Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið

31. januar 2025

Á fundi í vikuni hevur tilbúgvingarnevndin fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið skipað seg við Súna í Hjøllum sum formanni og  Hans Anders Jacobsen sum næstformanni.  Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. 

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður tann 4. september í 1974. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í tilbúgvingarnevndini fyri SKS eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir  limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:

Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan

Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari

Pauli Poulsen,

Terje B. Vestergaard og

Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu

Hans Anders Jacobsen fyri Sjóvar kommunu og

Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, møtir eisini til fundirnar.

Seinastu tíðindi

31. januar 2025
Ruskplássið í Funningi stongt leygar­dagin
31. januar 2025
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið
28. januar 2025
Roðin
26. januar 2025
Arvurin úr Bábel