Mangt veit hann, ið mangt roynir

07. juni 2022

Einar Már Guðmundsson vitjaði Bókasavnið við Løkin í kvøld, og í tí sambandinum hevði bókavørðurin Oyvør heitt á borgarstjóran um at bjóða vælkomin. Tað gjørdi hann við hesum orðum.

”Ein er søgan úr Íslandi komin, skrivað í bók so víða, nakað kann eg frá henni greiða, vilja tit á meg lýða.” Soleiðis byrjar kvæði um Grettir Ásmundarson. Pápin royndi at venja hann til rættan mann, sum flestu pápar gjørdu, men tað gekk ikki altíð sum ætlað. Hann varð fluttur ódn av ódn, tí handalag og hugur var ongin, hóast kroppurin var evnagóður, og táið hann hevði beint fyri gásaflokkinum hjá Ásmundi, helt pápin fyri: “Tú skalt fáa annað arbeiði“, og Grettir svaraði prompte: “Mangt veit hann, ið mangt roynir.“ Fróðarmenn, ið gjølla hava kannað Grettis søgu, eru av teirri áskoðan, at hon er eins mans verk og helst skrivað í árunum 1310-20 av prestlærdum manni. Hetta er bert ein lítil flís av tí velduga skrivliga siðaarvi, sum frændur okkara fyri vestan eiga og varða av. Tað liggur ein íligin strongur frá gomlu handritunum fram til okkara dagar, ein megi, málsliga og mentanarliga, sum høvundar á okkara døgum eisini eru partar av – sum onkursvegna er teirra kjølfesta - hóast teir ferðast í øllum sjangrum í okkara tíð.
 
Ein teirra er Einar Már Guðmundsson, hann er eitt lítið ár eldri enn eg, eisini tí hevur tað verið áhugavert at fylgt hansara skaldskaparslóð. Longu í 1980 gav hann út yrkingarsavnið “Er nokkur í kórónafötum hér inni?” Eftir tað hevur hann skrivað kykmyndahandrit og givið út yrkingar, barnabøkur, stuttsøgur og skaldsøgur í stórum tali. Ein lisin bók í egnari bókahill er “Reykjavik-triologien” á donskum, útgivin av Vindrose. Hetta er ein samantøka av skaldsøgunum “Riddarar hringstigans”, “Vængjasláttur í þakrennum” og “Eftirmáli regndropanna” í eina bók. Seinri kom tað stóra framlopið “Englar alheimsins”, sum opnaði grindirnar í Norðurlondum og aðrar staðir við. Fremsti heiðurin, ið røkkast kann í okkara parti av heiminum, Nobel-virðislønin undantikin, varð latin Einari fyri verkið, táið hann í 1995 fekk handaða Norðurlendsku bókmentavirðislønina. Eftir tað er hann týddur til fleiri mál, og ein, sum íðin hevur flutt hann av íslendskari yvir á danska tungu er danski litteraturin Erik Skyum-Nielsen, sum eisini var kennari hansara á leiðini til at gerast kandidatur í bókmentafrøði við Keypmannahavnar Lærda Háskúla. Umframt at vera riddari av Íslendska Falkinum, er nógvur heiður latin honum hesi árini, hann hevur stríðst við at menna rithøvundaverkið.
 
Havi varðhugan av, at Einar er nógv lisin í Føroyum. Føroyingar kennast við hann, og hann kennir føroyingar, táið hann einaferð í tíðini eitt skifti búði og virkaði í Føroyum. Onkur lesur hann á íslendskum, annar á donskum og okkurt klípi finst eisini á føroyskum máli. So hissini havi eg hesi seinastu árini lisið m.a. “Hundadagar”. Ein óvanliga góð lýsing av einum sjáldsamum tíðarskeiði í søgu Íslands. Føroyingar hava havt stóran áhuga fyri Jörgen Jörgensen, sjónleikur er spældur um hann, var til leikin Jørundur Hundadagakongur í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1973, har Olivur Næss, Oskar Hermansson, Frazer Eysturoy, Róland Samuelsen og Elin Mouritsen brillieraðu í høvuðsleiklutunum. Søgan er lisin upp í Útvarpinum og eftir miseydnaða kvettið gerast Føroyar ein partur av hesum løgna leiki:
 
„Einu langar mig að bæta við Þessa siglingssögu: Jörgen sigldi Orion til Englands. Á leiðinni Þanga kom skipið við i Færeyjum. Jón stúdent, sá sem hafði hleypt föngunum út, var um borð. Hann ætlaði að setjast að á Englandi.
 
Hann vissi að honum var ekki vært á Íslandi eftir stuðning sinn við byltinguna en á meðan skipið staldraði við í Færeyjum hitti hann stúlku og stóðu atlot Þeirra enn Þegar skipið sigldi burt.
 
Þó var hans víst leitað dyrum og dyngjum og helst álitið að hann hefði hlaupið fyrir björg. En Jón stúdent varð eftir í Færeyjum og er af honum mikil ætt á Þeim eyjum.
 
