Býráðsfundur
1.
J. nr. 025 – 07/00653
Regin Jacobsen, býráðslimur søkir um farloyvi frá býráðsarbeiðinum til 31/12-2007.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at játta farloyvi og at næsti maður á listanum, sum er Sæunn Ó. Hansen, tekur sæti í býráðnum.
2.
J. nr. 102 07/00477
2. viðgerð av eykajáttan til íløgur í barnaansingarstovnar í 2007.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt eina eykajáttan uppá kr. 1.366.000,00 til íløgur í barnaansingarstovnar.
3.
J. nr. 046 – 06/00363
2. viðgerð av eykajáttan til rindan av kravi um løn hjá Dagrøktarum í summarferiuni..
Biðið verður um eykajáttan á 39.454,13 kr til rindan av kravinum
-Sosiala nevnd hevur á fundi 21/08-2007 tikið undir við at semja er gjørd við Starvsmannafelagið.
-Býráðið hevur á fundi 30/08-2007 tikið undir við Sosialu nevnd og veita eykajáttan
kr. 39.454,13 til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt eina eykajáttan uppá kr. 39.454,13 til kravið hjá dagrøktarunum um løn í summarferiuni 2003.
4.
J. nr. 105 – 07/00517
Beta Files søkir um sponsorering av at fíggja raksturin av grunninum Beta Files.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 17/09-2007 mælt til at veita 100.000, - í stuðli, galdandi fyri fíggjarárið 2008.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
5.
J. nr. 050 – 06/00560
Leiðslan í Skála skúla mælir til at frukt-skipanin verður sett í verk aftur í Skála skúla.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 17/09-2007 mælt til, at kommunan (skúlin) fíggjar
2 fruktdagar um vikuna – áleið 12.000 kr yvir rakstur skúlans.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við broytingaruppskotinum frá Sæunn Ó. Hansen, um at skúlarnir kunnu seta frugtskipan í verk á sama hátt sum mjólkaskipanin. Har tað eru foreldrini sum betala fyri fruktina.
6.
J. nr. 102 – 07/00660
Eykajáttan 2007 til hesi øki:
Runavíkar skúli íløga 6.884.633 kr.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 17/09-2007 mælt til eykajáttan í 2007 uppá kr. 6.884.633,-. Orsøkin er, at arbeiðið gongur skjótari enn ætlað. Útreiðslurnar fella tí skjótari til gjaldingar enn tær annars vildu gjørt.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
7.
J. nr. 431 – 07/00619
Nes kommuna hevur við skrivi df. 31/08-07 sent rokning fyri at avrigga gamla Ruskplássið á Fossdali, og spyr eisini um Runavíkar kommuna vil luttaka í útreiðslunum av at taka jarnlutirnar burtur av Tinghellu.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at rinda okkara part av rokningini, kr. 12.983,00, sum er løgd við skrivinum.
Eisini mælir TD til, at luttaka í útreiðslunum at rudda tinghellu fyri jarnskrambul og at Nes kommuna skipar fyri ruddingini av Tinghellu.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/09-2007 mælt til at luttaka í útreiðslunum.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
8.
J. nr. 561 – 07/00593
Gøtunavnaskelti á Skála og Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at taka av tilboðnum frá P/F Skeltið áljóðandi kr. 58.835,00 u/mvg.
Mett verður at uppsetingin kostar kr. 45.000,00.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/09-2007 mælt til at taka av tilboðnum frá Pf. Skeltið
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
9.
J. nr. 512 – 07/00358
Skálafjall Norðari partur søkir um byggiloyvi til nýggja rætt, sum kann innilokast seinni.
Málið er sent Landsverk og Friðingarnevndini til viðgerðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 samtykt at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini, treytað av at onnur neyðug loyvi fyriliggja.
10.
J. nr. T 114d – 07/00306
KFUM-Skótarnir søkja í skrivi df. 28/03-2007 um byggiloyvi til Skótahús á matr. nr. 114d í Runavík smb. tekningum df. 05/03-2007.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 mælt til at geva umsøkta loyvi, treytað av at øll onnur myndugleikakrøv eru uppfylgd.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
11.
J. nr. 512 – 07/00538
Byggivirkið v/Jan Joensen søkir um at keypa grundøki í Lamba til bygging av tvíhúsum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Av tí at Býráðið hevur góðkent byggiætlanina hjá Jeffri Johannesen og Hildu Viderø, mælir TD til at stykkini nr. 3,4,5 og 6 skulu verða einbýlissethús, og mælir frá at byggja fleiri tví- ella samanbygd hús á hesum øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 mælt til at játta umsøkjaranum at keypa stykki nr. 4, sum er 604 m2 til støddar.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini 19/09-2007.
12.
J. nr. G 265d – 04/00007
Teknistovan søkir vegna Fridtleif Olsen, Rituvík um loyvi at byggja 5 íbúðir á matr.265d í Saltangará. Í somu umsøkn verður heitt á býráðið um loyvi at broyta markini til Snaraløksgøtu og matr. nr. 265f. Víst verður annars til skriv frá býráðum df. 03/03-04
Ummæli frá Teknisku Deild:
Gjørt verður vart við, at uppskotið hjá Teknistovuni ikki lýkur krøvini til nýtingarstigið uttan so, at partur av Snaraløksgøtu og partur av 265b verða lagdir afturat matr. nr. 265d. Krøvini til talið av parkeringsplássum eru heldur ikki í lagi.
TD hevur viðgjørt umsøknina av nýggjum, og millum annað, roynt at tillaga vegin Undir Kletti til umsøknina frá Teknistovuni soleiðis, at vegurin er hækkaður, og hevur TD gjørt tvørskurðir sum vísa hvussu húsini standa í mun til vegin.
