Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. august 2007

1.
J. nr. 521 – 06/00927
2. viðgerð av eykajáttan til liðuggerð av bátahylinum í Skálafirði.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2007 samtykt at játta kr. 366.000,00 til at gera bátahylin lidnan, uttan at gera bátaarmarnar.

2.
J. nr. 243 – 07/00298
Støkk-høllin og uppskot frá TN-bygging um heildarætlan fyri Ítróttarøkið í Runavík.

3.
J. nr. 051 – 07/00156
Framtíðarbygnaðurin og viðtøkubroytingar fyri SEV, sum ætlandi koma fyri á umboðsnevndarfundi í sept. 2007.

4.
J. nr. 102 07/00477
Íløgur í barnaansingarstovnar í 2007
Ummæli frá Sosialu Deild:
Av íløgukontuni á 2.5 mió kr. eru brúktar 1.1 mió. til fyribils ansingarstovnin í Skálafirði. Tvs at í løtuni er 1.4 mió kr. eftir til byggi-búnng av barngørðum í Søldarfirði og Skála.
Samlaðu tilboðini uppá byggibúning er 2.766.000, og er tí tørvur á eini eykajáttan til økið uppá 1.366.000 kr.
-Sosiala nevnd á fundi 21/08-2007 metir tað ikki er ráðiligt fara víðari við byggibúningini fyrrenn fígging er fingin til vega og samtykti at søkja um eykajáttan til byggibúning.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.08.2007 samtykt at mæla til at eykajáttan upp á 1.366.000 kr. verður veitt.

5.
J. nr. 046 – 06/00363
Stevning frá Starvsmannafelagnum móti Runavíkar kommunu.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Starvsmannafelagið hevur bjóða semju í málinum sum inniber at kommunan rindar helmingin av framsetta kravinum, av skattafría partinum av lønini hjá dagrøktarunum, í summarferiuni 2003, sum er áljóðandi 79.090,26 kr. Semingstilboðið kom mikudagin 15.08 og skuldi avgerð takast áðrenn fríggjadagin 17.08 tí málið skuldi í rættin mánadagin 20.08.
Eftir at hava ráðført okkum við løgfr. varð avgjørt at gera semju í málinum.
Biðið verður um eykajáttan á 39.454,13 kr til rindan av kravinum
-Sosiala nevnd hevur á fundi 21/08-2007 tikið undir við at semja er gjørd við Starvsmanna-felagið. Mælt verður til at kanna um peningur er tøkur til endamálið.

6.
J. nr. 512 – 07/00538
Byggivirkið v/Jan Joensen søkir um at keypa grundøki í Lamba til bygging av tvíhúsum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Av tí at Býráðið hevur góðkent byggiætlanina hjá Jeffri og hjá Hildu, mælir TD til at stykkini nr. 3,4,5 og 6 skulu verða einbýlissethús, og mælir frá at byggja fleiri tví- ella samanbygd hús á hesum øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at selja Byggivirkið v/Jan Joensen stykkini merkt nr. 3, 4, 5 og nr. 6.

7.
J. nr. 512 – 07/00515
P/F NOVO, søkir í skrivi df. 22/06-07 um forkeypsrætt til matr. nr. 44a ella 47d á Rituvíkshálsi, tiul samanlegging við matr. nr. 47c sum teir eiga.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Matr. nr. 44a er útlagt sum E2-øki tað er til Ítróttar- og frítíðarendamál, og kann ikki brúkast til ídnað. Hinvegin er onki til hindurs fyri at geva forkeypsrætt til matr. nr. 47d sum er útlagt til vinnuendamál.
TD mælir til at boða J. Plógv frá at tilsøgn hansara uppá matr. nr. 47d er tikin aftur.
Eisini mælir TD til at geva P/F NOVO tilsøgn um keyp av matr. nr. 47d í 5 mánaðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at geva P/F NOVU tilsøgn um optión uppá matr. nr. 47d í 5 mánaðar.

8.
J. nr. EL 248a – 07/00508
Rodmundur Nielsen, søkir í skrivi df. 20/07-07 um útgravingarloyvi til til 2 frítíðarhús á nr. 248b í Elduvík.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Almenna byggisamtyktin umrøður og viðger bert grundstykkir til einkult hús, tvíhús og samanbygd hús annars, men viðger ikki 2 sjálvstøðu hús á sama grundstykki.
TD mælir frá at játta umsóknina til útgraving fyri 2 sjálvstøðum húsum á sama grundstykki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknina, men at boða frá, at stykkið kann býtast upp til tvíhús.

9.
J. nr. 105 – 07/00517
Beta Files søkir um sponsorering av at fíggja raksturin av grunninum Beta Files.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.08.2007 mælt til at málið verður lagt fyri býráðið.

10.
J. nr. 330 – 06/00711
Eykajáttan 2007 til Ítrivsvegleiðarastarvið á Eldrasambýlinum á Skála.
Ummæli frá Sosialu Deild: Lønarútreiðslurnar til ítrivsvegleigarastarvið fyri 2007 eru mettar til kr. 186.000,00 kr.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.08.2007 samtykt at játta umsóknini um eykajáttan (2. viðgerð).

11.
J. nr. 130 – 07/00592
Áseting av grundstykkjaprísum til komandi grundstykkir, nú Búnaðarstovan hevur hækkað prísin, sum kommunan keypir jørðina fyri.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.08.2007 mælt til at hækka grundstykkjaprísirnar úr kr. 235,00 til 285,00 kr. pr. m2 fyri miðstaðarøkið (Runavík, Saltangará og Glyvrar) og úr 120,00 til 170,00 kr. pr. m2 fyri hinar bygdirnar.

12.
J. nr. 403 – 07/00448
Uppskot til nýggjan 5 ára sáttmála við Tannlæknastovuna í Saltangará um barnatannrøkt.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.08.2007 mælt til at leggja sáttmálan fyri býráðið til ummælis, og mælir til, at hædd verður tikin fyri hækkingini á komandi fíggjarætlan.