Stilla upp til eldraráðið í Roðanum

10. oktober 2024

Samstundis sum val verður til býráðið, skal nýtt eldraráð veljast fyri ROÐAN, umboðandi tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin. Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldru borgararnar og ROÐAN. Ert tú 60 ár ella eldri valdagin 12. november 2024 og býrt í Runavíkar kommunu, ert tú vælkomin at stilla upp.

Valskeiðið er tað sama sum til kommunuvalið.

Hevur tú áhuga fyri at stilla upp og harvið gera tína hjálp og ávirkan galdandi, skalt tú taka niður og útfylla valevnisfráboðanina trýst her

Skjalið fæst eisini á kommunuskrivstovuni ella við at skriva til runavik@runavik.fo 

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá í minsta lagi tveimum stillarum, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið, fylgja við. Eingin kann verða stillari fyri meira enn eitt valevni.

Valevnisfráboðanir mugu verða kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. oktober 2024 kl. 16.00

Eldraráðið verður samansett eftir viðtøkunum fyri stýrið hjá Roðanum soleiðis, at eitt umboð verður valt fyri hvørjar byrjaðar 2.000 íbúgvar og sostatt skulu veljast hesir limir:

Runavíkar kommuna 3 umboð og 3 varaumboð
Nes kommuna 1 umboð og 1 varaumboð
Sjóvar kommuna 1 umboð og 1 varaumboð

 

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Viðtøkurnar fyri Eldraráðið kunnu lesast her

 

 

 

Seinastu tíðindi

21. oktober 2024
Kommunuskrivstovan 22. oktober
15. oktober 2024
Borgar­stjórar­nir við Skálafjørðin hava skrivað undir sáttmála um keyp av stigabili til SKS.
14. oktober 2024
Siggi – eina fjórðingsøld á vegadeildini
14. oktober 2024
Klintrimús í Løkshøll