Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. november 2007

1.
J. nr. 132 – 06/00782
2. viðgerð av eykajáttan til leyst innbúgv og útbúnað til Runavíkar skúla.
Leyst innbúgv, Interaktivar talvur, KT-útbúnaður, servarir, teldur, farteldur, printarar v.m.
Jarn, metal smíð, træsmíð, handarbeiðið og list, bestikk til køk/lærarv./kantinu, handverk og list, vaskiútgerð.
Tekn. Deild mælir til, at avsett verða 1.500.000 kr til annað í samband við skúlan.
-Mentanarnevndin hevur á fund 22/10-07 mælt til at biðja fíggjarnevndina um eykajáttan á kr. 2.300.000 kr í 2007 í hesum sambandi, umframt at restin verður sett av í komandi fíggjarætlan.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 05/11-07 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt við 2. viðgerð eykajáttanini.

2.
J. nr. 132 – 07/00225
Umvæling av Gamla skúla í Oyndarfirði.
Tilboð uppá liðugt gerð av timburarb.
Timbur-, vvs- og el-arb. 270.420,00 kr.
Avsett og tilgóðar: 150.000,00 kr.
Manglandi játtan til liðugger uml. slakar 100.000,00 kr.
Mælt verður til at gera eina samlaða játtan fyri komandi ár uppá 250.000,00 kr. ella at keypa tilfar av inniverandi játtan í ár, og at rest 155.000,00 kr., so verður avsett til komandi ár.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 22/11-2007 mælt til at seta 150.000,00 kr., til ístandsetan av Gamla skúla í Oyndarfirði til komandi ár.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.

3.
J. nr. 07/00771
Fíggjarætlan fyri 2008 hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 20/11-2007 mælt til at góðkenna fíggjarætlanina og at senda málið til fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22.11.2007 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og góðkenna roknskapin hjá Skálafjarðar sløkkiliði.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

4.
J. nr. 512 – 07/00711
P/F SHELL, Tórshavn søkir í skrivi df. 14/11-07 at tey eru áhuga í grundstykkinum á Høgabóli til bensinstøð og hevur viðlagt skitsu av ætlanini og ynskja fund við kommununa um ætlanina.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at geva SHELL tilsøgn um princippielt byggiloyvi í 6 mánaðar, til 1. mai 2008, á matr. nr. 211b og matr. nr. 216, soleiðis at teir kunnu koma við eini umsókn við fullfíggjaðum tekningum til okkara viðger.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/11-2007 mælt til at geva prinsippielt loyvi sambært skitsu frá Shell. Eisini mælir nevndin til, at fíggjarnevndin ásetir m2 prísin fyri undirlendi. Nevndin mælir frá at selja stykki áðrenn tað er ábygt og at tilsøgnin er tíðaravmarkað til 1. mai 2008.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.
Eisini varð samtykt at ætlanin hjá Shell, í sambandi við ferðsluna til- og frá økinum, má verða góðkend.

5.
J. nr. 512 – 07/00779
Møguleiki fyri útbygging av oljugoymsluni “Bunkers” hjá P/F SHELL, í Søldarfirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/11-2007 hevur kunnað Shell um møguliga útbygging í Søldarfirði.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at bjóða P/F Shell øki í Søldarfirði til bygging av oljugoymslu “Bunkers”.

6.
J. nr. 243 – 07/00125
Bygdafólk í Skálafirði hava sett ynski fram um at fáa ein sparkivøll til Skálafjarðar og skjóta tey upp at vøllurin verður lagdur vestan fyri Dvørgasteinar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Dvørgasteinar liggja í býarplaninum í E1-øki og eru ásetnfgarna hesar:
1. Øki E1:
a) Økið verður nýtt sum alment fríøki.
b) Á økinum kann standmynd ella minnis varði setast. Økið verður, plantað í síni heild.
c) Tað er bert loyvt at byggja slíkt, sum er neyðugt til almenn­ar veitingar ella til røkt av økinum sjálvum.
d) Útstykking má ikki fara fram.
Við øðrum orðum, kann vøllurin ikki leggjast her.
Hinvegin kan vøllurin leggjast við síðuna av sunnanfyri sum er B-øki og eru ásetingarnar hesar:
Ásetingar fyri B-økið.
2. Øki B:
a) Økið verður nýtt til sethús bygd sum stakhús ella tvíhús. Býráðið kann tó loyva, at bygd verða ketu- ella raðhús eftir ætlan fyri eitt náttúrligt avmarkað øki.
b) Útstykking kann bert fara fram eftir ætlan fyri eitt náttúrligt av­markað øki.
c) Nýtingarstig skal verða samsvarandi kap. 4, 1., 2. og 3 gr.
d) Loyvt er at innrættað partar av sethúsum til handil ella vinnuvirki, sum ikki órógvar grannalagið við lukti, gangi ella forðar fyri vanligari ferðslu til búðstaðarøki.
e) Á B-økjunum kunnu hugnaøkir og spælipláss gerast, uttan at hesi økir eru sermerkt í býarplaninum.
f) Sambært pkt. e) kann vøllurin leggjast her.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/11-2007 mælt til at keypa lendi sambært tilmæli frá Teknisku umsiting.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

