Fuglalív í Skálafirði

11. juli 2024

Eftir tilmæli frá Tøkni- og umhvørvisnevndini samtykti býráðið á almennum fundi hin 27. juni at taka undir við, at arbeitt verður fram ímóti at gera átøk soleiðis, at fuglalívið í Skálafirði aftur kann mennast. Tikið var eisini undir við, at seta skelti upp við fráboðan um, at tað ikki er loyvt at ganga við hundi á gøtuni ávís tíðarskeið á árinum.

Innast í Skálafirði, har Fjarðará skipar Ósan, er eitt serstakt stað, sum skal mennast og verjast.

Upprunin til málið í hesum umfarinum er, at Runavíkar kvøldskúli í januar mánaða skipaði fyri einum frálærudegi undir heitinum "Fuglalív kring Skálafjørðin" við hinum nú alkenda Silasi Olofsyni á odda. Millum luttakararnar á skeiðnum vóru eisini umboð frá Skálanevndini, teknisku deild og rakstrardeildini hjá Runavíkar kommunu. 

Tá komið var innast í fjørðin, var sjón fyri søgn, at ein kaldan dag í januar vóru omanfyri 15 ymisk fuglasløg at síggja. Summi eru í vetrarvist og onnur búgva har alt árið.

Tað eru skrásett yvir 60 ymisk fuglasløg innast í botninum, og er hetta við tíðini vorðið eitt yndisstað hjá ”fuglafjepparum”.

Í stóri ósanum, har feskt vatn møtir sjógvi, og sjóvarmálin flytur seg nakað, hóast sjóvarfall ikki røkkur inn á fjørðin, finst besti matkovin hjá fugli. Eisini fuglur, sum heldur til Millum Fjarða, økið millum firðirnar Funningsfjørð og Skálafjørð, flýgur út í ósan at eta.

Tá skeiðsluttakararnir høvdu staðið eina góða løtu á víkiplássinum við landsvegin eystaru megin, innanvert Valaknúkar, njótandi eina framsýning av ymsu fuglasløgunum, kom maður og hundur til gongu eftir nýløgdu gøtuni, sum kommunan gjørdi fyri fáum árum síðan, soleiðis, at øll kunnu njóta náttúru og rørslu í einum.

Tá hendi tað, sum ikki kemur óvart á fuglafrøðingar; allur fuglur flýgur úr Ósanum, úr sínum matkova ella bøli. Tá kann fuglaeygleiðarin tað sama fara, ella bíða í upp til 5 tímar, tá fuglurin kann koma aftur. 

Gøtan, sum liggur tætt at Ósanum, er gjørd við bestu ætlanum. Ásannast má kortini, at ein ótilætlað avleiðing er, at ferðslan eftir gøtuni styggir fuglin, og fuglur, sum áður reiðraðist her, er horvin.

Í apríl mánaði í ár var, saman við bygdarfólkinum í Skálafirði, skipað fyri fundi, har Silas Olofson greiddi frá og gingið var eftir gøtuni. Tá vóru aftur nógv fuglasløg at síggja og eisini ein flokkur av reyðspógvum, sum flutti seg, - sum vera man, undan hesum riðlinum av fólki, sum kom gangandi eftir gøtuni.

Saman við bygdarfólkinum var umrøtt hvørji átøk tey kundu hugsað sær at kommunan fremur, fyri at verja og menna fuglalívið aftur.

Hesi átøk eru síðan samtykt býráðsfundi, og vera tey frameftir framd í stigum.

Á sumri er Skálafjørður hvílistað og matkovi hjá flytifugli, sum fer norður- ella suðuryvir, eins og nógv fuglasløg koma higar í summarvist. Nógvur fuglur hevur reiðrast her, og tískil kann tað vera ein roynd at friða partar av økinum í bølingartíðini frá 1. apríl til 31. august.

Tá verður ikki loyvt hjá fólki at fara inn í ávís øki á oyruni, og hesi verða eisini friðað fyri djórum, sum hundi, hesti og seyði.  Tað er kanska ikki almenn vitan, men veruleiki er tað, at seyður t.d. etur fuglaegg.

Tey, sum veiða síl, eru tó undantikin hesum ásetingum. Orsøkin er at tey eru fá og helst sýna tey neyðug atlit.

Tað er frammanundan samtykt í býráðnum, at hundur altíð skal vera í bandi, og er hetta galdandi fyri allar bygdirnar í Runavíkar kommunu. Kommunan, nú sum áður, krevur av øllum hundaeigarum at teir virða hetta, og at vit vísa atlit fyri fuglinum, táið gingið verður við hundi í náttúruni.

Allur Skálafjørðurin, saman við Toftavatni og Millum Fjarða, er ein stór vistskipan fyri margfelt fuglalív. Nógv munnu hava eygleitt, hvussu bátahylurin í Runavíkini fyllist við æðum, entum og einstøkum gæs, tá ódnin leikar, ella tá Toftavatn frystir á vetri.

Býráðið í Runavíkar kommunu hevur sum áður sagt tikið avgerð um miðvíst at arbeiða fyri at verja og menna fuglalívið, og harvið at hugsa hetta inni í sítt dagliga virki. Tað merkir ikki, at náttúran ikki verður ávirkað av menniskjum, men málið er at skapa tilvitað samljóð, verju og menning millum alt lív á foldum.

Átøkini í Skálafirði verða framd í stigum, har málið er, sum áður, at fólk og fuglur kunnu njóta hetta vakra stað í góðum samljóði.

Seinastu tíðindi

04. september 2024
Móttøka og ókeypis ponyríðing
03. september 2024
Rottangatøming í Saltangará, Lamba, á Lambareiði og Glyvrum
30. august 2024
Býarskái í Løkshøll
29. august 2024
Rottangatøming í Søldarfirði og á Skipanesi