Ferðamannaskip

11. juli 2024

Tað kom okkurt hendinga ferðamannaskip inn á Skálafjørðin fyri 15 árum síðan og fyri tað. Í 2010 var farið undir eina skipaða tilgongd fyri at vaksa um hendan partin av ferðsluni við havnirnar í Runavíkar kommunu. Eitt uppskot varð gjørt, sum táverandi býráð tók undir við, og Kongshavnar havnastýri stuðlaði eisini ætlanini fíggjarliga.

Ein partur av ætlanini hevur av góðum grundum verið at vitja stevnur á hesum mótinum í Europu og í USA. Sum fríyrkisfólk hevur Rannvá Troest - saman við Runavíkar havn - verið leiðtogari í hesari menning. Seinri eru fleiri løgst afturat – Visit Runavík og nógvir einstaklingar.

Tey fyrstu árini sást lítið til nakra menning, hóast tað var dúgliga arbeitt. Bremsulongdin er drúgv á hesum økinum, men hesi seinru árini er glið komið á hendan partin av virkseminum Runavíkar havn. Undir Høgabóli, í Funningi og í Elduvík.

Á heimasíðuni hjá Runavíkar havn sæst hvørji skip ið frameftir hava boðað frá komu: https://portofrunavik.com/cruise-calls

Í seinastu viku vitjaði ”Nieuw Statendam” undir Høgabóli. Ætlanin var, at skipið skuldi til Grønlands, men nógvi stórísurin forðaði hesi ætlan, og tí broytti skiparin kós og legði inn á Skálafjørðin ístaðin

Seinri sendu eini hjún úr Bretlandi omanfyrinevndu kvøðu til Runavíkar havn, og við hesum bendir okkurt á, at vit hava gjørt okkurt rætt hesi vinnu viðvíkjandi.

Seinastu tíðindi

18. desember 2024
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
20. desember 2024
Runavíkar kommuna á Jobmatch
20. desember 2024
Skeið í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2025
20. desember 2024
Ruskplássið í Runavík um jólini