Skráset oljutangan

Runavíkar kommuna er nú farin í gongd við at skráseta allar oljutangar í kommununi, sambært kunngerð nr. 124 frá september 2018 um at fyribyrgja oljudálking.

Kommunan vil biðja borgaran um hjálp til skrásetingina, og senda upplýsingarnar til oljutangi@runavik.fo

Hesir upplýsingar eru neyðugir at senda inn, so vítt sum tað er gjørligt:

1)      Byggialdur á húsinum

2)      Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.

·         Er hann inni ella úti?

·         Er hann yvir jørð ella niðurgrivin?

3)      Aldur á tanga

4)      Hvat tilfar er tangin? (t.d. stál ella plast?)

5)      Tangasnið (t.d. sylindriskt)

6)      Tangarúmd (t.d. 1500 litrar)

7)      Navn og bústað hjá framleiðara av oljutanganum

8)      Framleiðslunummar og -ár hjá oljutanganum

9)      Sniðgóðkenningarnummar hjá oljutanganum

10)  Um oljutangin hevur ovurfyllingarávaring

11)  Um rørskipanin er einstreingjað (Hetta merkir, at tað er eitt rør millum tanga og oljufýring)

12)  Eitt kort ella ein mynd har tað verður víst, hvar á matriklinum oljutangin er.

Hevur tú eina tangaváttan, so kann pkt. 3 til 9 sum oftast finnast har. Flestu tangar frá 2010 og yngri hava tangaváttan.

Tangaváttan er í flestum førum útflýggjað saman við tí nýggja oljutanganum ella kunnu tit royna at spyrja oljuveitaran um tanga váttan.

Kanska ikki gjørligt at finna allar hesar upplýsingar, men tað hevði hjálpt um vit fingu nakað at vita, t.d. byggialdur á húsinum og staðseting av oljutanganum

Sí annars kunngerð um fyribyrging av oljudálking inni á www.logir.fo