Jarðhitaskipan á Glyvrum

11. juli 2024

Í 2022 gjørdu Jarðfeingi og Runavíkar kommuna nakrar royndir við boringum í økinum kring um Glyvra skúla. Ein ábending var um, at heitari vatn enn vanligt fanst í økinum. Á leið har sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum varð stutt fyri jól í 2022 rakt við eina keldu, ið varð máld til á leið 23 hitastig. Eftir hálvtannað ár kann staðfestast, at keldan heldur sær varmanum viðvíkjandi.

Síðan hevur verið arbeitt við at gagnnýta orkuna í kelduni. Í góðum samstarvi millum Jarðfeingi, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Runavíkar kommunu hevur dúgliga verið arbeitt við málinum. Tað mest sjávsagda var at brúka orkuna til upphiting í skúlanum, og metingin er, at hon megnar at hita núverandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað.

Í miðal hesi seinastu 7 árini hevur skúlin brúkt 45.123 litrar av olju til upphiting. Miðalkostnaðurin fyri árið hevur verið 238.024,- krónur.

Arbeiðið at gera eina hitaskipan varð bjóðað út, og lægsta boðið - á 1.384.788,77 krónur - átti felagið Zacharis Leitisstein. Fróði Horn Baldvinsson og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir avtalu um at fremja ætlanina í verki í farnu viku. Jarðfeingi og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stuðla ætlanini.

https://www.pure.fo/ws/portalfiles/portal/42151750/Orku_tlan_Glyvrum_-_Endalig_fr_grei_ing.pdf

https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/12/22/serliga-heitt-glyvrum

Seinastu tíðindi

04. september 2024
Móttøka og ókeypis ponyríðing
03. september 2024
Rottangatøming í Saltangará, Lamba, á Lambareiði og Glyvrum
30. august 2024
Býarskái í Løkshøll
29. august 2024
Rottangatøming í Søldarfirði og á Skipanesi