NEXUM vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan!

28. apríl 2024

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at NEXUM fekk eitt flott 1. pláss.

Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.

Bólkurin NEXUM, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnar at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.

 

Runavíkar kommuna ynskir NEXUM hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.

Seinastu tíðindi

13. mai 2024
Garðar í seyðahøgum standi
07. mai 2024
BRIMHEIM Í LØKSHØLL
06. mai 2024
Miðlon í Runavík
06. mai 2024
Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna