Býráðsfundur
1.
J. nr. 521 – 08/00057
Sp/f Frakt & Sandsølan søkir í skrivi df. 28/01-08 um byggiloyvi til virkisbygning á matr. nr. 93a í Runavík sambært tekningum nr. 00 – 01 – 02 – 03 – 04 – 05 – 06 og nr. 07 df. 13/11-07 til teirra virksemi.
Í hesum sambandi søkja teir um, at kommunan kann gera stuðlamúr móti vegnum.
Eisini søkja teir um at fáa keisíðuna longda til 20 m við 6m dýbi, av tí at teir eiga 6 skip og vísa teir eisini á, at teir hava 50 fólk í starvi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at geva byggiloyvi til høllina sum víst á tekningunum nr. 00 – 01 – 02 – 03 – 04 – 05 – 06 og nr. 07 df. 13/11-07við hesum treytum:
At grundstykkið verður frábýtt matr. nr. 93a
At Arbeiðseftirlitið eisini gevur sítt viðmæli.
At Landsverk gevur sítt viðmæli
Tekn. deild metir, at stuðlamúrurin er ein partur bygninginum, og mælir frá, at kommunan ger stuðlamúrin.
Til keisíðuna hevur TD onga tilráðing, men kann vísa á, at atløgusíðan, sum er á staðnum, bleiv gjørd tá í kisturnar vóru bygdar í Rókini, og bleiv hon brúkt til grótbátin hjá E. Phil & Søn, og var ongantíð ætlað sum verandi atløgusíða.
Á høgætt kann atløgusíðan slett ikki brúkast.
-Havnanevndin hevur á fundi 18/02-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
- Byggi-og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/02-2008 mælt til at taka undir við tilráðing frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2008 samtykt at taka undir við Havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
2.
J. nr. 243 – 07/00298
Bygging av Støkk-høll á ítróttarøkinum í Runavík, smb. tekningum frá TN-Bygging df. 15/02-2008 og skriv df. 14/02-2008.
Í uppskotinum frá Støkk verður parturin hjá Runavíkar kommunu 9.275.000,- svarandi 51% av kostnaðinum.
Umframt at kommunan rindar 500.000,- um árið í 5 ár fyri gomlu Støkk-høllina, fyrstu ferð 1. aug. 2008. Og at kommunan útvegar grundøki til høllina.
Støkk hevur aðalfund seinast í febr.‘08 og ynskja svar frá kommununi áðrenn aðalfundin.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Vísandi til nýggju tekningarnar av Støkkhøllini dagf. 15/02 2008, mælir Tekniska deild til at geva principiella tilsøgn til at byggja sum víst, tvs. stødd og planloysn, men við teirri treyt, at bygningurin ”útsjóndarmessiga” skal kunna tillagast arkitektoniskt til eina góðkenda heildarloysn.
Mett verður, at neyðugt er at gera eina heildarloysn fyri ítróttarøkið, áðrenn umsóknin kann endaliga viðgerast.
Mælt verður til at útskriva eina arkitektkapping fyri alt ítróttarøkið og at peningur verður avsettur til kappingina.
- Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/02-2008 mælt til at taka undir við tilráðing frá Tekn. deild, tó metir nevndin ikki tað er neyðugt við arkitekta-kapping
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
3.
J. nr. 629 – 08/00012
Virkisráðgeving sigur í skrivi df. 07/01-2008 at komandi Vinnustevnan Faroexpo og Mentanarvikan verða í døgunum 20. – 23. okt. 2008. Og verður søkt um 213.000,00 til fyriskipan av tiltøkunum, marknaðarføring v.m.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 24.01.2008 samtykt at bjóða Sp/f Virkisráðgeving við á næsta FN-fund at greiða nærri frá.
Símun Hammer greiddi frá, at fyritøkur, sum taka lut sjálvstøðugt, gjalda 16.000 kr í part.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.02.2008 mett, at vinnuligi parturin eigur at kosta uml. 50.000 kr. Málið verður tikið upp í býráðnum, har mentunarparturin eisini verður umrøddur.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2008 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini og at verða við í tiltakinum aftur í ár.
4.
J. nr. 032 – 08/00110
Samanlegging av KSF og FKF – nýtt kommunufelag fyri allar kommunur í Føroyum.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.02.2008 viðmælt, at feløgini verða løgd saman.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2008 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.
5.
J. nr. 102 – 08/00112
Avtalustýring við skúlarnar
Fíggjarnevndin hevur á fundi 21.02.2008 viðmælt, at fíggjarleiðarin tekur málið upp á fundi við skúlastjórarnar og annars arbeiðir víðari við málinum
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2008 samtykt at beina málið í mentanarnevndina til viðgerðar.