Vælkomin í Bylgjuna!
Hetta hava vit:
Ítróttarhøll
- Stødd: 1.100 m²
- Áskoðarapláss
- Upp til 1000 fólk
Fitnessøkið
- Bert til íðkandi í ítróttarfeløgunum
Salur til rútmiskan fimleik
- Við stoytdoyvandi gólvi og spegli
Fleirbrúkshøll
- Útgerð til kappingar- og breiddarfimleik
- Upp til 600 fólk
Fundarhøli
- Borð og stólar til 20 fólk
- Stórskíggi og tekøkur
Virksemi í Bylgjuni
Ítróttarfeløgini í økinum nýta høllina stóran part av tíðini. Her hava tey venjingar, kappingar, framførðslur og annað. Tey skapa lív og rørslu í Bylgjuni alt árið runt.
Hvørji tey eru sært tú her:
https://runavik.fo/itrottur
Og hevur tú Spjaldur kanst tú melda teg til hjá ítróttarfeløgunum her:
https://spjaldur.runavik.fo/
Tímaleiga - til tínar egnu løtur:
Tú kanst leiga ítróttarhøllina í ein tíma og savna grannar, familju, ella vinir til eina stuttliga og virkna løtu. Spæl t.d. badminton, pickleball, fótbólt, basketbólt ella annað:
Leiguprísur: kr. 400 pr. tíma
Bóka og rinda: https://runavik.hallir.com
Størri tiltøk - konsertir o.l.:
Bylgjan kann eisini leigast til størri tiltøk - t.d. konsertir, møti, sølustevnu og annað.
Leiguprísur: Úr kr. 9000 / dag.
Set teg í samband við okkum:
bylgjan@runavik.fo fyri at hoyra um møguleikarnar
Leiðireglur fyri Bylgjuna
Fyri at tryggja eitt gott og trygt umhvørvi fyri øll, biðja vit teg virða hesar leiðreglur:
- Lat teg úr skónum, tá tú kemur inn í gongina
- Bylgjan er eitt ítróttarøki, ikki eitt spælipláss. Hon er ætlað til ítrótt, venjing og framførslur
- Atgongd til fimleikaøkið krevur loyvi frá venjara, lærara ella øðrum ábyrgdarpersóni
- Bert fimleika- ella venjingarklæðir eru loyvd á fimleikaøkinum.
- Lat teg úr smúkkum, uri, hálsketum o.l., og tøm lummarnar, áðrenn tú fert inn á fimleikaøkið.
- Øll amboð skulu setast uppá pláss aftur eftir nýtslu
- Matur er ikki loyvdur á fimleikaøkinum
- Farið væl um og njótið løtuna í Bylgjuni.
Trygd og eftirlit í Bylgjuni
Smíl til kameraið tá tú kemur inn!
Vit gera vart við, at kameraeftirlit er í Bylgjuni.
Skemd, herverk og innbrot verða beinanvegin meldað til løgregluna.
Gloymt og funnið:
Hevur tú gloymt ein dunk, ein jakka ella annað?
- Var tað hendan mánaðin? Kanna kurvina í garderobuni við høvuðsinngongdina.
- Undanfarna mánað: Ring til Borgar á tlf.: 222639 – hann hevur yvirlit yvir tað sum lá eftir.
G.G. Gloymdu lutirnir vera goymdir í kurvini í inniverandi mánaði og síðani í ein mánað aftrat. Eftir hetta verða teir burturbeindir.
Kontaktupplýsingar til Bylgjuna:
Adressa: 12 Mýravegur, Runavík 620,
Leiðari: Sonya Lara Anne Pratt tlf.: 702346
Hallarvørður: Borgar Persson: tlf.: 222639
Teldupostur: Bylgjan@runavik.fo
Facebook: https://www.facebook.com/bylgjanrunavik/
Koyrivegleiðing: https://visitfaroeislands.com/en/whatson/places/place/bylgjan0?lang=en