7.
J. nr. G 64a – 07/00770
Martin Vang, Glyvrar søkir við skrivi df. 15/11-07 um loyvi at frábýta 5 grundstykkir burtur av trøð síni til sín sjálvs, sambært viðlagdari tekning df. 15/11-07.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Sum sæst eru stykkini rættuliga stór, og hevur TD uppskot um at býta stykkini upp sum víst á tekning df. 19/11-07.
Um stykkið nr. 4 skal hava uml. somu vídd sum Martin skjýtir upp, verður hann noyddur at keypa uml. 123 m2 burtur av matr. nr. 44a hjá kommununi og 29 m2 burtur av trøðni hjá Dagmar Johannesen.
Stykkið nr. 3 verður minka við uml. 429 m2.
TD skýtir upp at taka upp samráðingar við Martin Vang um at broyta umsóknina sambært uppskoti df. 19/11-07
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/11-2007 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at frábýtagrundstykkir smb. uppskoti frá Tekn.deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

8.
J. nr. 212 – 07/00468
Endurnýggjan av sáttmálanum við Strandfaraskip Landsins um bussrutuna á Skálafjørðinum.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22.11.2007 viðgjørt uppskot til ferðaætlan frá SSL, sum verður góðkend við undantak av Æðuvíks- & Rituvíksleiðini, har túratalið skal økjast.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

9.
J. nr. 102 – 07/00652
2 viðgerð av fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2008.
Samlaða sparingin hjá nevndunum í mun til 1. viðgerð er 2.135.000 kr.
-Fíggjarnevndin skýtur tí harafturat upp, at sparingar upp á 1.420.000 kr verða gjørdar – smb. hjálagda yvirlit.
Fíggjarnevndin hevur eisini gjørt nýggjar metingar av inntøkunum og metir persóns-skattin 5.096.409 kr hægri (t.e. ein hækking upp á 4,5% í mun til framrokningina 2007). P/F-skatturin er mettur 0,5 mió hægri.
Út frá hesum fortreytum metir fíggjarnevndin, at skattaprosentið kann vera óbroytt (22%).
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini og at skattaprosentið verður 22% og barnafrádrátturin 4.000,00.

Mál í sambandi við býarplansbroytingar:

10.
J. nr. 502 - 07/00768
Miðbýurin í Runavíkar kommunu.
Undir seinasta endurskoðan av býarplaninum fyri Saltangará, hevði Hilmar Nielsen, Saltangará eitt skrivligt broytingaruppskot df. 04/09-04 um at leggja matr. nr. 233a hjá teimum út sum eitt fríðkanarøki.
Hetta tók býráðið undir við, og sendi Hilmari eitt skriv df. 17/121-04 har sagt var at broytingaruppskotið hjá honum var ov stórt og kundi ikki takast við í hesum umfari, men mátti leggjast fram alment.
Hilmarsa uppskot er innteknað á tekning df. 04/09-04.
Tekniska deild heldur tað verða skeivt at viðgera ”miðbýin” sum eina ”smærri býarplansbroyting”, og mælir til at taka eina møguliga broyting upp saman við Rambøll og Nyvig A/S sum vit hava tikið býarplans samarbeiði upp við.
Eisini mælir TD til at taka allar tilsagnir um byggiloyvi aftur innan fyri gulu strikuna á tekningini df. 25/11-07.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at taka matr. nr. 233a burturúr A3-økinum, og at taka broytingina upp í samband við endurskoðanina av Býarplaninum saman við Rambøll Nyvig A/S.

Nevndin tekur ikki undir við at taka tilsagnir um byggiloyvi aftur sum víst er innan fyri gulustrikuna á tekning df. 25/11-07.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

11.
J. nr. 07/00802
Napoleum Jacobsen, Saltangará søkir við skrivi og eini mynd vegna Klæmint S. Jacobsen, Kristian E. Knudsen, Ólavur Jacobsen og Napoleum Jacobsen um at fáa vegin millum Bakka og Kópasker fluttan oman í fjøruna soleiðis at matr. 35a, 36a, 38a og matr. nr. 39a kunnu leggjast út til B-øki.

Reint vegteknikst er eitt størri arbeiði at finna útav um vegurin kann flytast við teimum endum sum hann nú hevur á Kópaskeri og á Bakka, ella um hann skal enda inni í Søldarfirði í nærheitini við oljugoymsluna, ella í triðja lagi strikast.

Økið søkt verður um er uml. 13.120 m2 og metir TD at hetta er so stór broyting at hon eigur at verða løgd til viðger undir eini størri endurskoðan saman við Rambøll og Nyvig A/S.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 metir broytingaruppskotið er so stórt og grýpur rættuliga nógv inn í verandi býarplan.
Nevndin mælir til at taka málið uppaftur í samband við eina størri endurskoðan saman við Rambøll og Nyvig A/S.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini

12.
J. nr. 502 - 07/00768
Broyting frá D1-øki til B-øki á Skála.
Undir viðgerðini av umsóknini hjá Jógvan Mikkelsen df. 02/10-07, hevði TD hesa tilráðing :
Sum heild heldur TD at ov mikið av B-økjum eru útløgd á Skála, og at Jógvan Mikkelsen lættilga kundi funnið annað B-øki á teirra ognum aðrastaðni í bygdini til nýggj sethús.
TD heldur, at rættast er at vera varin við at leggja nýggja bygging nær sjóvar-málanum.
TD mælir til at taka umsóknina uppaftur í samband við endurskoðan av býarplaninum á Skála.
TD mælir frá at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at broyta D1-øki á matr. nr. 393, 34a,126a, 123a, 394, 242 og 122 til B-øki.
- Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

13.
J. nr. 502 – 07/00768
Í skrivi df. 07/04-07 søkir Henny Biskobstø um at broyta býarplanin á einum parti av matr. nr. 126a frá G1-øki til B-øki, soleiðis at hon kann fáa eitt grundstykki á einum ávísum stað í Mouritsa trøð.
TD er ikki i iva um at ovmikið av B-øki eru útløgd á Glyvrum og Saltangará, serliga í Saltangará frá Breiðubrekku og út til Blikagøtu.
Um BB metir, at tað er uppaftur størri tørvur á grundstykkjum, er tað rættast at leggja eitt størri øki út til B-øki sum víst er á viðløgdu tekning df. 25/11-07.
Ps. Ein slík meting og broyting eigur at verða gjørd saman við Rambøll og Nyvig A/S
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at leggja B-øki út sum víst á tekningini df. 25/11-07.
Av tí at tørvurin er so stórur á grundstykkir, at málið skal avgreiðast uttan Rambøll og Nyvig A/S
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

14.
J. nr. 502 – 07/00768
John Andersen, søkir um býarplansbroyting
25/08-05 hevði TD hesa tilráðing:
John Andersen, Saltangará søkir í skrivi df. 16/08-05 um loyvi at keypa eitt grundstykki burtur av matr. nr. 150a Saltangará.
Kommunan eigur matr. Nr. 150a og er einasti parturin sum er nóg stórur til eitt grundstykki, noðran fyri matr. nr. 151.
Hetta stykkið er útlagt til alment ferðsluøki, við tí fyri eyga at ein møgulig íbinding millum vegin á Líknagøtu og vegin undir Heygnum kann liggja her.
Annars er at siga at tað er sera høgt frá vegnum á Heygnum og niður í stykkið og høgt frá vegnum á Líknagøtu upp til stykkið.
TD mælir frá at selja stykkið.
Hinvegin mælir TD til at Býráðið vísur John á eitt annað stykkið.
TD stendur við sítt frá – og tilmæli.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at broyta tann partin av matr. nr. 150a sum liggur norðan fyri matr. nr. 151 frá vegøki til B-øki.
- Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

15.
J. nr. 502 – 07/00768
Napoleum Jacobsen hevur vent sær munnliga til býráðleiðsluna um at fáa B-øki lagt út frá Langanesi til Marknagarð.
-Byggi-og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/01-07 samtykt at taka umsóknina upp í samband við eini størri endurskoðan av býarplaninum. Her meinast við Rambøll og Nyvig.
TD mælir til at taka undir við viðtøkuni í BB tann 17/01-07, og hevur annars onga tilráðing.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at taka málið upp saman við Rambøll og Nyvig A/S.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

16.
J. nr. 502 – 07/00768
Í skrivi df. 18/11-07 biður Lis L. Davidsen um at fáa matr. nr. 120b broytt frá C1-øki til B-øki, við møguleika fyri smærri vinnuvirki.
B-øki loyvir smærri vinnuvirkjum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt frá at játta umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt broytingaruppskot frá Kára P. Højgaard um at taka málið upp í sambandi við endurskoðanina av Býarplaninum saman við Rambøll Nyvig A/S

17.
J. nr. 502 – 07/00768
Í skrivi df. 06/10-06 biður Elsebeth Cristensen um at fáa broytt ásetingarnar fyri matr. nr. 150 Oyndarefjørð frá G1-øki til B-øki.
TD metir tað natúrligt at at binda B-økini saman framvið vegnum og mælir til at leggja nýtt B-øki út frá matr. nr. 139b og norður til matr. nr. 154, sum víst á hjáløgdu tekning df. 25/11-07.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at broyta býarplanin soleiðis at G1-øki verður broytt til B-øki.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

18.
J. nr. 502 – 07/00768
Matr. nr. 8g-h-i og c í Oyndarfirði hava fyrr ligið út sum B-øki, og broytti Oyndarfjarða kommuna hesi stykkir til G1-øki, og var ætlanin at stykkini skuldu fella aftur til festi.
Grundstykkini eru ongantíð løgd aftur til festi, og eigur Runavíkar kommuna stykkini.
TD mælir til at broyta ásetingarnar fyri matr. nr. 8g-h-i og c í Oyndarfirði frá G1-øki til B-øki, sum víst á hjáløgdu tekning df. 25/11-07.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku Deild.

19.
J. nr. 502 – 07/00768
Í skrivi df. 22/03-07 heitur Føroya Fornminnissavn á býráðið um at gera okkurt fyri at friða gomlu neystini og úthúsini í Elduvík.
TD mælir til at broyta D1-øki í Elduvík til F1-øki, og leggja nýtt D1-øki út norðan fyri lendingina, sum víst á hjáløgdu tekning df. 26/11-07.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at broyta D1-øki til F1-øki, og leggja nýtt D1-øki út frá lendingini móti norði.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

20.
J. nr. 502 – 07/00768
Sofía Olsen, Sverri Olsen, Annfinn Olsen og Petur Hansen hava ynski um at broyta ásetingarnar fyri matr. nr. 58a í Søldarfirði frá G1-øki til B-øki.
TD metir trøðna at verða bratta til sethúsabygging, og trøðin liggur móti vestri og harvið móti landsvegi, og at tað verður ringt at fáa ein góðan atkomuveg gjørdan frá Gerðisvegi niður í trøðna.
TD mælir frá at ganga ynskinum á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at broyta trøðna matr. nr. 58a frá G1-øki til B-øki.
Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

21.
J. nr. 502 – 07/00768
Í skrivi df. 30/01-07 biðja Robert Jensen og Eyðvør Løkjá, Skála um at fáa ásetingarnar fyri matr. nr. 159b broyttar frá G1-øki til B-øki.
Stykkið liggur, eftir okkara meting, soleiðis fyri at tð møguliga einaferð í tíðini kann koma havnaøkinum til nyttu.
TD mælir frá at ganga umsóknini á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt frá at játta umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka málið upp í sambandi við endurskoðanina av Býarplaninum saman við Rambøll Nyvig A/S.

22.
J. nr. 502 - 07/00768
Nýtingar- og byggistig á A1-økjunum
Formaðurin í BB hevur biðið TD um at arbeiða við einum uppskoti um at hækka byggi- nýtingarstigi á A1-økjunum, serliga á Heiðavegi.

Tað er so ymist hvussu ásetingarnar eru millum kommunur um er við byggi- nýtingarstigum.
Í Fuglafjaða kommunu er byggistigið sett til í mesta lagi 0,8
Onki er nevnt um hæddir ella nýtingarstig.
Í Klaksvíkar kommunu er í grundlendi 1 byggistigi sett til 0,5 og nýtingarstigi sett til í mestalagi 0,8, tó kann víkjast frá hesi áseting upp til 0,9 fyri eitt hóskandi samlað øki.
Og er eisini ásett at ongi hús skulu hava meiri enn 2 hæddirog bert 1 kjallara.

Í grundlendi 2 er byggistigi sett til 0,4 og nýtingarstigi til 0,6, og er eisini ásett at ongi hús skulu hava meiri enn 2 hæddir og bert 1 kjallara.

