Útboð - Hjallavegur suður - íbúðarbygging og vegagerð

22. mai 2024

Runavíkar kommuna bjóðar við hesum eitt vega og lendis arbeiði út, har partur av gjaldi er, eitt grundstykki á 800 m2, ætlað til íbúðarbygging.

Grundstykki liggur uppat nýggju útstykkingini í Leitunum, og við atkomu frá
Hjallaveg, sum er útstykking frá 1990’unum og við vegin sum er partur av útboðnum, og
leiðir til eini av elstu húsunum í bygdini.

Sí verkætlanarlýsing til útboð - íbúðarbygging og vegagerð

Grundstykki liggur beint niðan frá miðøkinum í Runavíkar kommunu við
góðum gøtusambandi til skúla, dagstovn og ítróttarøki.

Fyri at fáa útgreina tilfar er neyðugt at seta seg í samband við Runavíkar kommunu á
runavik@runavik.fo.


Boðini skulu vera okkum í hendi innan 1 juli klokkan 13.00

 

 

Seinastu tíðindi

14. juni 2024
Vitjan úr Grønlandi
12. juni 2024
Rottangatøming í Funningi, Funningsfirði og Elduvík
12. juni 2024
Bókaframløga og fyrilestur
10. juni 2024
Ruskinn­savningin byrjar aftur