Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentanarvikuna

18. apríl 2024

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Nú stundar til mentanarvikuna, og ynski er at fáa kommununa at skína til mentarnarvikuna, og ein partur av hesum er at rudda úti. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva.

 

Leygardagin 20. apríl verður ruddað í hesum bygdum

Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum.

Søldarfjørður og Skipanes – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 11.00

Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati

Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla

Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum

Runavík, Saltangará og Glyvrar – Morgunmatur, ruskposar og handskar eru at fáa í sambýlinum á Blikagøtu frá kl. 10.00-13.00.

Í Rituvík ruddaðu tey tann 15. apríl, í Oyndarfirði tann 16. apríl og í Lamba og Lambareiði tann 17. apríl. Runavíkar kommuna vil takka teimum sum luttóku og skipaðu fyri.

Í mai verður ruddingardagur í Funningi og Elduvík.

 

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið  teimum størru vegunum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.

 

Húsarhaldsrusk kann latast inn á ruskplássini – sí upplatingartíðir inni á www.runavík.fo.

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
29. apríl 2024
Broytingar í innsavning­ini vegna 1. mai
29. apríl 2024
Klippið trø og runnar framvið vegi
28. apríl 2024
NEXUM vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan!