Á tykisferð í krígsminni í Runavík

14. februar 2025

Hóast vit mestsum ikki varnast tey, eru fornminni av ymiskum slag og við ymiskum aldri partur av nærumhvørvinum í flestøllum bygdum í Runavíkar kommunu.
 
Skamt frá Skúlanum við Løkin stendur eitt krígsminni frá øðrum veraldarbardaga – ein lítil skansi, ein sonevnd “Pillbox”, sum bretar bygdu undir krígnum.
 
Onkur okkara hevur kanska verið inni í honum, men nú ber eisini til at vitja hann á netinum í einari “tykisferð”.
 
Hann sæst á hesi leinkjuni.
 
Til ber at flyta seg runt um skansan og inn í hann við mús ella pílunum á telduni.
 
Í 3. bindi av søguni hjá Runavíkar kommunu, “Av Tinghellu á Førjaklettin”, verður greitt frá, at bretski herurin í Føroyum bar "ótta fyri, at týskarar fóru at gera landgongd í Rituvík og í Glyvradali og haðani herja á støðirnar á Toftum og á Nesi fyri at fáa tamarhald á innsiglingini á Skálafjørðinum. Fyri at byrgja fyri hesum gjørdu teir ein sekskantaðan skansa, eina sokallaða "pillbox", í Runavík. Haðani kundu bretar verja seg móti møguligum álopum. Ein verjugarður úr píkatráðsrullum varð gjørdur úr fjørðuni í Runavík fram við skansanum heilt niðan á Toftavatn. Hinumegin Toftavatn helt píkatráðurin fram niðan um Rituvíksháls og síðani oman í fjøruna í Rituvík. Fram við verjugarðinum gjørdu bretar fleiri skotgravir. Pillboksin í Runavík stendur uppi enn skamt vestan fyri skúlan við Løkin." (s. 275)
 
Hesin lítið ásýniligi skansin í Runavík er tí partur av søguni um seinna veraldarbardaga í Føroyum.
 
Í mai 1940 skipaði bretska War Office eitt sonevnt Directorate of Fortifications and Works (FW3) undir leiðslu av G.B.O Taylor, major-generali. Endamálið var at fáa gjørt neyv pillboks-snið, sum kundu byggjast sum partur av verjuni í øllum Bretlandi. Navnið sipar til, at hesir bygningar mintu um dósir, sum tablettir vóru í.

Í juni og juli 1940 gjørdi FW3 sjey grundleggjandi snið - nevndar Type 22 til Type 28. Sniðini vórðu tó ofta tillagaði til umstøðurnar á staðnum, tá bygt var. Í Bretlandi vórðu heili 18.000 av hesum lítlu skansunum gjørdir.

Endamálið við at hava gera nøkur grundleggjandi eins snið var, at boksirnar kundu byggjast skjótt og við somu stoypiformum. Sum minstamark skuldu pillboksirnar hava grundleggjadi verju móti kúlum og sprongibrotum. Tær vóru ikki ætlaðar at gista í.

Pillboksin í Runavík er av slagnum "Type 24". Tær eru sekskantaðar, við einum skotholi í hvørjum av teimum 5 veggunum, sum venda frameftir, og við einum longri bakveggi, sum hevur skothol á báðum síðum av hurðaopinum.

Sambært forskriftunum vóru 5 av síðunum 6 føtur (2,4 m) til longdar, og aftasta síðan var 13 føtur (3,96 m) til longdar. Tann í Runavík er heldur smærri.

Seinastu tíðindi

13. mars 2025
Grækarismessurøða 2025
03. mars 2025
Grækarismessuhald í Runavík
21. februar 2025
Stongt verður fyri vatninum á Heiðavegi
18. februar 2025
UNG Kulturytring 2025