Barnaansing í summarfrítíðini 2023

Barnaansingin steingir í viku 29, 30, 31 og 32.
 
Sum undanfarin ár, verður skipað fyri serligari summaransing. Fyri tilboðið verður kravt eitt eyka gjald. Foreldragjaldið verður 575,- kr. um vikuna fyri børn, ið ganga í vøggustovu og dagrøkt og 450,- kr. um vikuna fyri børn, ið ganga í barnagarð og forskúla.
 
Møguleiki er at melda børn til í tíðarskeiðum á eina, tvær, tríggjar ella fýra vikur.

Stovnarnir skiftast um skipað summaransingina og í ár verður tilboði í Náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta  
 
Heitt verður á foreldur, sum ynskja at taka av tilboðnum hetta tíðarskeiðið, um at nýta viðlagda tilmeldingarblað og melda barn/børn teirra til tær vikurnar, tilboðið ynskist. Verða færri enn 4 børn tilmeldað einstakar vikur, verður tilboðið ikki sett í verk tað tíðarskeiðið. 

Børn hava eisini brúk fyri feriu, tí eiga tey árliga at hava í minsta lagið tríggjar samanhangandi vikur frí saman við sínum nærmastu.
 
Tilmeldingin skal vera send inn í seinasta lagi 16. juni 2023. Tilmeldingin er bindandi og kann ikki broytast eftir hendan dag.

Navn á barni
Føðingardagur hjá barni
Stovnur, sum barni gongur í
Vel viku, har meldað verður til summaransing
Navn á foreldri
Bústaður
Telefonnummar