Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 03. apríl 2008

1.
J. nr. 132 – 07/00717
Skipan av skúlaverkinum í sambandi við møguligan forskúla á Glyvrum.
Møgulig flytan av fjølbrekaðu næmingunum sum nú ganga í Ser 1 í Søldarfirði út í Glyvra skúla og av brekaðu næmingunum sum nú ganga í Ser 3 í Søldarfirði út í Runavíkar skúla.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 13/03-2008 samtykt at næmingarnir við serligum tørvi eisini flyta úr skúlanum í Søldarfirði tá skúlanæmingarnir annars flyta úr Søldarfirði nú í summar.
Á skúlanum á Glyvrum mugu ávísar umbyggingar gerast í hesum sambandi, og skal serstakt tilmæli gerast av umsitingini hesum viðvíkjandi.
Tað verður heimilað skúlaleiðsluni at nýta høli í Runavík/Glyvrum til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

2.
J. nr. 132 – 07/00630
Uppskot um at skipa forskúlatilboð og frítíðaransing til børn undir skúlaaldur.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sos. deild metir at Søldarfjarðar skúli kann verða ein góður karmur um frítíðarskúla til uml. 80 børn. Forskúlafl. verður uml. 38 børn og 1. fl. 38 børn og 2. fl. 42 børn. Spurningurin er hvussu nógv børn í 2. flokki hava tørv á tilboðnum Frítíðarskúlatilboði. Um tað bert eru nøkur fá, ið hava tørv, kunnu tey rúmast í skúlanum, men er tað nógv, er ivasamt um hølini rúma hesum, tí tey ikki eru bygd til endamálið.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 25/03-2008 tikið undir við at seta á stovn forskúlatilboð og at økja um frítíðaransingina til forskúlabørn í samband at frítíðaransingin flytir í Søldarfjarðar skúla. Mælt verður til at bíða við støðutakan um tilboð til 2. flokk, til tilboðið um forskúlaflokk og 1. flokk er komið væl uppá pláss.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 13/03-2008 mælt til at skipa forskúlatilboði í Glyvra skúla frá skúlaárinum, sum byrjar í aug. 2008.
Hetta viðførur, at ein árgangur verður tikin úr ansingarskipanini.
Ætlanin er at hava fríðtíðarskúla fyri 1. og 2. flokk í skúlanum í Søldarfirði, og verður somuleiðis mælt til at forskúlin fær fríðtíðar-skúla tilboð í Søldarfirði.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 502 – 07/00338
Býarplansbroytingin á matr. nr. 257a á Skála hevur ligið frammi til broytingar og mótmæli ásettu tíðina, sum er sett til 19. feb. 2008 og onki broytingaruppskot ella mótmæli er komi til uppskoti.
TD mælir til at endaliga góðkenna uppskot og senda tað til Løgmálaráðið til góðkenningar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/03-2008 tikið undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 580 – 08/00142
Bygdamarkið millum Saltangará og Glyvrar.
Tað vísir seg at vera trupult at skilja millum hvar markið er millum Glyvrar og Saltangará, Hjálagda tekning vísur hvar markið sigst vera.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í niðari partinum er ongin ivi, her gongur markið eftir gamla útgarðinum millum bøin á Glyvrum og hagan, og er trøðin hjá Petur Hans Jacob innløgd av Glyvrahaga upp at bønum.
Mælt verður til at markið millum Glyvrar og Saltangará, oman fyri Leitisveg, skal ganga eftir markinum millum trøðna hjá Tummas í Holusteini og trøðna hjá Alfred Jógvanson, hóast trøðin hjá Mourits Niclasen verður býtt sundur. Nýggja markið er víst við brotnari striku.
Vísandi til markið millum Runavík og Saltangará so Tað hevur eisini tikið seg upp, at Kaj Hansen, skrivar seg til Runavík, meðan Eldrafelagið Nón, skrivar seg til Saltangará.
Tað er soleiðis vorið, at hesi bæði grundstykkini liggja á markinum millum 2 markatals bygdir, Glyvrar og Toftir, og hava grundstykkini 2 matrikul nr., eitt frá hvørjari av markatalsbygdunum.
Bæði stykkini hava atkomu frá Torvgøtu, sum liggur í marktalsbygdini Glyvrar, við øðrum orðum Saltangará.
Heitt verður á Byggi- og býarskipanarnevndina um at skera í gjøgnum í hesum spurningi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/03-2008 tikið undir við tilráðingini frá Tekn. deild um mark millum Saltangará og Glyvrar, men samtykti ikki at gera broytingar í samband við mark millum Runavík og Saltangará.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 202 - 08/00130
9/03-08 kl. 14.00 blivu tilboðini uppá víðkan av Kirkjugarðinum á Glyvrum latin upp, og eru tey hesi:
Brøður Magnussen, Sp/f JHR Entreprenørar, Sp/f RTS Contractors og Ronny L. Olsen
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/03-2008 mælt til at taka av lægsta tilboðnum.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

6.
J. nr. 502 – 07/00345
Býarplansbroytingin á matr. nr. 74 í Elduvík hevur ligið frammi til broytingar og mótmæli ásettu tíðina sum er sett til 19. feb. 2008 og onki broytingaruppskot ella mótmæli er komið til uppskotið.
Tekn. deild mælir til at endaliga góðkenna uppskotið og senda tað til Løgmálaráðið til góðkenningar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/03-2008 tikið undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 03/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.