
Filmur: Pingvin lærdómur
Pingvin lærdómur
Hesin bretski 'feelgood' filmurin hevur íblástur úr einari veruligari søgu um Tom, ein lívstroyttur og vónsvikin professari í enskum, sum í 1971 flytir til Argentina at undirvísa. Her møtir hann einum kloyvdum landi, einum strangum einaræðisharra og nøkrum óstýriligum næmingum. Men alt broytist, tá ið hann ein dagin bjargar einari pingvin frá einum oljuleka við sjóarmálan. Hetta er byrjanin til eitt heldur óvæntað vinarlag, sum kann læra Tom og øll onnur um tað, ið hevur týdning í lívinum.
Høvuðsleikarin í filminum er Steve Coogan, sum m.a. er kendur frá filminum Philomena og var tilnevndur eina Oscar virðisløn fyri leiklutin í The Two Popes. Leikstjóri er Peter Cattaneo, sum eisini hevur leikstjórnað filmirnar Military Wives og The Full Monty.
Atgongumerki á 90 kr (+ 8 kr í avgjaldi) á loksholl.fo og við dyrnar