Taðing

Í kunngerð um taðing nr. 72 frá 29. mai 2012, sum tú kanst finna á www.logir.fo, standa ásetingar um taðing.

Taðingarloyvi
Kommunan umsitur taðingarloyvi fyri lendi, ið liggur niðanfyri 250 m. hædd. Lendi omanfyri 250 m. hædd umsitur Umhvørvisstovan.

Taðingartíðarskeiðið er frá 15. mars til 15 oktober.

Í umsóknini um taðingarloyvi skal taðingarætlanin lýsast, og umsóknin skal innihalda:

-          Taðingarnøgd (tó ið mesta lagi 62,5 tons/m3 fyri alt tíðarskeiðið)

-          Hvar tøðini verða sprænd

-          Matrikkul nummar

-          Støddina á økinum

-          Kort/mynd har økið er avmerkt (til ber at finna kort/mynd av økinum á www.kortal.fo).

-          Hvat tíðarskeið søkt verður um

Umsóknin skal sendast til runavik@runavik.fo.

Um umsóknin verður gingin á møti, verður hon eisini  lýst á svørtu talvu á heimasíðuni hjá kommununi.

Sambært §15, stk. 1 kunnu avgerðir hjá kommununi eftir taðingarkunngerðini kærast til Umhvørvisstovuna, innan 4 vikur frá tí degi avgerðin er fráboðað.

Hevur tú spurningar viðv. taðing, ert tú vælkomin at ringja til Runavíkar kommunu á tlf.nr. 417000.

Undantaksloyvi til taðing
Í §6, stk.3 í kunngerðini um taðing stendur, at kommunan kann geva undantaksloyvi fyri eitt ásett tíðarskeið, um týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi tala fyri tí.

Ábyrgdarin skal, í skrivligari umsókn um undantaksloyvi har ið ætlanin er at spræna tøðini, lýsa:

-          Tørvin

-          Ætlanina

-          Nøgdina

-          Slagið av tøðum

-          Staðsetingina (matrikkul nummar)

-          Støddina á lendinum har ætlan er um at taða

-          Kort/mynd skal fylgja við umsóknini.

Í hvørjum føri verður mett, um umsóknin skal gangast á møti ella ikki.

Umsóknin skal sendast til runavik@runavik.fo.

Um umsóknin verður gingin á møti, verður hon eisini lýst á svørtu talvu á heimasíðuni hjá kommununi.

Sambært §15, stk. 1 kunnu avgerðir hjá kommununi eftir taðingarkunngerðini kærast til umhvørvisstovuna, innan 4 vikur frá tí degi avgerðin er fráboðað.

Hevur tú spurningar viðv. taðing, ert tú vælkomin at ringja til Runavíkar kommunu á tlf.nr. 417000.