.
J. nr. 102 – 08/00254
Eykajáttan í smb. við stovnan av Frítíðaransing fyri forskúlaflokkarnir.
Við stovnan av forskúla verður talið á børnum til frítíðarskúla økt við uml. 35 børnum.
Sosiala deild mælir til at søkja um eykajáttan til økt frítíðarskúlatilboð á 371.000 kr.
-Sosiala nevnd tekur undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka undir viðtilmælinum frá Sosialu deild.
5.
J. nr. 105 – 08/00214
Blái Krossur søkir um fíggjarligan stuðul til bygging av nýggjum Blákross heimi á Nesi.
Søkt verður um 300.000 kr. frá Runavíkar kommunu, til bygging av Blákrossheimið sum er mett at kosta uml. 10 mió. kr. Søkt verður um stuðul frá øllum kommunum í Føroyum í mun til fólkatalið, svarandi til eina uphædd á uml. 3,7 mió kr.
-Sosiala nevnd mælir til at stuðla nýggja Blákrossheiminum við 300.000 kr. yvir 3 ár.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
6.
J. nr. 512 – 07/00102
Uppskot til avtalu við Sp/f VIST keyp av byggilendi burtur av matr. nr. 1b í Runavík til íbúðarbygging.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Uppskot til innihald í sáttmála við Sp/f VIST:
B. Øki
Byggiøki er víst á hjáløgdu tekning, og er uml. 5.000 m2 til víddar.
C. Ætlanin fevnir um
Gerð av íbindingarvegi smb viðlagt projekt
Byggibúning av økinum
Bygging av smærri íbúðum eftir góðkendari ætlan.
D. Galdandi fyri byggingingina eru hesar ásetingar:
Almenna Byggisamtyktin fyri Runavíkar kommunu, sí niðanfyri
Kapittul VII
3. gr. Ásetingar fyri B-økið.
1. Øki B:
Runavíkar býráð selur Sp/f VIST grundstykki uml. 5.000 m2.
Grundstykkið skal verða frábýtt og goldið áðrenn arbeiðið byrjar.
Nýtingarstigi er 0,4 , og verður vegøki inni á byggiøkinum, ikki tikið við í útrokningini av nýtingarstiginum.
Saml. gólvvídd kann í mesta lagi verða uml. 2.000m2.
Býráðið, saman við byggiharra, gera matrikulfrábýtir.
Byggiætlanin skal umfata samanbygdar smærri íbúðir. Húsini kunnu gerast í 2 hæddum, og skal tá veghæddin gerast til rørslutarnaði. Hús í 2 hæddum kunnu býtast sundur sum eigaraíbúðir.
Húsini skulu byggjast sum vanlig føroysk timburhús og skulu lúka allar treytir fyri sethúsum sum eru ásett av Alm. Byggisamtyktini og BrunaumsjónLandsins.
Tekningar og fylgisskjøl til umsókn um byggiloyvi, skulu lúka treytirnar sum eru ásettar í Almennu Byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Góðkenning frá Brunaumsjón Landsins skal fylgja við uppskotinum.
Býráðið ger projekt til atkomuveg, kloakk, vatn-leiðing og gøtulyktir, við øllum neyðugum útbúnaði.
Byggiharrin ger og fíggjar vegin.
Tá atkomuvegurin, kloakk, vatnleiðing og gøtulyktir, við øllum neyðugum útbúnaði, er góðkendur av Runavíkar Býráð, skal býráðið yvirtaka atkomuvegin, uttan at endurgjald verður goldið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/5-08 samtykt at taka undir við sáttmálauppskotinum.
7.
J. nr. 512 – 07/00102
Uppskot til avtalu við Sp/f JHR keyp av byggilendi burtur av matr. nr. 1b í Runavík til íbúðarbygging.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Sama tilráðing sum til mál nr. 6.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/5-08 samtykt at taka undir við sáttmálauppskotinum.
8.
J. nr. 243 – 07/00125
Jarðarkeyp til sparkivøll í Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Á fundi 29/10-07 hevur býráðið samtykt at leggja ein sparkivøll í Skálafirði, og hevur Tekn. deild skotið upp at leggja vøllin á matr. nr. 9a vestan fyri matr. nr. 34w – 420 og 30a.
Stykkið er uml. 1.680 m2 og mælir TD til at keypa stykkið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2008 samtykt at mæla til at keypa neyðugt lendi.
9.
