STROYMDUR FYRILESTUR: Nýtt úr einum ókendum heimi

Dagfesting:
29. apríl 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Granskarar hava funnið óvæntað lív á størstu havdjúpunum og djúpt í havbotninum. Kom og hoyr um verur sum eru tilpassaðar ekstremt trýst og bakteriur í havbotninum sum eru 1000 ár um at deila seg - og sum eru avgerandi fyri lívskorini á Jørðini. Fyrilestur v/ professara í biogeokemi Ronnie N. Glud og professara í biogeokemi Bo Jørgensen

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

20
mars
2025
Bindiskeið á Skála bókasavni
25
mars
2025
STROYMDUR FYRILESTUR: Heilin
27
mars
2025
Býráðsfundur
27
mars
2025
Lesiringurin hittist á Bókasavninum við Løkin