Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

08. apríl 2024

Vit gleðast um at vit ganga móti ljósari tíðum. Er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, sum í ár verður í døgunum 21.-28. apríl.

Til ársins mentanarviku, hava íbúgvar í Runavíkar kommunu saman við øðrum góðum kreftum av sonnum spílað seg út, við nógvum góðum íkasti til skránna. Skráin er spennandi, umfevnandi og rúgvusmikil, og hevur okkurt til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdum, so nú er lagamanni at vitja hvønn krók í kommununi. 

 

Umframt faldaran, sum í næstum verður borin út í hvørt húski í Runavíkar kommunu, hava vit í ár eina talgilda skrá, ið javnan verður dagførd – mentanarvikan.fo. Goym tær leinkið og fylg við!

 

Vit kunnu longu nú avdúka nøkur brot úr rúgvusmiklu skránni. Upptaktin til Mentanarvikuna er tiltakið ’Hitt Glyvrar’ - 18 konsertir, 9 hús, 9 tónleikabólkar. Í Funningi verður spennandi víkingatiltak fyri børn og familjur. Harumframt eru fleiri gongutúrar, verkstovur, fotoskeið, listaframsýningar, fyrilestrar, konsertir og mangt, mangt annað. Sí skránna á mentanarvikan.fo.

 

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu smiðju sunnudagin 21. apríl kl. 14.00, til ber eisini at súkkla ella renna hagar í felag við Rynkunum ella Roysninum. Á skránni fyri setanina verða tónleikur, røða og okkurt gott undir góman.

 

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
29. apríl 2024
Broytingar í innsavning­ini vegna 1. mai
29. apríl 2024
Klippið trø og runnar framvið vegi
28. apríl 2024
NEXUM vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan!