Kongshavnar havnastýri

14. februar 2025

Kommunurnar kring um Skálafjørðin varða av felagsskapinum Kongshavnar havnastýri. Høpið er skipað eftir ”Bekendtgørelse (no.326) om havnereglement for Kongshavn (Skaalefjord) – frá 18. oktober 1913. Fyrst og fremst var ætlanin við felagsskapinum at krevja inn havnagjøld frá skipum, sum komu inn um eina linju á fjørðinum, ið gekk ímillum tveir varðar við kirkjurnar á Glyvrum og við Sjógv. Seinri er gjaldslinjan flutt suðuryvir – millum Raktanga og vitan á Garðsenda. Felagið hevur verið til síðan 1914.

Nýtt stýri verður valt, táið Eysturkommuna (15%), Sjóvar kommuna (23%), Nes kommuna (14%) og Runavíkar kommuna (48%) hava skipað seg eftir kommunuval. Nettovinningurin verður lutaður útaftur eftir fjørulongdini, sum tær fýra kommunurnar eiga kring um fjørðin – lutfallið sæst omanfyri.

Í dag hevur nývalda stýrið havt fyrsta fundin. Tey, sum nú sita í stýrinum, eru Ann Fuglø fyri Eysturkommunu, Sonni Johansen fyri Sjóvar kommunu, Niels Jacob Nielsen fyri Nes kommunu og teir báðir Bogi Hansen og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu.

Stýri skipaði seg við Boga Hansen sum formanni, Sonna Johansen sum næstformanni og Tórbirni Jacobsen sum nevndarritara og kassameistara.

Semja var um at virka eftir tí fíggjarætlan, sum fráfarna stýri hevur lagt fyri árið 2025.

Seinastu tíðindi

21. februar 2025
Stongt verður fyri vatninum á Heiðavegi
18. februar 2025
UNG Kulturytring 2025
17. februar 2025
Broyting í rutu í Oyndarfirði
14. februar 2025
Kongshav­nar havnastýri