Ruskinnsavningin byrjar aftur

10. juni 2024

Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. IRF setir eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku. IRF vil heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt. Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni. Væntandi vera IRF komin upp undan í næstu viku.

Seinastu tíðindi

26. juni 2024
Rottangatøming í Rituvík og Æðuvík
26. juni 2024
Team Rynkeby vitjar Betri í Saltangará
24. juni 2024
Rottangatøming í Skálafirði
24. juni 2024
Býráðsfundur