J. nr. G 197 – 08/00257
Trúgvi Joensen søkir vegna samkomuna Berøa um princippielt byggiloyvi til nýtt samkomuhús, smb. viðsendu tekningum merktar 00 – 01 – 02 df. 14/05-2008.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tað er onki nýtingarstig ásett fyri C2-øki.
Viðv. parkeringsplássum er ásetingin í minstalagi 1 bilstøðil fyri hvørji 10 sitipláss.
Tað letur til at uml. 290 sitipláss eru í salinum, og svarar hetta til um 30 parkeringspláss. Væl vitandi at hesi parkeringsplássini ikki megna at taka bilarnar í samband við jarðarferð ella t. l..
Umsóktu 465 m2 hjálpa lítið til parkeringsviðurskiftini, av tí at hetta er ein brøtt brekka.
TD mælir til at geva principielt byggiloyvi til bygningin sum stendur við í 6 mánaðar, og skal samkoman BERØA koma við fullfíggjaðum tekningum og umsókn um byggiloyvi, áðrenn freistin er farin.
Bygningurin skal setast minst 3 m frá markinum millum matr. nr. 198a og matr. 199.
TD mælir til at selja umsóktu 465 m2 til BERØA.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2008 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
10 - 14.
Smærri býarplansbroytingar á Skála, á Glyvrum, í Saltangará, Oyndarfirði, Elduvík og Søldarfirði.
10.
J. nr. 502 - 07/00768
Skála broyting frá D1-øki til B-øki.
Broytingin av vegøkinum og D1-økinum norðan fyri Kirkjuna á Skála til B-øki, og Broytingin av D1-økinum norðan fyri Bátahylin til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ongi mótmæli ella broytingaruppskot er komin til framløgdu uppskotini.
Tekn. deild mælir til at góðkenna broytingaruppskotini og senda tey til Løgmálaráðið til góðkenningar.
11.
J. nr. 502 – 07/00768
Oyndarfjørð við Steinagerði og Stóru- og Lítlumørk.
Broytingin av G1-økinum í Oyndarfirði við Steinagerði til B-øki, og G1-øki í Stóru- og Lítlumørk í Oyndarfirði til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Óla Jákup Kristoffersen adv. mótmælir í skrivi df. 01/04 -08 vegna Ingvard Johansen, Oyndarfjørð at matr. nr. 8a, Stóra- og Lítlamørk, verður broytt frá G1-øki sum er til landbúðna til B-øki til sethús.
Býráðið hevur á fundi 28/04-08 samtykt ikki at ganga mótmælinum á møti, og er hetta boða Óla Jákup Kristoffersen adv. frá í skrivi df. 29/04-08.
Onki mótmæli er komið um broytingarnar í Steinagerði
Tekn. deild mælir til at góðkenna broytingaruppskotini og senda tey til Løgmálaráðið til góðkenningar.
12.
J. nr. 502 – 07/00768
Glyvrar og Saltangará broytingar frá G1-øki,Veg-øki og G2-øki til B-øki
Broytingin av vegøkinum í Saltangará, vestan fyri vegin á Heygnum til B-øki, og G1-øki og G2-øki eystan fyri Leitisvegin á Glyvrum til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ongi mótmæli ella broytingaruppskot er komin til framløgdu uppskotini.
Tekn. deild mælir til at góðkenna broytingaruppskotini og senda tey til Løgmálaráðið til góðkenningar.
13.
J. nr. 502 – 07/00768
Elduvík D1-øki til F1-øki, og matr. nr. 2a-4a-198 og litra ”a” til nýtt D1-øki.
Í skrivi df. 22/03-07 heitur Føroya Fornminnissavn á býráðið um at skipa fyri at gomlu neystini og úthúsini verða varðveitt.
Broytingin umfatar at broyta D1-øki til F1-øki við lendingina í Elduvík, og at gera matr. nr. 2a-4a-198 og litra ”a” til nýtt D1-økinorðan fyri lendingina.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ongi mótmæli ella broytingaruppskot er komin til framløgdu uppskotini.
Tekn. deild mælir til at góðkenna broytingaruppskotini og senda tey til Løgmálaráðið til góðkenningar.
14.
J. nr. 502 – 07/00768
Søldarfjørð matr. nr. 58a frá G1-øki til B-øki
Sofía, Sverri og Annfinn Olsen ynskja at matr. nr. 58a verður broytt frá G1-øki til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ongi mótmæli ella broytingaruppskot er komin til framlagda uppskotið.
Tekn. deild mælir til at góðkenna broytingaruppskotið og senda tað til Løgmálaráðið til góðkenningar.