Í Tórshavnar kommunu er miðbýurin uppbýttur í 2 grundumráðið.
Í 1. grundumráðið er byggistigi sett til 0,6 og nýtingarstigi sett til millum 1,0 og 1,5 eftir grundstykkjavíddum.
Í 2. grundumráðið er byggistigi sett til 0,5 og nýtingarstigi er sett til í mestalagi 0,75 t eftir grundstykkjavíddum.

Í Runavíkar kommunu verður bert nýtingarstigi brúkt av tí at etaguvíddin er í veruleikanum tann faktorurin sum tyngir vegirnar og parkeringsplássini.
Sum sæst í byggisamtyktini liggur nýtingarstigi millum 0,6 og 2,8, nógva hægri enn hinar kommunurnar.
Vísandi til samlíkningarnar omanfyri, mælir TD frá at hækka nýtingarstgi á A1-økjunum

Sí annars meira útgreiðaða tilráðing sum er í málinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin heldur á fundi 29/11-2007 at nýtingarstigini eru í lagi í mun til grannakommunurnar.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at nýtingarstigið á A1-økinum kann verða upp til 2,8.

23.
J. nr. 502 - 07/00768
Frítíðarhús og gamlir býlingar
2. gr. Ásetingar fyri B-økið.
3. gr. Ásetingar fyri B2-økið til frítíðarhús.

1. Øki B2:
a) Økið verður nýtt til frítíðarhús.
b) Grundstykkjavíddin skal í mestalagi verða 300 m2.
c) Loyvt er bert at byggja eitt hús á hvønn matrikul.
d) Nýtingarstig skal verða í mestalagi 0,3.
e) Loyvt er at byggja í mestalagi 2 hæddir
f) Loyvt er ikki at brúka fríátíðarhúsini sum heilárshús.
g) Parkeringspláss til í minstalagi 2 bilar skulu verða inni á grundstykkinum
h) Tað er ikki loyvt at byggja bilhús men loyvt er at byggja opi bilskýli.
i) Eigarnir av slíkum ognum/frítíðarhúsum hava skyldu til at luttaka í kommunalu útreislunum til vegir, kloakk, vatn, parkeringspláss og renovation.
j) Á B2-økjunum kunnu hugnaøkir og spælipláss gerast, uttan at hesi økir eru sermerkt í býarplaninum.

2. Øki B3 Gamlir býlingar:
a) Økið verður nýtt til sethús og frítíðarhús.
Bygningar ella toftir sum kunnu prógvast at hava verði sethús, kunnu endurreisast til sethús ella frítíðarhús.
Hjallar og onnur úthús, ella toftir av slíkum, kunnu bert endurreisast til hjallar ella úthús.
b) Miðast skal í móti at, endurreistu ella umbygdu húsini í sniði, líkjast gomlum byggisniði.
c) Um frástøða millum húsini er nærri enn 3 m skulu veggirnir gerast sum brandveggir (grótveggir) uttan vindeygu og hurðar.
d) Útstykking er ikki loyvd, men marknaumskipanar kunnu gerast, uttan at grundstykkja víddirnar verða broyttar munandi
e) Við endurreising ella umbygging av sethúsum og frítíðarhúsum, kann byggistigi og nýtingarstigi verða 0,3 og í mestalagi verða 1,0.
f) Á B3-økjunum kunnu hugnaøkir, spælipláss og parkerings-pláss gerast, uttan at hesi økir eru sermerkt í býarplaninum.
g) Eigarnir av slíkum ognum/húsum hava skyldu til at luttaka í kommunalu útreiðslunum til vegir, kloakk, vatn, parkeringspláss og renovatión

Í fyrsta umfari mælir TD til at góðtaka omanfyri standandi ásetingar til Frítíðarhús og Gamlar býlingar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at Teknisk deild arbeiðir víðari við hesum í samarbeiði við Rambøll og Nyvig A/S.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

24.
J. nr. 502 - 07/00768
Umsókn frá Óla Chr. Danielsen um um grundstykki burturav Matr. nr. 146a og 146b.
Matr. nr. 146a og 146b kunnu býtast upp í 4 grundstykkir og verður støddin 600 m2– 580 m2 – 546 m2 og 500 m2.
Ein niðurgrivin háspenningskaðal skal hava ein trygdarfrástøðu uppá 2,50 m.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 29/11-2007 mælt til at bjóða eitt av teimum 4 grundstykkjunum.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.