Tað verður eitt rættuliga stórt jørðarbeiði fyri at gera uppskotið hjá Teknistovuni, og liggur gólvið í kotu +15,0 m, 3 m oman fyri vegin.
Av tí at vegurin er hækkaður, má ein stuðlamúrur byggjast á markinum millum matr. nr. 270a og b sum verður millum 3 og 4 m høgur í minsta lagi. Ongin yvi er um, at býráðið má luttaka í útreiðslunum til henda múr, helst rinda allan múrin.
TD mælir frá at geva byggiloyvi til 5 íbúðir á matr. nr. 265d sum víst á tekningunum sum liggja saman við umsøknini.
Hin vegin hevur TD loyvt sær at gera eitt uppskot sum vísur hvussu samanbygd hús kunnu gerast á matr. 265d.
Hetta uppskot hevur 3 íbúðir og eru húsini flutt móti suðri, gólvkotan í kjallarinum er sett til 13,5m.
Av tí at vegurin er hækkaður, má ein stuðlamúrur byggjast á markinum millum matr. nr. 270a og b sum verður millum 3 og 4 m høgur í minsta lagi. Ongin yvi er um at Býráðið má luttaka í útreiðslunum til henda múr, helst rinda allan múrin.
Nýtingarstigi í hesum uppskoti er:
Grundstykki uml. 992 m2
Húsavídd 220 m2
Nýtingarstig 220/992 = 0,22 < 0,4 Verða 4 íbúðir bygdar er nýtingarstigi 293/992 = 0,3<0,4 Verða 4 íbúðir bygdar, verður jørðarbeiðið størri. TD mælir til at geva tilsøgn til byggiloyvi til 3-4 íbúðir á matr. nr. 265d sum víst í uppskotinum frá TD. Áðrenn endalig umsøkn um byggiloyvi verður viðgjørd, skulu fullfíggjaðar tekningar fyriliggja. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 mælt frá at góðkenna fyriliggjandi ætlan, grundað á at hon ikki lýkur ásetingunum í byggisamtyktini. Mælt verður annars til at loyva bygging á økinum um byggingin lýkur treytirnar í alm. byggisamtyktini annars fyri (B-øki). -Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 13.
J. nr. G 168e – 07/00600
Álvur Jøkladal, søkir við skrivi df. 28/08-07 um loyvi at umbyggja bilhúsið á matr. nr. 168e til sethús sambært tekningarnar nr. 01 – 02 – 03 – 04 – 05 og nr. 06 df. 27/08-07.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í síni tíð hevur kommunan givið Árna Hansen byggiloyvi til sethús og bilhús, og er bilhúsið gjørt liðugt, og grundin til krúpikjallarin stoypt.
Eftir hesi ætlan, kundi tað blivið til 2 sethús á sama stykki, og tað umrøður okkara Almenna byggisamtykt ikki, og hava vit fyri kortum avvíst eina slíka umsón í Elduvík.
TD mælir frá at játta umsóknina.
TD mælir til at halda fast við at bilhúsið verður bilhús, og at eini sethús verða bygd á stykkið sum ætlað av fyrstu tíð. Umsøkjarin skal ikki verða bundin av tekningini sum Árni søkti við.
TD kann eisini mæla til at stykkið verður býtt uppí 2 stykkir til 2 samanbygd tvíhús.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.
14.
J. nr. G 276ba – 07/00631
Í skrivi df. 06/09-07 biður Ólavur Højgaard, Saltangará um loyvi at flyta húsini á matr. nr. 276ba 1 m nærri vegnum Norðurhædd, soleiðis at túni vestanfyri húsini verður breiðari.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í byggiloyvinum df. 22/11-06 hevur Byggi- og býarskipanarnevndin loyvt Ólavur at seta húsini 2 m frá vegnum ( 3m fram um byggilinjuna).
Tekn. deild mælir frá at flyta húsini 1 m nærri vegnum, og mælir til at halda fast við avgerðina sum er fest niður í byggiloyvinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 samtykt ikki at játta umsóknini, men halda fast við tilsøgnina frá seinasta fundi (22/11-2006).
Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
15.
J. nr. SK 451d – 07/00654
Petur Jacobsen, Skála søkir um loyvi at keypa atkomuveg burtur av matr. nr. 451a til neystini á matr. nr. 451b – c – d og matr. nr. 452.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD hevur spurt seg fyri hjá Matrikulstovuni hví ikki ein atkomurættur er lýstur á matr. nr. 451a til neystini matr. nr. 451b – c – d og matr. nr. 452.
Svarið var ikki serliga greitt, men Matrikulstovan var ikki í iva um, at rætt var at útvega ein atkomurætt frá vegnum.
Vegurin framvið matr. nr. 451a er landsvegur, og er TD í iva um at Landsverk loyvir at selja lendi til atkomuveg við íbinding í landsvegin.
TD mælir frá at selja lendi til atkomuveg.
TD mælir til at heita á Matrikulstovuna um at fáa ein atkomurætt tinglýstan á matr. nr. 451a til neystini matr. nr. 451b – c – d og matr. nr. 452 sum víst á tekningini df. 14/09-07.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
16.
J. nr. 503 – 07/00661
Eykajáttan 2007 til hesi øki:
· Útstykking 4.800.000 kr.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 mælt til at nýta meirinntøkuna av søluni av grundstykkjum til byggibúning og at flyta írestandi, umleið 300.000 kr til næsta ár.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.09.2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/09-2007 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og fíggjarnevndina.