Jón stúdent hafði kennt sig við Örfirisey og tók upp nafnið Effersöe. Má Þetta vera til vitnis um að vegirnir eru órannsakanlegir, ekki bara vegir guðs heldur líka vegir ástarinnar og byltingarinnar, já allt líf okkar og saga.”
 
Tað var D.P. Danielsen, sakførari, vanliga róptur D.P., sum í ferðafrásøgnini ”Í Íslandi summarið 1977” róði framundir, at íslendska málið, so frægt sum hann dugdi tað, opnaði fyri honum eitt heilt nýtt univers av dyggum skaldskapi. Hesi seinastu árini havi eg lisið ”Íslenskir kóngar”, ”Skáldleg afbrotafræði” og nú fyri kortum yrkingarsavnið ”Til þeirra sem málið varðar” í frálíku týðingini hjá fyrrverandi landsbókavørðinum Martini Næs undir heitinum ”Til rætta viðkomandi”, sum herfyri fekk allar stjørnurnar í ummæli hjá Arnbirni Dalsgarð í Sosialinum.
 
Einar Már er eisini dagsaktuellur viðmerkjari. Skilagóður greinari av samfelagsviðurskiftum. Longu í 2010 hevur hann signerað mær Hvítu Bókina, sum Carli – Carl Jóhan Jensen - týddi úr íslendskum, og sum forlagið í Støplum gav út. Hon er eitt greinasavn, sum í mestan mun snýr seg um íslendsku fíggjarkreppuna seinast í fyrsta 10´ára skeiðnum í hesari øldini. Hann fer av álvara inn undir húðina á politisku skipanini og banka- og fíggjarkervinum og køkingina har ímillum. Fyrra høpið dereguleraði umstøðurnar hjá hinum seinra, sum soleiðis slapp at spæla hazard við lýðveldisins virðum fram hagartil, at alt fór út av ørvarendanum. Í bókini nemur hann eisini við føroysk viðurskifti, m.a. er tað sjónligt, at hann hevur havt aðrar íblásarar enn Hálldor Laxness og Günter Grass. M.a. umrøður hann í einari tilsiping “Glataðu spælimenninar” hjá Williami Heinesen sum eitt meistaraverk.
 
Sigurð Joensen, sáli, og Einar Már kendust sambært Hvítu bókini. Sigurð kendi eg eisini væl, vit vóru floksfelagar og so var hann eisini sjórættarkennari okkara á Føroya Sjómansskúla, - tikin úr leikum í frálæru. Í prátinum teirra millum, tann eina dagin, slær Sigurð lógvan niður á eina skjalarúgvu og spyr: “Veitst tú hvat hetta er?” Sigurð er harðmæltur og bendir á ørkini, og áðrenn eg nái at rista við høvdinum, sigur hann: “Hatta er Íslandsklokkan á føroyskum.” Sigurð týddi hana, og metti hana ikki bara sum eitt bókmentaverk, men sum eitt stríðsrit. Seinri tosaðu teir um Læknastríðið í Klaksvík, og Sigurð visti nógv um hendan sjáldsama bardaga, táið hann var verji hjá “teimum stóru fiskunum”, sum hann tók til í einari útvarpssamrøðu. Hann vardi m.a. Fischer Heinesen og Viggo í Leirvík. Hann ynskti, at Einar Már fór undir at skriva um Læknastríðið, men hartil er tað ikki komið enn, hóast tað kundi verið áhugaverdur lesnaður, sum supplement til tey meiri og minni subjektivu ritverkini, sum higartil eru komin undan føroyskum pennaskøftum. Sambært omanfyrinevndu útvarpssamrøðu var tað Sigurð sum opnaði hermótið – frontin, sum hann tók til – fyri heimspressuni. Lítið var fráliðið síðan seinru styrjøldina, Koreakríggið var endað og óræddu krígskorrespondentarnir leitaðu javnt og samt eftir onkrum áhugaverdum stríðsvølli, og um tað mundið var hann á Pollinum í Klaksvík og millum háu fjøllini um víkina. Í samrøðuni fáa vit at vita, hvussu Sigurð fekk Fischer at opna frontin fyri Mr. Brown, frá Daily Express, og frá honum fingu fjølmiðlar um allan heim at vita um skilið í Calé, sum Sigurð í spølni plagdi rópa Klaksvíkina.
 
Hóast Tóroddur Poulsen hevur sagt mær, at onki er í søguni, sum Jóanes Nielsen einaferð fortaldi mær, um ein høvundafund í Keypmannahavn, millum Tórodd og Einar Már, - so er hon kortini góð. Politikarar og rithøvundar, sum skriva upp í leypar, hava lyndi til at læna frá hvørjum, uttan at spyrja eftir, og er onki at læna, uppfinna teir bara nýggjar søgur burtur úr ongum. Um Læknastríðið er atvoldin til niðurstøðuna, er ilt at vita, men hendan dagin umrøddu høvundarnir báðir, um tað rætta ikki hevði verið, at Norðurlond gjørdust eitt politiskt og stjórnarligt samveldi við einum og sama høvuðsstaði. Nógv boð komu á borðið um hetta, sum fundurin leið, men til endans trumfaði Einar Már og segði, at Klaksvíkin skuldi verða høvuðsstaður í Norðurlendska Samveldinum. Tað skilti Mr. Poulsen lítið av, og spurdi: ”Hví?” Márurin svaraði: “Tí, - í Klaksvík er alt sum ongar aðrar staðir í heimi.”
 
Hvíta bókin kom í føroyskari týðing í 2010, og á ólavsvøku hetta sama árið flutti eg fram røðu á Doktaragrund. Yvirskriftin var Dustsúgvarin, við tilsiping til bókina hjá Graham Greene undir heitinum: Okkara maður í Havanna. Ein passasja í røðuni ljóðaði soleiðis:
 
“Stikk gradistokkin upp í endan á danska hjálandinum Føroyar og ger eina skjóta niðurstøðu. Fjøruti ella hálvthundrað ættarlið av sprelskum fløttum – nýbyggjarum – livdu og yvirlivdu av síni egnu uppdrift í pakt við tær natúrligu fyritreytir, tey sjálvi høvdu valt at búleikast undir. Stríðið um veruliga valdið yvir oyggjunum broytti alt. Íhaldið og teirra samhugaðu í landsuðri kuppaðu fólkaviljan, og dystin lærdir danir funnu upp ein dustsúgvara við tveimum koblingum. Annar varð settur niður á skallan og hin inn á fótamørin á føroyingum. Ein lokað skipan sum seig vitið úr høvdinum og fylti magan við eitri. Táið eg hoyrdi Einar Már siga frá sigoynaramammuni og tíggju – 10 – ára gamla soni hennara, í eini coupé á lunnavagni á Sørmlandsleiðini í Svítjóð, fekst hugasamband við stjórnarpolitisku støðuna í Føroyum: “Drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum er farin at ressast, tað letur áhaldandi í honum, hann júkar og júkar um eitthvørt á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar hon blusuna upp, stingur aðra hondina innum, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir í og roykir sum var onki sjálvsagdari.”
 
Hetta var fyri mína borgarstjóratíð, var tá tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, og helst ivast ongin í, at sigoynaradrongurin umboðar Føroyar og mamman Danmark í tilsipingini. Og onki er nýtt undir sólini, nú stórur partur av donsku stjórnini – 4 ráðharrar í einari sending - rekst um svæðini í landi okkara, og Føroya løgmaður tosar á donskum máli á einum tíðindafundi í Føroyum. - Ikki á móðurmálinum í móðurlandinum. Hetta fekk meg at hugsa um, hvat ið fraklendingar í sínari tíð høvdu sagt, um Charles de Gaulle hevði tosað á týskum máli á einum tíðindafundi í høvuðsborgini París í sínari stjórnartíð.
 
Í yrkingarsavninum “Til rætta viðkomandi” finna vit hesa yrkingina:
 
Eg hevði ætlað
at bjóða tykkum vælkomin,
men eg gloymdi tað,
ella yrkingarnar lótu meg gloyma tað,
soleiðis at eg kann gera tað nú.
 
Eg kundi eisini sagt,
at eg gloymdi at bjóða tykkum
vælkomin,
tí tit eru vælkomin.
Tað er ikki alt, sum man skal siga.
 
Her er veitsla.
Øll eru vælkomin.
Alt byrjar um eitt korter.
Alt endar um eitt korter.
 
Tit kunnu klappa
ella rista tað, tit hava pyntað tykkum við,
rópa,
geyla,
ella okkurt annað,
tit kunnu koma inn,
tit kunnu fara út,
koma út ella fara inn,
lesa hesar yrkingarnar ella lata vera.
 
Alt byrjar um eitt korter.
Alt endar um eitt korter.
 
Her er einki atgongugjald,
einki aldursmark,
eg mundi sagt eingin stættarmunur,
men slíkt ber ikki til, soleiðis sum støðan er,
og alt fer í nakrar fáar lummar.
Summi verða fødd í flottum bilum,
onnur fáa almannahjálp,
og alt er loyvt,
bara tú letur alt hava frið.
 
Her er veitsla.
Øll eru vælkomin.
Tær nýtist bara atgongumerki,
um tú ikki kemur.
 
Í Grettis kvæði, eftir Jens Christian Djurhuus, spælir tað ikki væl av hjá høvuðspersóninum:
 
Tað var um ein annan dag,
stormur dunar í fjøllum:
Tórbjørn er farin á Drangoy út
við monnum sínum øllum.
 
Tórbjørn inn í hellið gekk,
sum Grettir fyri innan lá,
høgdi hann hansara høvur av
sær sjálvum til spott og háð.
 
Slíkur verður leikur ikki í dag – vælkomin til bíggjar Einar Már Guðmundsson.

Seinastu tíðindi

16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
13. mai 2024
Ruddingardagur í Elduvík 18. mai
13. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingar­deg­num leygar­dagin 11. mai